mánadagur 19. januar 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 16-17
Mentan
heiðrað í
Skálavík
Henrik Weihe Joesen
Greining síða 18-21
Grein
ing av Sea
Shepherd
So var stríðið um orðabøkurnar av.
Semja er nú um, at tað skal ikki kosta
føroyingum – og heldur ikki útlend
ingum – at søkja sær málkunnleika í
netorðabókum Sprotans.
Og tað er gott. Sera gott. Tæn
astan, sum Sprotin hevur veitt víð
teimum 13 netorðabókunum og
appini hevur verið framúr góð. Hjá
skrivandi fólki er hetta eitt fantast
iskt amboð, sum eingin kann vera
fyri uttan. Tann, ið dagligia hevur
nýtt hesa tænastu kann ikki sleppa
henni aftur.
Tað eru ikki so nógv ár síðani, at
einastu orðabøkur vóru tær tríggj
ar millum føroyskt og danskt. Tær
vóru eisini góðar, og tær vóru eisini
nýtbrot – tá. So fer tíðin við øllum.
Ein teldutøk orðabókatænasta kann
so ómetaliga nógv meira – og tá vit
øll ganga við hvør sínari teldutel
efon upp á okkum, so er appin eisini
so sera hent.
Hetta er eitt fantastiskt tiltak,
sum vit øll eiga at fegnast um – at
nakað, sum plagdi at vera so turt og
keðiligt sum orðabøkur beinleiðis
kann gerast spennandi og menn
andi hjá øllum at leita í – annað
hvørt á telduni ella í telefonini. Hetta
er av sonnum nýbrot í føroyskum
málstrevi, sum vil nakað.
Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprot
anum, var í 2011 heiðraður við Ment
anarvirðisløn Landsins fyri sítt verk
at geva út bøkur. Vit eiga at fegnast
um, at vit hava slíkar eldsálir. Tí
tað er slíkur eldhugi, sum nørir um
málsligu mentan.
Stóra orðabókaarbeiðið,
sum
er savnað hjá Sprotanum letur tal
gildu dyrnar upp til fleiri heims
ins mál – og ikki minst til føroyska
rættstaving. Frá Svabo og Hammers
haimb – og frá Kristiani Matras og
M. A. Jaocbsen, Jóannes av Skarði
og Jóan Heindriki og hinum slóðaru
num eru vit nú bara eitt »klikk« frá
røttu stavsetingini ella røttu bend
ingini. Og tað er so ómetaliga stórt
fyri føroyskt málstrev.
Umframt netorðabøkurnar, so
er appin hjá Sprotanum eisini sera
hent. Hesa eiga øll at heinta sær.
Og ikki minst eiga foreldur at vísa
børnum á hendan gylta møguleikan
altíð at hava orðabókina uppi á sær
í telefonini og soleiðis læra at heinta
sær vitanina.
Løgtingið feldi herfyri uppskot
um at gera 25. mars – sum er føði
dagur Hammershaimbs – til móð
urmálsdag. Hildið var ikki neyðugt
at hava fleiri almennar dagar, og
tá dagurin er hildin fyrr uttan lóg,
so heldur tingið, at tað kann gerast
aftur.
Dagurin varð hildin í 2012. Tá fjøl
miðlar, Nám, Mentamálaráðið og
Málnevndin í felag skipaðu fyri. Vit
í Miðlahúsinum vilja fegin vera við
til at halda dagin aftur í ár.
orðabøkur til fólkið
Løgreglan í Havn hevur nú
tikið tað óvanliga stigið at
leggja hald á bilin hjá einum
bilførara.
Tað hendir eftir at sam
bilførari, sum bara er 18 ára
gamal, er tikin óteljandi ferð
ir fyri at koyra ávirkaður av
rúsdrekka.
Hann varð tikin enn ein
aferð í síðstu viku og tá tók
løgreglan stig til at leggja
hald á bilin.
Spurningurin um heim
ildina at leggja hald á bilin
skuldi kortini til viðgerar hjá
løgfrøðingunum hjá ákæru
valdinum. Men løgreglan sig
ur, at har var niðurstøðan, at
tað er heimild at leggja hald
á bilin í slíkum førum.
Hald verður lagt á bilin
fyri at at tryggja at hann
ikki koyrir ávirkaður av rús
drekka einaferð afturat – í
hvussu so er ikki í hasum
bilinum.
Síðani er ætlanin at selja
hann á uppiboðið fyri allar
bøturnar, sami bilførari hevur
fingið fyri øll lógarbrotini,
hann hevur framt.
Maðurin verður somuleið
is ákærdur og tá ið málið fer
í rættin, verður endaliga av
gjørt, hvør revsingin verður.
Hava lagt hald á bilin
hjá ungum bilførara
So kunnu vit hátíðarhalda
móðurmálsdagin 2015!
Mánanáttina:
Eitt djúpt lágtrýst, 964 hPa.
eystanfyri Hvarvið fer móti Íslandi.
Týsnáttina:
Lágtrýstið vestanfyri Ísland
stendur í stað og grynnist.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av suðri og kavi ella vátakavi.
Hitalagið millum 0 og +4 stig.
mikudag
mánadag
týsdag
10-15 m/s
8-15 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
8-13 m/s
10-15 m/s
Týsdag
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av suðri og kavi ella vátakavi.
Hitalagið millum 0 og +4 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av land-
synn ingi og regn ella vátakavi og
hitin millum 1 og 4 stig.
Veðrið hósdagin
og fríggjadagin:
Hósdagin frískur vindur av
landsynningi, fríggjadagin
upp í hvassan vind. Regn ella
vátaslettingur av og á og hitin
millum 1 og 5 stig.
Týskvøldið 10. februar verður
stórt tiltak í Føroyahúsinum,
Marianne
Clausen
til
minnis.
Hon doyði 17. september
2014, 66 ára gomul. Marianne,
sum hevði Húsakórið í 22 ár
og granskaði í føroyskum
kvæða- og vísutónleiki í eitt
mannaminni, skrivaði eitt
satt megnarverk um hetta.
Hon dugdi málið, kendi
fólk um alt landið, og hon lá
sum knívur á hørðum horni
at fáa fest alt tað á blað,
sum hon hevði funnið fram,
granskað og greinað. Neyvan
hevði nakar annar uttan
Marianne lyft hesi byrðu og
borið hana heim.
Á hátíðarhaldinum fara
m.a. Húsakórið og Con Brio
kórið, sum Marianne eisini
stjórnaði, at syngja. Maður
hennara fer við myndum og
frásøgn at lýsa kvinnuna og
konuna. Fróði Debes, Magnus
Dahl,
Lars
Østergaard
og onnur fara at siga frá
dirigentinum, granskaranum
og kvinnuni. Eisini verður
farið upp á gólv og kingoløg
sungin.
Marieanne Clausen in memoriam