Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. januar 2015 · Nr. 8 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Løgtingið fór týsdagin aftur til ar­ beiðis – og harvið er lív komið aftur í pol­itiska orðaskiftið. Eitt tað fyrsta málið, sum varð reist í tinginum, er eitt mál hjá Jørgen Nicl­asen og Bjarna Djurholm. Málið er reist sum ein fyri­spurn­ingur frá løg­tings­manninum til floks­for­mann­ in, sum er lands­stýr­is­mað­ur í fíggj­ar­ mál­um. Tað var ikki gamalt, at ting­ menn sett fyri­spurningar til sínar egnu lands­stýr­is­menn – men tann sið­ur­in fór við nýggju stýr­is­skip­ anini, sum kom fyri út við 20 ár­um síðan. Nú er tað van­ligt, at ting­fólk og lands­stýr­isfólk, sum eru floksfelagar, varpa ljós á á­víst mál við ein­um fyr­ is­purn­ingi. Hinvegin er tað eis­ini vanligt, at and­støðu­ting­fólk varp ljós á mál, sum kanska eru keði­lig­ari fyri landsstýrismannin at bera fram. Sambært Bjarna Djurholm, so vil hann við hesum spurningi fáa kon­ kret tøl upp í kjakið um skatt hjá lág­ løntum og háløntum. Tað er skotið sam­gonguni í skógvarnar, at hon ein­ans hevur hugsað um at lætta um skattin hjá teimum vælbjargaðu, meðan lægru inntøkurnar ikki hava fing­ið lut í flatskattinum. Nú farið er væl og virðiliga inn í síðsta árið hjá samgonguni, so er held­ur einki, sum bendir á, at sam­ gong­an ætlar at koma við nøkrum skatta­lætta fyri lægru lønirnar fyri val­ið. Støðan hjá støku uppihaldarum hev­ur eisini verið nógv frammi í kjaki­num. Í eini talvu frá lands­stýr­is­mann­i­ num vísir hann á, at hjá støkum uppi­ hald­ara við tveimum børnum, sum brúka ansingarpláss, loysir tað seg ikki at hækka inntøkuna úr 250.000 um ár­ið upp í 300.000 krónur um ár­ ið. Hjá hesum staka uppihaldara við børn­um á stovni fellur tøka inntøkan eft­ir, at ansingargjald er goldið úr 29.237 krónum til 18.641 krónur um mán­aðin. Í talvuni sæst, at tað loysir seg at tjena meira um ein ongi børn hevur, men hev­ur ein tvey børn, so er meira eft­ir við tí lægru inntøkuni. Hetta vísir, at skattaskipanin hjá okkum ikki er nóg væl gjøgn­um­hugs­ að, tá ið tann lægra inntøkan hev­ur 600 krónur meira eftir um mán­að­in, tá ið barnafrádráttir og ans­ing­ar­pláss eru íroknað. Tað er soleiðis við ansingargjaldi til stovn­ar, at er samalaða inntøkan hjá for­eldr­unum undir 247.000 krón­ ur, so fáa børnini frí­pláss. Prís­urin fyri frípláss hækkar, til inntøkan er komin upp á 293.000 krónur. Tað er sjávlandi gott við ítøki­lig­um tølum, sum lýsa støðuna so­leiðis, sum hon er. Uttan iva er ein felags vilji til at hjálpa teim­um, sum eru ringast fyri – og tí er neyð­ugt, at skatta­skip­ anin verð­ur tillagað so­leið­is, at hon eisini gagnar teimum lægst løntu. Tað má sjálvandi altíð loysa seg at vinna nakrar eyka krón­ur, tað skulu tey lágløntu held­ur ikki revstast fyri. Skattaskipanin má nú eisini lagast til tey lágløntu Lágløntu eiga nú tørnið Er nakar lækni til staðar? Rigmor Dam Kjak síða 15 Mugu koma hvør øðr­ um nærri Heini Olsen Kjak Síða 14 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Á nýggjárinm tók Richard Mort­en­sen við starvi sum sølu- og marknaðarleiðari hjá skip­a­smiðjuni MEST. Sum partur av leiðsluni fer hann at hava ábyrgd av at selja og marknaðarføra øll virkisøki hjá samtakinum Mest – bæði í Føroyum og uttanlands. Dømi um slíkt virksemi er tað, sum vit hava sæð sein­ astu mán­aðir, eitt nú við stóra bor­i­pall­i­num West Hercules og Mærsk. Pam Offshore er eis­ini eitt av virkisøkjunum hjá Mest-samtakinum, sum Ric­hard Mortensen skal markn­að­ar­føra og selja. Richard Mortensen hev­ ur drúgv­ar royndir á stórum virkj­um. Hann kemur úr starvi sum varastjóri á Elek­ tron. Hann hevur eisini verið í starvi hjá Føroya Tele, har hann var annar av stjóru­num og hevði ábyrgd av markn­aði og sølu. Fyri ta tíð var hann 19 ár uttanlands, har hann starv­aðist í eini man­a­ge­ment sam­skift­is­fyr­i­ tøku, har hann ar­beiddi fyri stór virki sum til døm­is Mærsk, Danfoss og onn­ur við leiðslu­ráð­geving og sølu­strategi. Richard skal selja Mest Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Mikudagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landsynningi og regn av og á. Hitin millum 3 og 6 stig. Mikunáttina: Brúgvalagið við Føroyar stendur mestsum í stað. fríggjadag mikudag hósdag 10-15 m/s 13-18 m/s 7-12 m/s 10-15 m/s 13-18-13 m/s 7-12 m/s Hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi og ælingur. Hitin millum 4 og 7 stig. Fríggjadagin: Strúkur í vindi av útsynningi og ælingur, leygardagin upp í hvassan vind av vestri og ælingur, partvís kavi. Hitin millum 0 og 4 stig. Leygardagin: Strúkur í vindi av útsynningi og ælingur, leygardagin upp í hvassan vind av vestri og ælingur, partvís kavi. Hitin millum 0 og 4 stig. Tað er sagt um Jonhard Mikkelsen, at tá hann ikki slapp at geva eina bók út hjá Skúlabókagrunninum, so fór hann í Sparikassan og tók eitt lán í staðin – og so kom bókin út, sum kanska beinleiðis elvdi til forlagið Sprotan...