týsdagur 20. januar 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annika Kunoy Im
Norðoya
Fornminnasavn
fær søguligar lutir, myndir
og skjøl inn dagliga, sum
skulu goymast, skrásetast og
varðveitast til samfelagið og
møguliga gransking. Endamál
savnsins er at innsavna og
varðveita alt søguligt tilfar,
so sum lutir, skjøl og myndir
um lív og virki hjá fólkunum
í norðoyggjum. Skipa fyri
framsýningum og øðrum
upplýsandi tiltøkum á øllum
økjum. Lutirnir skulu vera
av føroyskum uppruna, siga
viðtøkurnar hjá felagnum,
men ymiskt er, hvar lutirnir,
sum inn koma eru frá, sigur
Jógvan Ravnsfjall, savns
leiðari. Eisini ringja fólk úr
býnum til teir báðar við fyri
spurningi um eitthvørt søgu
ligt, og teir royna at svara
eftir fyrimuni, sigur Jógvan
Ravnsfjall.
Eisini hava teir nógv
skjalatilfar í goymslurúmum
teirra, har teir goyma ymisk
skjøl - eitt nú umsitur savnið
tey skjølini, sum eftir eru frá
virkinum hjá Kjølbro.
Í skjalasavnslógini stend
ur, at øll almenn skjøl skulu til
landsskjalasavnið. Skjøl sum
koma á fornminnasavnið eru
tí aloftast privat.
– Onnur skjøl, sum ikki
eru almenn, kunnu vit taka
inn. Hetta eru skjøl, sum
hava ligið hjá fólki. Koma
almenn skjøl inn, verða tey
latin Landsskjalasavninum
ella kommununi.
Tað er Andras Sólstein,
savnsvørur, sum tekur sær av
skjølunum, sum savnið hev
ur um hendi. Skjølini verða
førd inn og verða síðani
koyrd í serligar sýrufríar
savns-eskjur, sum ikki oyði
leggja skjølini, greiðir Jógv
an Ravnsfjall frá. Hetta
arbeiðið er tíðarkrevjandi og
týdningarmikið. Nógv skjøl
eru í gamlari skrift, hand
skriftirnar eru ymiskar og
summar eri ikki lesandi,
sigur
Jógvan
Ravnsfjall.
Myndir, sum koma inn, verða
tó skannaðar inn, so tær eru
atkomuligar
hjá
almenn
inginum.
– Tú varðveitir ikki skjøl
ini við at skanna tey inn á
telduna, sigur Jógvan Ravns
fjall. Tað er ongantíð nóg
trygt.
Norðoya Fornminnasavn
eigur
handilshúsnini
úti
í Klaksvík, har savnið og
framsýningin er. Eisini eigur
savnið ymisk hús, neyst, eina
myllu og bátar í Norðoyggj
um.
– Vit hava fleiri bygningar,
sum vit halda við líka og ansa
eftir. Tað fer við nógvari tíð,
peningi og orku, sigur Jógvan
Ravnsfjall.
Eisini fáa teir báðir ofta
lutir inn á savnið. Hesir fylla
nógv, og tí mugu teir av
marka, hvat teir taka ímóti.
Tað er ein verandi fram
sýning í gamla apotekinum,
sum er í sama húsi, og annars
skipar fornminnasavnið fyri
ymiskum fyrifallandi fram
sýningum. Til dømis verða
pløgg hjá Onnu Djurhuus
sýnd fram í Spaniastovu í
februar mánaði, tá Torra
dagarnir verða. Hetta eru
eini 30 pløgg, sum hon hevur
seymað og broderað, greiðir
Jógvan Ravnsfjall frá.
Skjalseta gomul skjøl
Dagliga fáa teir báðir, sum starvast á Norðoya Fornminnasavni, inn skjøl og lutir úr
samfelag og arbeiðislívi, sum teir skulu varðveita til komandi ættarliðini
í nýggjum hami
Vikuskiftis Sosialurin
í handlunum fríggjadagin
vikuskiftisblaðið hjá miðlahúsinum
Vit vísa á gerandis dagin
hjá okkara gomlu í dag, og
við gera nýggju umsitingar
ligu eindirnar, sum nú
umsita eldraøkið
Eldraøkið
Nýggjasta stjørnu
skotið innan móta
heimin er ein 16 ára
gamal unglingi úr
Miðvági
Móti
Skal barsilstíðin
lóggevast til bæði
mammur og pápar?
Orðadráttur
Jógvan Ravnsfjall