Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. januar 2015 · Nr. 8 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GRINDADRÁP Lættari at basa Sea Shepherd í Føroyum Áki Bertholdsen – Tað eigur lættari at basa virkseminum hjá Sea Shepherd í Føroyum. Tað er niðurstøðan, nú løg­regla, fiskimálaráðið og løg­mans­skrivstovan hava eftirmett tað, sum hendi í Føroyum síðsta summar, tá ið Sea Shepherd vóru mann­ sterk her í samfullar fýra mánaðir í royndunum at steðga grundadrápi. Tað var ógvuliga av­mark­ að, hvat tey fingu burtur úr, men serliga gjørdu tey vart við seg í einum grindadrápi á Sandi leygardagin 30. august, tá ið fleiri um­hvørvis­stríðs­ fólk vórðu handtikin og síðani send av landinum. Samstundis varð hald lagt á skjóttgangandi bátar hjá felags­skapinum. Skerpa lógina Síðani hava fundir verið, har tað, sum hendi síðsta summ­ ar, var eftirmett. – Niðurstøðan er, at tað gekst væl at hand­fara støðuna, bæði hjá løg­regl­uni og hjá politiska myndug­leik­ anum, sigur Jacob Vester­ gaard, landsstýris­maður í hvala­veiðimálum. Men hann sigur, at niður­ støðan er eisini, at lógar­ verkið, sum hevur við grinda­ dráp at gera, skal verða betri og greiðari. Sum støðan er nú, er er reglugerðin um grindadráp, ein kunngerð, sum tekur støði í eini lóg um at friða stór­hval. Men í hesi somu lóg­ini eru eisini nakrar áset­ ingar um at veiða smáhval – Hetta er ein skipan, sum hevur riggað væl og undir vanligum umstøðum er grinda­rakstur og grindadráp væl skipað, sigur Jacob Vester­gaard. Hinvegin ásannar hann, at nú eru óvanlig viðurskifti farin at gera seg galdandi, tí grindareglugerðin legg­ur ikki upp fyri, at umhvørvis­ felagsskapir skuldu finna upp á at koma higar at forða fyri grindadrápi. – Útgangsstøðið hevur ikki verið, at nakar skuldi koma uttaneftir at leggja seg út í okkara viðurskifti. Men tað er veruleikin í dag, at fólk eru komin uttan­eftir at leggja seg út í okk­ara grinda­ dráp og tað er ein veruleiki, vit eiga at leggja upp fyri, sigur landsstýrismaðurin. Í hesum sambandi er eitt úrslit av eftirmetingini, at reglurnar um grind skulu vera greiðari. Tí hevur Jacob Vester­ gaard nú sett sjøtul á eitt ar­ beiðið at gera eina bein­leiðis grindalóg burtur av. Hann sigur, at grund­regl­ an í lógini er, at rættur okk­ ara at drepa grind, og annan smá­hval, verður beinleiðis staðfestur í lógini. Samstundis verða yvir­ skip­aðar reglur settar í lóg­ ina fyri, hvussu tað skal skip­ast. Men í lógini skal eisini ásetast greiðar reglur fyri, hvussu brot á lógina skulu revsast. Samstundis skal lógin áseta greiðar reglur um, hvussu hald kann leggjast á am­boð og útgerð, sum verða brúkt til at royna at forða fyri grindadrápi. Umframt lógina, verða tað framvegis ávís viður­skifti, sum verða ásett í kunn­gerð­ ini. Men akkurát, hvussu regl­ur­nar um grindadráp verða býttar sundur ímillum lóg­ina og kunngerðina, veit hann ikki at siga enn. Jacob Vestergaard sigur, at ætlanin er at leggja lógina um grindadráp fyri Løgtingið nú í vár, so at hon kann verða sett í gildi, áðrenn í summar, skuldi Sea Shepherd, ella onkur annar sama slag felags­skapur komið aftur til Føroyar tá at royna at forða fyri grindadrápi. Greiðari heimildir Landsstýrismaðurin í hvala­ veiðimálum sigur, at tá ið hugsað verður um, hvussu tey skulu revsast, sum royna at forða fyri grindadrápi, verð­ur mest hugsað um hvussu høgar bøturnar skulu vera. Tey Sea Shepherd fólkini, sum vórðu handtikin í grinda­drápinum á Sandi tann 30. august, fingu 1.000 krón­ur í bót, umframt at tey vórðu víst av landinum. – Av landinum skuldu tey undir øllum umstøðum og helst hevur tað minni týdn­ing fyri tey um tey fara av land­inum nakrar dagar fyrr ella seinni, sigur Jacob Vester­gaard. Tí skal lógin áseta, hvussu bøturnar skulu vera. Men Jacob Vestergaard vil ikki siga nakað um, antin bøturnar skulu verða hægri ella lægri. Tað veldst um hvussu lógin endaliga fer at síggja út, sigur hann. Støddin á bótini veldst eisini um, hvussu um­fat­andi lógarbrotið er, tí revs­ing­in skal samsvara við lógar­brot­ ið, leggur hann afturat. – Hinvegin verður tað eis­ ini ein spurningur um, hvørj­ um støði, ákæruvaldið og rætt­urin fara at leggja seg á. Jacob Vestergaard sigur, at hendan lógin, ætlanin nú er at seta í gildi, hevur einki sam­bandi við samtyktina í løg­ting­inum um at banna Sea Shepherd at koma til Føroyar. Tað er eitt heilt annað mál, sum løgmansskrivstovan ar­beiðir við, púra óheft av hesum málinum, sigur lands­ stýris­maðurin. aki@sosialurin.fo Tað skal verða tórførari hjá Sea Shepherd at leggja seg út í grindadráp Greiðari reglur Nú verða greiðari reglur settar í gildi um at leggja hald á útgerð og amboð, sum verða brúkt til at forða fyri grindadrápi Myndir: Álvur Haraldsen Nú er ætlanin at tveir før­ oyskir firðir afturat verða góðkendir sum hvalvág. Tað sigur Jacob Vester­ gaard, landsstýrismaður í hvalaveiðimálum. Tvær umsóknir hava leingi ligið í fiskimálaráð­ num um at fáa firðir góð­ kendar til grindadráp, og Jacob Vestergaard væntar fyri vist, at tær verða av­ greidd­ar nú. Firðirnir, talan er um, eru Kollafjørður og Skála­ fjørður og lands­stýris­ maðurin staðfestir sam­ stundis, at hann sær onga forðing fyri, at hesir báðir firðirnir verða góðkendir. – Hetta eru einastu um­ sóknir vit hava um at fáa góð­kenning at drepa gind í og eg síggi ongan trupul­ leika í at fáa tær góðkendar, sigur hann. Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, verð­ur ein nýgj lóg um grinda­ dráp løgd fyri løgtingið í næst­um og Jacob Vester­ gaard sigur, at tað, sum ligg­ur í kortunum, er, at í hes­um sambandi skulu eis­ ini Kollafjørður og Skála­ fjørður samstundis góð­ kenn­ast sum hvalvágir. Eitt, sum hevur forðað fyri góðkenna Skálafjørðin, er, at har hevur verið so nógv útlát av spillvatni, at hann er ikki egnaður sum hvalvág og at handfara mannaføði á. Men tað hevur eisini verið ført fram, at síðani eru hesi viðurskifti fingin í rætt­lag og at tað tískil eing­in forðing er fyri at fáa Skála­fjørð góðkendan sum hval­vág. Jacob Vestergaard sigur, at samstundis sum ætlanin er at gera Kollafjørð og Skála­fjørð til góðkendar hval­vágir, eru tað eingi pláss, sum fara at missa sína góð­kenn­ing sum hval­ vág. aki@sosialurin.fo Nú fáa vit tvær hvalvágir afturat