Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Maria Poulsen Búnýti AVLOYSARI TIL MARIU POULSEN BÚNÝTI Maria Poulsen Búnýti er ein handil í støðugari menning, sum selur ný mótans og dygdargóða brúkslist til heimið. Vit leggja dent á at veita viðskiftafólkum okkara eina góða tænastu umframt eitt breitt og gott vøruúrval. Í sambandi við, at eitt av starvsfólkum okkara fer í barnsburðarfarloyvi, leita vit eftir rætta avloysaranum at gerast partur av handli okkara. Vit bjóða tær at gerast partur av einum spennandi, mennandi og nýmótans arbeiðsplássi har tú, saman við tínum starvsfeløgum, verður við til at mynda og menna handilin. Í starvinum fært tú ein avbjóðandi arbeiðsdag við nógvum fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, samstundis, sum tú fært ábyrgd og sleppur at royna teg innan ymsu økini í søluyrkinum. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir, so sum FHS, HH, student ella royndir innan handilsyrkið. At tú sum persónur ert fyrikomandi, íðin, kreativur og hevur áhuga innan brúkslist. Har­ um framt at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at vera partur av einum góð um arbeiðstoymi. Umsóknarfreist er mánadagin 2. februar 2015 kl. 12. Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv í 1 ár og verður sett 1. mars 2015 ella eftir avtalu. Umsókn við próvskjølum og møguligum CV og viðmælum skulu send­ ast til bunyti@mp.fo ella í brævbjálva til: MARIA POULSEN BÚNÝTI Postboks 182 | 110 Tórshavn Viðmerk »umsókn« Nærri fæst at vita um starvið við at ringja tel. 31 20 01 ella 22 95 58 og tosa við Rannvá Dávadóttir. T e l 3 1 2 0 0 1 | F a x 3 1 4 6 5 7 | b u n y t i @ m p . f o | w w w . m p . f o Roknskaparfelagið søkir eftir einum ungum dugnaligum og fryntligum grannskoðara, ið hevur sum mál at gerast góðkendur grannskoðari. Starvið Arbeiðið fevnir um grannskoðan, roknskap, bókhald, MVG, skatt, ráðgeving og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávum. Arbeiðið og útbúgvingin eru sera tíðarkrevjandi, og harafturat eru arbeiðstíðirnar ikki altíð innan fyri fastar tíðir. Umsøkjarin Kravið er, at tú hevur HH prógv ella aðra líknandi útbúgving, og neyðugt er at hava framsøkni at røkka ásettum málum, vera effektivur, nærlagdur og sjálvstøðugur. Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú skalt vera til reiðar at fara ella ert farin undir útbúgving til HD í roknskapi umframt føroyskan skattarætt. Við hesum geva vit tær møguleikan fyri at taka eina sjálvstøðuga búskaparliga útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum og lýkur krøvini, ið verða sett í okkara grannalondum. Tá ið útbúgvingin til HD í roknskapi er liðug, er møguleiki at halda áfram at lesa til cand. merc. aud. sum er ástøðiliga útbúgvingin til løggildan grannskoðara. Tað kann gerast við at taka útbúgvingina sum fjarlestur, samstundis sum tú heldur fram í starvi hjá okkum. Eisini er møguleiki við fulltíðarlesnaði í Danmark ella á øðrum góðkendum lærustovni. Eftir lokna cand. merc. aud. útbúgving, saman við neyðugum starvsroyndum, er møguleiki at gerast góðkendur grannskoðari. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv við møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Vit stuðla útbúgvingini við at gjalda fyri luttøkugjald og bøkur v.m. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu. Umsókn Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Olaf Frits Joensen, skrásettur grannskoðari, á tel 309400 ella við teldubrævi til olaf@roknskap.fo. Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. januar 2015, og starvið verður sett eftir nærri avtalu. Umsóknir skulu sendast til: Roknskaparfelagið skrásettir grannskoðarar Sp/f J. C. Svabosgøta 48 Postboks 2210 FO-110 Tórshavn ella við teldubrævi til roknskap@roknskap.fo Roknskaparfelagið skrásettir grannskoðarar Sp/f er ein fyritøka, ið hevur sum endamál at veita dygdargóðar tænastur innan grannskoðan, roknskap, bókhald, mvg, skatt, ráðgeving og aðrar tilknýttar uppgávur. Vit leggja stóran dent á fakliga góðsku og tætt samskifti við kundan. Vit eru limir í hesum feløgum: • FSR-danske revisorer, og nýta teirra skipan Revimentor til okkara góðskustýring • Felagið Føroyskir Grannskoðarar Vit veita tænastur til eina røð av kundum, sum hava áhugamál bæði í Føroyum og uttanlands. Millum kundar okkara eru P/F, Sp/f , Í/F, Fa., fakfeløg, limafeløg, einstaklingar. Roknskaparfelagið skrásettir grannskoðarar Sp/f J. C. Svabosgøta 48 Postboks 2210 FO-110 Tórshavn Tel. 309400 Grannskoðari til Roknskaparfelagið