Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Eivind Niclasen føddur 16.07.1918 – deyður 14.08.2014 doyði og varð jarðaður. Takk til starvsfólkið á heiminum við Vágna, ið vóru so góð við hann, og har treivst hann væl. Takk fyri góð og troystarrík orð á kapellinum og í Betesda. Takk til berarar og spælara. Takk til tykkum, sum skipaðu fyri ervinum í Betesda, og fyri alla hjálp í hesum sambandi. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Akurin. Takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vinarliga Elly Karolina, Ólavur og Ragnar v/ familjum Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið okkara kæri Bogi Gaard Joensen f. 20.08.1952 – d. 30.10.2014 andaðist á Ríkissjúkrahúsinum og varð jarðaður í heimbygdini Skopun. Somuleiðis vilja vit eisini takka øllum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Bergtóra og Nicholas Majbritt, Sveinbjørn og abbabørnini Syskini við familju Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Elisabeth Michelsen, Tvøroyri nevnd Lisa f. 25.07-1919 - d. 29. nov. 2014 andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkini á Ellisheiminum á Tvøroyri og á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri góða umsorgan. Takk til Jónsvein Bech fyri vitjan í heiminum og fyri vøkur orð í kapellinum og í kirkjuni.Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara. Tøkk tit sum ringdu. Tøkk fyri vitjan, blómur og kransar. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu Lisu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ann, Kristian, Hasse og Ebbe Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma Anni Fjallstein f.22.09.1948 – d.09.12.2014 andaðist og varð jarðað. Takk til prest, sangarar, kirkjutænarar, berarar og gravarar. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur og takk til øll tykkum, sum bakaðu og á annan hátt hjálptu til við ervið. Vit takka tykkum øllum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað Familjunnar vegna Henry, Heidi, Jan Erik og Semona Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi, langabbi, sonur og beiggi Henry Trøjgaard Nielsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Hanus á Gørðum, prest, fyri troystarík orð, tøkk til Leif fyri vakran sang, tøkk fyri blómur og kransar og fyri peningagávur. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Henry til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Anita, Dann, Paul og Frits við familju Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Marius Johan Jensen f. 14.09.34 – d. 08.11.14 andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Lágargarð. Familjunn 9ar vegna Marita Annika, Beinta, Gudrun og Høgni