Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í Konkursbúnum P/F Atlantic Invest CVR-nr. 32 61 83 75 Industrivej 22 8800 Viborg Danmark Sagsnr. SKS 5-623/2013 verður hildin skiftifundur í Rættinum í Viborg, Mødelokale B131 skifteretten, Klostermarken 10, 8800 Viborg, Danmark fríggjadagin hin 27.02.2015 kl. 09.00 har búgvið væntandi verður endað eftir konkurslógarinnar § 143, tá ikki eru ráð til meira enn dekning av útreiðslum. Búgvið verður endað, um ikki kravánari seinast á avsluttandi skiftifundi veitir trygd fyri eyka útreiðslum til viðgerð av búnum. Randers, den 14.01.2015 Advokat Jes Weyhe Grønbæk Rådhustorvet 4 8900 Randers C Danmark Sagsnr. GK/42180 90 ára føðingardagur Hósdagin 22. januar fyllir Simona Niclasen (Mona) úr Hesti 90 ár. Tey, sum vilja hitta Monu, eru vælkomin á Boðanesheimið frá kl. 15–18. 85 ára føðingardagur Leygardagin 24. januar verður Kjartan Staksund, Eiði, 85 ár. 80 ára føðingardagur 3. februar fyllur Viljam Bech, Lopra, 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 31. januar í bygdarhúsinum í Lopra frá kl 15. Øll eru hjartaliga vælkomin merkisdagar 70 ár Tað kennist løgið – men ikki illa - at eg í næstum man sjúti fylla. Aftur við borði slíkt ei kann fara, tí vænti eg frænda-, vina- og kenningaskara í VB-húsið við mær og mínum at minnast hin dagin – seint undir krígnum. Veitslan verður í VB-húsinum tann 21. februar klokkan 19. Tey, ið vilja gleðast við mær hendan dag, biðjast siga frá á tlf. 213415 ella 373415 í seinasta lagi tann 11. februar. Bestu nýggjársynskir. Niels Petur Nolsøe (NePtuN) 80 ára føðingardagur 19. januar fylti Sofus Boesen í Froðba 80 ár. Føðingardagurin verður hildin á Seglloftinum á Tvør­oyri tann 24. januar frá kl 18. Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Annika Rúnadóttir Gjógvará, Tórs­havn og Virgar Enghamar, Tórs­havn. Vígslan verður í Vestur­kirkjuni kl 13. Veitslan verður hildin fyri inn­bodnum í Dansifrøði kl 17. Brúðar­hús verður 5. apríl í felagshúsinum í Stóragerði frá kl 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúðleyp og 80 ára føðingardagur Hósdagin 29. januar hava Hansy og Franklin Michaelsen diamantbrúdleyp, og 14. februar verður Hansy 80 ár. Dagarnir verða hátíðarhildnir í KFUM & K í Klaksvík, leygardagin 14. februar frá kl. 18 - 22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga sigi frá á tlf. 212557 ella 583317 áðrenn 7. februar. Brúdleyp Leygardagin 18. apríl giftast Edith Marnersdóttir Egholm, Vestmanna, og Pætur Rein Jensen, Tórshavn. Vígslan verður í Vestmanna Kirkju kl. 14. Veitslan verður í Dansifrøi kl. 18.30. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, verða vinaliga biðin um at siga frá áðrenn 28. mars á tlf 264912 ella 222525. Ella umvegis t-post: edith.marnersdottir@gmail. com Brúdleyp Leygardagin 14. februar giftast Dora Johannesen, Miðvágur og Martin Simonsen, Hvannasund. Vígslan verður í Miðvágs kirkju kl.14 og opið hús verður í bygdarhúsinum í Miðvági kl. 18. Tey, ið ynskja at gleðast saman við okkum hendan dagin, verða biðin um at siga frá, áðrenn 30. januar á tel. 223305 ella 222331 ella á mail 1981msimons@gmail.com Gullbrúdleyp hjá Matheu og Finnbjørn Hansen, Leirvík 20. február hevur hetta fitta vakra parið verið gift í 50 ár. Í hesum sam­ bandi ætla vit at feira dagin í Bygdarhúsinum í Leirvík fríggja­dagin 20. februar kl 19. Um tit ynskja at gleðast saman við gull­brúðarparinum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf 603111, 222301, 222302 ella 227362 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. Vit gleða okkum at síggja tykkum- 60 ára føðingardagur Mánadagin 9. februar 2015 fyllir Páll Lervig í Vági 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í VB-húsinum leygar­ dagin 7. februar kl. 11. Tey, ið vilja gleða meg hendan dagin, verða vinar­liga biðin um at siga frá á tlf. 373036 ella á tlf. 272667 áðrenn 25. januar 2015. 50 ára føðingardagar Tað hevði glett okkum um familja, vinir og kenningar vildu hildið 50 + 50 ára føðingardagar okkara saman við okkum. Dagurin verður hildin í Skálanum í Klaksvík tann 14. februar kl. 19.00. Vinarliga sigið okkum frá áðrenn 1. februar á tel. 755907 ella 455907. Vinarliga Krisfinn og Maria Christiansen