týsdagur 20. januar 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 4 l 19. januar 2015
4
vikutíðindi
Hesuferð eru tað 3 ymisk
listafólk, sum sýna fram.
Ymiskt má ein siga, tí tey, sum
sýna fram eru:
Stella Zachariassen,
sum er fødd og uppvaksin
á Sri Lanka men er gift til
Føroyar. Málningarnir, sum
Stella hevur valt at mála og
sýna fram hesuferð, eru av
ymiskum blómum. Stella
hevur málað nógv tey síðstu 2
árini og hevur selt málningar
uttanlanda eisini.
Hermundur Zachariassen
er verpápi Stellu og hevur
málað í nógv ár. Tað, sum
sermerkir hansara málningar,
er at hann málar sera
vakrar náttúru málningar úr
Føroysku vøkru náttúruni og
nógvir av málningunum hanga
í ymiskum heimum í Føroyum.
Hermundur, sum er deyvur,
er úr Norðragøtu, men hevur
búð á Argjum síðani fyrst í
60´unum.
Joy Johannesen, sum
er 12 ára gomul, fer eisini
at sýna fram nakrar av
sínum málningum. Joy er
dóttir Høgna og Shamila
Johannesen. Høgni úr Havn
og Shamila er úr Pakistan. Joy
dámar sera væl at mála.
Ætlanin er at fáa tey
vitjandi at ferðast ímillum tey
ymisku tema´ini við ymiskum
luktum, ljóðum og øðrum
fyri at gera tað enn meira
áhugavert. Framsýningin er í
Smiðjuni í Lítluvík og er opin
frá 22. januar til og við 27.
januar. Opið verður hvønn
dag frá kl. 13-19. Øll eru
hjartaliga vælkomin inn á
gólvið. Eisini verður okkurt
leskiligt at fáa.
Málningafram-
sýning í Smiðjuni
Hósdagin 22. januar
letur upp ein forvitnislig
málningaframsýning í
Smiðjuni í Lítluvík
Elding sóknast eftir
GOYMSLULEIÐARA
Elding er størsti hvítvøru- og elektronik-
handil í Føroyum við handlum í Havn og
Klaksvík.
Starvið sum goymsluleiðari inniber
fylgjandi:
Daglig leiðsla av goymsluni í Havn
Ábyrgd av goymslu og goymslustýring
Ábyrgd av inn- og útkoyring á goymslu
Tín profi lur:
Royndir frá líknandi starvi er ein
fyrimunur, men ikki ein treyt
Røkin og tænastusinnað/-ur
Góð samstarvs- og samskiftisevnir
Positiv/-ur og fl eksibul
Rímuliga góðan telduførleika
Er ábyrgdarfull/-ur, málrættað/-ur og
dugir væl at gera uppfylgjandi arbeiði
Vit bjóða:
Sjálvstøðugt starv, har dagligt
samstarv er við okkara handilsleiðarar
og við tílvísing beinleiðis til stjóran
Kappingarføra løn
Umsóknarfreist:
Freistin at søkja starvið er 1. feb. 2015.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Meira kunning:
Er tú áhugað/-ur at søkja starvið og
ynskir at hoyra meira, ert tú vælkomin
at seta teg í samband við Mads A.
Winther á fartlf. 529000
Umsóknin skal sendast til:
Elding sp/f
T-postur: maw@elding.fo
Att. Mads A. Winther, stjóri
Vit eru eisini á facebook:
facebook.com/eldingelrisin
Elding | Hoyvíksvegur 65 | Tel 359000 | maw@elding.fo | www.elding.fo
Elding søknast eftir einum røskum og dugnaligum
goymsluleiðara til handil okkara í Havn.
www.grafi kmaster.fo
Vit eru eisini á facebook:
facebook.com/eldingelrisin
ww
Hermundur Zachariassen, Joy Johannesen og Stella Zachariassen