týsdagur 20. januar 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 4 l 19. januar 2015
6
vikustólurin
Arbeiðssom, forvitin,
sum oftast glað
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Arbeiðssom, forvitin, sum oftast glað
Hvat merki er bilur tín?
Eigi ongan bil
Hvat merki er telefon tín?
Iphone 4S
Hvør er tín besta
summarfrítíðar-
uppliving?
Summarferiurnar úti í Hesti sum barn
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
“Tað mann fara at ganga”
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Heildini, persónligheitini, humorinum
Hvat ger teg í góðum lag?
Tá eg eri millum glaðar og kreativar
sálir, renna ein túr, ganga í fjøllunum,
vera saman við soninum
Hvat stressar teg?
At bíða
Hvør er tín yndisrættur?
Føroyskur matur úr moldini, sjónum, úr luftini
Hvat gleðir teg?
Tað at mál eyðnast, ella ferðin hagar
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
At leikurin Stovugenturnar fingu lív og skap
Hvar arbeiðir tú?
Freelance sjónleikari – ymisk støð: Tvazz,
á Tjóðpalli Føroya, undirvísi, lesi upp,
ymiskt innan sjónleik, samskipan
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Ringt at siga við einum setning....
forvitni, at røra okkurt í øðrum....
skapa, siga søgur... gera karakterir...
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Har er so nógvar.... men stórt
sæð, tá alt svingar.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Nærum øllum genrum, uttan trash metal
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Hmmm, veit ikki, hjólið, kumpassin, so skip
kundu finna vegin fram, hvítleykspressan,
so vit kunnu kryddað matin við hesi fínu urt,
prentmaskinan, so kunning og vitan kundi
margfaldast, skrivimaskinan, so áðurnevnda
kundi gerast uppaftur skjótari, teldan, so
áðurnevnda kundi gerast uppaftur skjótari,
internetið, so heimurin kann samskifta,
gummistivlarnir, uppvaskimaskinina/
vaskimaskinan, har eru so nógvar
genialar....
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Útbúgving
Hvat er títt besta
heimaráð?
Lurta við hjartanum
Hevur tú nakað
húsdjór?
Nei
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Goldið húsalánið, fari at ferðast, latið
burturav til familjuna, pensjonsuppsparing
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Keypt Kommandørhúsini Yviri við
Strond og gjørt ein listadepil/eitt
mentanarhús/eitt gestahús til heilsubót
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Familja og vinir eru so tætt við, –
umframt summardøgg og kolandi
útsynningur og alt harímillum.
Hvar ert tú um 10 ár?
Sikkurt meira ella minni sama stað sum í
dag. Vónandi læri eg av mínum royndum
og havi vísdóm til at byggja víðari við.
Livst so spyrst.
Navn: Gunnvá Zachariasen
At røra okkurt
í øðrum....gjørdi,
at eg valdi at
arbeiða sum
sjónleikari