Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 4 l 19. januar 2015 8 Bilar á bilstøðini Bil Bilurin Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Mynd av bilum á bilstøðini BIL 1444 í Liðagøtu í Havn. Myndin er tikin í 60-unum. Bilstøðin Bil var millum Seglvirkið hjá Niels í Heiðunum (v.m.) og handilin Ure Guld Sølv hjá H.C. Lauritzen. Bilarnir eru f.v.: Ford Taunus 17M (árg. 1964-67), síðan tveir Ford Taunus 17M (árg. 1960-64), Ford Taunus 20M (árg. 1964-67) og ein Rambler Classic árg. 1965. Í 1979 varð bilstøðin BIL løgd saman við bilstøðini MiniTaxi í Jónas Broncksgøtu og samanlagda støðin flutti niðan í Gundadal. Síðan 1996 hevur støðin hildið til á Farstøðini á Eystaru Bryggju. Havnin – fólk og yrki v/ Birgar Johannessen Mynd: Søvn landsins Svimjifelagið Ægir í Klaksvík 40 Tað var tann 12. januar í 1975, at stovn­andi aðalfundur varð hildin í Klaks­vík. Fundurin var í gomlu fim­ leikarahøllini, og har vóru umleið 150 fólk til fyrsta aðalfundin. Har var ymiskt á skránni, eitt nú bleiv navnið Ægir valt, sjá Gerðabók herundir. Í fyrstu nevndina komu hesi: Poul Nolsøe 127 atkvøður Jógvan Ellinsgaard 113 atkvøður Magnus Mikkelsen 108 atkvøður Helgi Laksafoss 105 atkvøður Jóannes Klein 108 atkvøður Til tiltakslimur vóru vald Anna Stampe og Símun Absalonsen. Á sjálvum 40 ára stovningardegnum fór Ægir farin til Ísland á venjingarlegu og til kapping. – Í februar ella mars mánaði verður stór veitsla, har núverandi, gamlir svimj­arar, nevndarlimir, sponsorar og onnur vera við, og ígjøgnum alt árið 2015 verður 40 ára dagurin mar­ker­ aður, sigur Símun á Høvdanum, for­ maður í Ægir. Seinasta mánadag vóru 40 ár liðin, síðani svimjifelagið Ægir í Klaksvík varð stovnað.