Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 4 l 19. januar 2015 26 Heilsa vikutema Í Føroya Keyps­ samtøku og Miklagarði kanst tú bíleggja frukt og grønmeti. Tú velur sjálv, hvussu ofta, til dømis hvørja viku ella aðru hvørja viku. Fá meira at vita á fk.fo og sms.fo ES lond hava í fleiri ár verið ósamd um at dyrka GMO-avgrøði. Í síðstu viku loyvdi Europa­parla­ mentið teimum einstøku lond­un­ um í ES sjálv at avgera, um tey vilja banna íleguskoyttari (GMO) av­grøði og matvørum, hóast tað er góð­kent at brúka í øllum ES. Av­gerðin fær gildi nú í vár. Margrethe Auken umboðar SF í Europaparlamentinum, og hon hev­ur verið og er ímóti bæði GMO- mat­vørum og -avgrøði. Hon ivast í, hvussu stóran týdning samtyktin fær, skuldi Danmark avrátt at banna GMO, og onnur lond í ES ikki gera tað. Torført verður at halda skil á vørum, sum koma til landið. Hon er eisini eitt sindur vónbrotin um, at nýggja samtyktin ikki áleggur lima­londunum at verja landbrúkini, sum ikki brúka GMO. Kelda: dr.dk GMO (Ílegumanipulasjón) Ein ílegumanipulerað kykna, stytt GMO, er ein kykna, sum tøkniliga er broytt við til dømis at hava fingið ílegu frá aðrari kyknu. Tað kann ofta vera frá kyknu, sum hon als ikki er í ætt við. Í land­ búnaðinum verða plantur GMO-við­gjørdar, so tær verða harð­førari móti skaða­djór­um og týninga­ revnum (pesticidum). Fyrsta GMO-avgrøðin varð dyrkað í USA í 1996. Tíggju ár seinni varð velt GMO- avgrøði í Agentina, Brasil, Kanada og India. í Europa dyrka m.a. Spania, Frakland, Portugal, Týsk­land og Kekkia GMO-avgrøði. Avgera sjálv Ivasamt er, um tú hevur nakran møgu­ leika at vissa tær, at vørur eru GMO- fríar. Tað verður ikki altíð upplýst á pakn­inginum. Tað veri seg bæði frukt, grøn­meti og kjøt. Tú kanst kenna teg trygga við at keypa vistfrøðiligar vørur. Fleiri handlar hava alternativ til flestu av teimum van­ligu vørunum. Prísurin er hægri, men góðskan er hareftir. Harafturat er nógv at vinna við at keypa vistfrøðiligt. Til dømis høsnar­ ungin á myndini til vinstru. Hann hevur livað eitt gott lív. Hevur gingið úti og skavað um dagin og sitið á vagli­num um náttina. Soleiðis er hann sloppin natúrliga at vaksa seg stóran. At høsnar­ungin hevur havt tað gott og hevur fingið natúrliga og vistfrøðiliga føði ger, at kjøtið er sevjumiklari enn hjá teimum, sum eru vaksnir upp í stórum høsna­gørðum, har teir standa trok­aðir saman og liva eitt lív í pínu, har ongin munur var á degi og nátt. Vistfrøði Nøkur av merkjunum, sum vistfrøðiligu vørurnar eru merktar við Kassi og Leypur við frukt og grønmeti Kassin frá Føroya Keypssamtøku Leypurin frá Miklagarði Lagt til rættis: Simona Weihe