týsdagur 20. januar 2015síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 4 l 19. januar 2015
30
Heilsa
vikutema
Mong eru tey, sum gerast troytt av
brillum og linsum og leingjast eftir
aftur at hava fullkomna sjón. Og nú
er tað gjørligt hjá teimum flestu. Fleiri
og fleiri føroyingar hava seinastu
árini ferðast uttanlands fyri at fáa
eygnaviðgerð og nú bjóða føroysku
ferðaskrivstovurnar eisini túrar til
viðgerðarstovur í Íslandi. Vanliga fer
ein av landinum mánadag, og fer
beinleiðis til kanningar. Týsdagin er
sjálv viðgerðin, mikudag ein eftir
kanning og so heim til Føroya, við
nýggjari sjón, fríggjadag.
– Tað er ein javnur streymur av
fólki, ið fer til Íslands at taka hesa
viðgerðina, sigur Sakaris Fredriksen,
sølu- og marknaðarleiðari á Fonn
Flog, ið er ein av ferðaskrivstovunum,
ið bjóðar slíkar túrar.
Sakaris Fredriksen sigur, at tað
góða við einum slíkum túri til Íslands
er, at ein hevur góðar møguleikar at
njóta Ísland eisini.
– Kanningarnar eru ikki so drúgvar
og sjálv skurðviðgerðin tekur einans
nakrar minuttir. Tað gongur ein góð
ur tími, frá at viðgerðin byrjar, til tú
verður útskrivaður aftur. So kann
ein fara og njóta Reykjavík restina
av degnum. Og hósdagin er einki á
skrá, so tá hevur ein frælsi at fara
onkran dagstúr eisini, sigur Sakaris
Fredriksen.
– Fyri teirra, sum ikki kunnu verða
burtur frá arbeiði í eina viku, bjóða
vit eisini vikuskiftistúrar, við fráferð
fríggjadag, viðgerð leygardag og
heimkomu mánadag, sigur hann.
Áhugin fyri slíkum viðgerðum er
stórur. Herfyri skipaði Fonn Flog fyri
fyrilestrum í Havn og í Klaksvík, við
vitjan av fólki frá viðgerðarstovuni
í Íslandi. Yvir hundrað fólk møttu til
hvønn av fyrilestrunum og tað var
eyðsæð, at áhugin fyri slíkum viðgerð
um var stórur.
Tann vanligasta skurðviðgerðin
fyri sjónveik er geislaviðgerð. Fram
ferðarhátturin er tann, at fyrst verður
eygað doyvt við eygnadropum. Eygað
verður hildið opið av tólum, soleiðis
at tær ikki er gjørligt at blunka undir
viðgerðini.
Síðani taka teldustýrdu geislarnir
yvir. Geislarnir broyta bugin á horn
hinnu eygans við at guva burtur horn
hinnuvevnað. Hvør einstakur sjúklingur
fær eina viðgerð lagað eftir sínum
tørvi. Og nakrar minuttir seinni er
viðgerðin liðug. Umleið hálvan annan
tíma eftir, er viðgerðin liðug. Eyguni
eru eitt sindur eym, men einki forðar
tær at fara ein spákitúr ella at shoppa
í Reykjavík.
Á Sjónlag, sum er íslendska við
gerðarstovan, sum Fonn Flog sam
starvar við, bjóða tey eisini aðrar
eygnaviðgerðir. Her ber til at fáa við
gerð fyri eygnastar og eisini at skifta
linsuna. Hetta seinasta kann vera
ein betri loysn enn geislaviðgerð hjá
teimum, sum eru langsýnd og hjá eldri
fólki.
Men hvat um undankanningin á
viðgerðarstovuni vísir, at ein ikki er
egnaður til slíka viðgerð?
– Tað er sjálvandi ein vandi fyri
tí. Hóast ein kann fáa slíkar undan
kanningar í Føroyum, so er tað tann,
sum verður gjørd í Íslandi, sum er
avgerandi. Vísir hon, at tú ikki ert egn
aður til slíka viðgerð, ella at tú skalt
koma aftur seinni, so verður kostnað
urin av sjálvari skurðviðgerðini sjálv
andi endurgoldin. So veður tað sum
ein vanligur vikutúrur í Íslandi, sigur
Sakaris Fredriksen.
Tey gerast alsamt fleiri, ið halda at
venjing er um at gerast ov torgreidd.
Alskyns aðrir hentleikar eru farnir at
stjala fokus frá sjálvari venjingini. Tey
eru tí farin at gera alt meiri einfalt
aftur. Í nýggja venjingardeplinum
Tvørmegi eru tí eingir flatskermar,
tól, spegl ella tráðleyst internet –
bara venjing. Har verður farið burtur
frá tøknini og aftur til upprunan.
– Her skulu vit venja og einki
annað fjas, sigur Heini Hátún, ein av
stigtakarunum handan Tvørmegi.
Í Tvørmegi íðka tey vitjandi tað,
sum kallast CrossFit. CrossFit byggir á
nátúrligu rørslurnar – at standa, sita,
kasta, toga, lyfta, skumpa, klintra,
renna og leypa. Allar rørslurnar gag
nnýta fleiri kroppsliðir og vøddar.
Funktionellar rørslur stimbra kroppin
sjótari og meira heildarliga enn venjing
av einstøkum vøddum. Tvørmegi er ein
føroyskan av orðinum CrossFit.
Í Tvørmegi siga tey, at øll kunnu
vera við uttan myn til aldur, kyn ella
venjingarstøði. Venjingin byggir á
nátúrligar rørslur.
– Kroppurin er í sær sjálvum eitt
sera gott venjingartól, sigur Heini
Hátún. Tí verður dentur lagdur á
nátúrligar rørslur, tó verða nógv ymisk
amboð nýtt, ið eru serliga hóskandi
til funktionella venjing, so sum vekt
stengur, fimleikaringar, bóltar og
hoppibond.
Tvørmegi byrjaði í apríl 2013
og hevur sostatt skjótt tvey ár á
baki. Venjingin í Tvørmegi fer fram í
bólkum, tó stuðla venjararnir altíð tí
einstaka.
– Vit venja saman og venjingin
verður alla tíðina tillagað í mun til
stigið, tann einstaki er á. Talan er um
eina búningartilgongd bæði í mun til
førleikar at fremja CrossFit fyri fullum
útblástri og í mun til hugburð um at
venja saman, sigur Heini Hátún.
Hann sigur, at tey, ið venja í Tvør
megi eru sera ymisk og hava ymiska
ítróttarbakgrund.
– Tað eru fólk við ymsum førleikum
og royndum, sum hittast, kvinnur og
menn, yngri og eldri, úr ymsum sam
felagsløgum. Her er ein opin tilgongd,
har fólk læra saman.
Tvørmegi leggur dent á dygga og
stutta venjing. Dygg venjing gevur
betri úrslit og tí eru rørslurnar í
CrossFit sera krevjandi og sum við
allari venjing er týdningarmikið, at
rørslurnar verða gjørdar rætt.
– Góðska, rættar og tryggar rørslur
er aðalmálið. Vit merkja stór framstig
í støðinum hjá limum og byrjanin av
eini jaligari ringrás merkist. Ikki minst
so síggja vit fleiri og fleiri dømi um
fólk, ið fáa ein heilsubetri dagligdag.
At gerast sterkari, fimari og at fáa
størri orku er beinleiðis útrykk fyri
eina betri heilsustøðu, sigur Heini
Hátún.
Heini Hátún greiðir frá, at framtíðin
hjá Tvørmegi særbjørt út. Talan er um
at skipa fyri regluligum kappingum
og í juli skipaði Tvørmegi fyri fyrstu
crossfitkappingini í Føroyum. Eisini
er talan um at stovna nýggjar ítrótt
argreinar, so sum olympiska vekt
lyfting.
– Orkan, intensiteturin og jaliga
ringrásin, sum stendst av at fleiri
gerast betri og kasta sítt íkast inn í
heildina merkist væl nú, sigur Heini
Hátún. Hann greiðir frá, at Tvørmegi
venur sínar egnu venjarar, men at
slík menning tekur tíð og krevur ein
miðvísan innsats, bæði av starvs
fólkum og av limum í Tvørmegi, sigur
Heini Hátún at enda.
Bara
venjing
Við Fonn Flog til Íslands
at gera eyguni