Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 23. januar 2015 – Tey gomlu keða seg á ellisheimum! So bersøgin er yvirskrift her í blaðnum í dag – og boðskaðurin er, at sparingar oman á sparingar hava ført til, at eldraøkið í Føroyum ikki longur er mennandi fyri eldru borgarar okkara. Eldraøkið er er heldur vorðið eitt parkeringspláss, har vit geva teimum gomlu ta mest grundleggjandi røktina og lítið og einki annað. Um støðan er so ring, so er tað kanska gott, at tað nú eru kommunurnar, sum varða av økinum, heldur enn okkara kosnu landspolitikarar – um viljin veruliga er so lítil til at geva okkara eldru eitt virðiligt lívskvøld. Valla er tað eitt endamál í sjálvum sær at gera umstøðurnar hjá okkara eldru verri. Men vit kunnu staðfesta, at tað er ein avleiðing av tí politikki, sum førdur verður. Og er tað so, at kommunurnar yvirtaka økið, meðan tað er niðurpínt og harvið er nógv bíligari at reka, enn tað hevði verið, um tilboðini vóru optimal, so er ein stór avbjóðing fyri framman. Øktar útreiðslur til økið skulu rindast úr kommunukassum. Og ikki eru allir kassar eins væl fyri. Vandin er tí, at vit fáa ymisk tilboð alt eftir, hvørjum parti av landinum, tey búgva í. Sambært útsøgnum í blaðnum í dag, so sæst longu farvegur til ein slíkan stættarmun, tí at eitt nú Tórshavnar kommuna er komin nógv longur, enn onkur av hinum kommunum, ið samstarva, har tey enn bara hava sett onkrar arbeiðsbólkar. Sambært starvsfólki á Tjarnargarði, so hava tey nøkur grundleggjandi ynski: Um fasta normering lóg, um at øll skulu sleppa at arbeiða átta tímar, um køkshjálp um dagin og um kvøldið, um meira tíð til búfólkini. At eykajáttanir skulu síggjast aftur á gólvinum, so búfólkini fáa betri sømdir. At ein fysioterapeutur er til taks, at meira orka verður løgd í rehabilitering. At ein ítrivsstova er á hvørjum heimi. At tað verður krav, at tey gomlu fáa fríska luft hvønn dag, og at hugsað verður um at eggja ungum til at fáa sær útbúgving innan eldrarøkt. Tað merkir betri arbeiðskor og hægri løn. Kravið til kommunurnar er greitt: Vísið okkara gomlu størri virðing, enn løgtingið gjørdi. Hon fekk boð um at halda blankan kjaft, og so kvetti ikki aftur í henni Tað var ikki við mýkindum, at kommunu­ læknin á Tvøroyri, Signar P. Dam, fór við løgtingskonuni í Sandavági, eftir hon og Karsten Hansen kjakaðust um sparingar á Landssjúkrahúsinum. – Má siga, at mítt suðroyarblóð kom í kók, tá ið eg sá hasa hyklerisku framferðina hjá Rósu Samuelsen Í sjónvarpskjakinum týskvøldið, skrivar hann í lesarabrævi. Og rætt hevur hann – tí hann kókaði helst yvir, tá hann festi hesi orð á blað og sendi tey norðurum: HALT BLANKAN KJAFT RÓSA! Sambært læknanum á Tvøroyri, so eigur Karsten Hansen hvørki lut ella deil í syndarliga skilinum á Landssjúkrahúsinum: – Sannleikin er, at ábyrgdin fyri øllum trupul­leikunum á Landssjúkrahúsinum liggur hjá Rósu Samuelsen sjálvari. Alt botnar í, at Landssjúkrahúsið hevur havt mestsum 0 vøkstur á fíggjarætlanini í fleiri ár, og hvør hevur ábyrgdina av hesum? – Rósa Samuelsen! Hon hevur m. a. syrgt fyri, at Landssjúkrahúsið skal spara útvið 30 mill. kr!! tey næstu tvey árini. Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðla­ húsinum, væntar eina váta viku við vaksandi vindi, og at vit kunnu vænta storm sunnudagin Í dag, fríggjadagin, verður hvassur vindur av útsynningi og regn, seinni nakað minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum fýra og sjey stig. Leygardagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av útnyrðingi og vestri og ælingur, partvís heglingur. Hitin millum eitt og fýra stig. Sunnudagin verður skrið ella stormur av útsynningi og ælingur, partvís heglingur. Mánadagin upp í hvassan vind av útnyrðingi og ælingur, partvís kavi. Hitin millum frostmarkið og fýra hitastig. Meira virðing fyri teimum gomlu Eingin rósa er rósa allan dagin Næsti storm­urin á veg halt blankan kjaft! Veður so segði hann... Les eisini blaðið á telefonini »Vit eiga at kanna, um tað ber til við lóg at nokta bankunum at hava hava hægri rentu á lánum til vinnulívið í útjaðarnum enn í miðstaðarøkinum.« Flóttafólk: Eitt kjak í leysari luft Arni Zachariassen Tíðargrein síða 19 Brúsuforhang fekk tey til Føroya Síða 30-31 Orðabøkur og kavaveður Frits Johannsen Kjak síða 18 Visti tú? At tað búgva 48.618 fólk í Føroyum – og at metið var 48.916 í 2009 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, á tingfundi mikudagin