Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Eg havi lisið í Den Korte Avis, at tað eru muslimar, ið eru orsøk til streym­slitini seinastu vikurnar« Sæð á Facebook: »Víkingur vann upp á knock- out í 20. minutti« – Vit vilja geva hvørjum einstøkum føroyingi møguleika fyri at hjálpa okkum at lyfta hesa byrðuna, sum krabbamein er. Tískil seta vit 14. mars av til »grannakaffi« - ein hugnaligan dag, har vit eisini savna inn Grannakaffi snýr seg um, at vertir bjóða vinum, kenningum, familju, bindiklubbum, ítróttarvinum ella øðrum heim til sín. Har verður ein drekkamunnur, og so stendur øllum frítt, um tey vilja skipa fyri onkrum eisini: framførslum, loppumarknaði ella hvat sum helst – ella tað bara er eitt hugna­ligt prát afturvið drekkamunninum, greiðir Jansy Gaardlykke frá krabba­ meinsfelagnum frá. Tey, sum melda seg til at vera vertir, fáa eina bússu frá Krabbameinsfelagnum, og ætlanin er so, at gestirnir lata eina upphædd – alt eftir førimuni – í bússuna. Hetta fer óskert til Krabbameinsfelagið. – Hetta er eitt slag av innsavning, har man hjálpir krabbameinsfelagnum. Vit hava allatíðina brúk fyri pengum, tí vit fáa ongan almennan fíggjarligan stuðul, vísir Jansy Gaardlykke á. Við hesum er ætlanin at gera inn­ savningar á ein øðrvísi máta; ein máta, har man ger tað fólksligt og skapar hugna rundan um tað. Tað, at ein dagur er settur av, tá vónandi nógv fólk fara til grannakaffi, ger, at tilvitskan um krabbameinsfelagið verður størri – eina bevístheit um krabbameinsfelagið. – Vit kundu eisini farið hús úr hús við eini bússu, men tað skapar ikki eins stórt fokus. Skalt tú til eitt tiltak at hugna tær saman við vinum og kenningum og til ein vert, sum tú longu kennir frammanundan, ja, so skapar tað størri tilvit. Leygardagurin 14. mars er settur av til Grannakaffi, og vónandi fara allir føroyingar at taka væl ímóti hesum. Á enskum eitur tiltakið »The greatest coffeemorning«, og hetta er eitt tiltak, sum verður hildið í fleiri londum.Abrahamsen. Mammografi: (lækn.) rønt­ genbróstkanning (tá ið kann­ að verður eftir, um konufólk hevur krabbamein í brósti) »Eg havi funnið ein knykil í bróstinum. Eg havi tvær ávísingar til mammografi frá læknanum, men eg havi bíðað síðani september og havi enn einki frætt.« Eyðgerð Mørkøre Kruse, mamma at trimum børnum, staðfesti í kringvarpinum, hvussu ørkymlandi langa bíðitíðin er viðvíkjandi mammografitrupulleikanum í Føroyum. Síðani er málið tikið upp ymsa staðni, millum annað eru undirskriftir innsavnaðar í tinginum, og Karsten Hansen hevur nú staðfest, at mannagongdirnar eru broyttar, soleiðis at bíðitíðin í mesta lagið skal vera ein mánað. Djarva Eyðgerð Mørkøre Kruse, sum við at greiða frá síni sváru støðu setti ferð á hetta málið, hevur nú fingið innkalling frá Landssjúkrahúsinum, og hon skal til kanning innan eina viku. Stórkavi darvaði ferðsluni í sera stóran mun seinasta part av farnu viku. Nógvir bilar standa fastir og bíða í tímavís eftir hjálp. Mannagongdirnar í sam­ bandi við mammo­grafi­ kanningar á LS verða broytt­ar, eftir at ein kvinna traðkar alment fram. Hóast knykil í bróstinum og tvær ávísingar, hevur hon bíðað í 4 mánaðir uttan at sleppa framat. Karstin Hansen broytir manna­gongdirnar, so bíðitíðin í mesta lagið skal vera ein mánað. 13 orðabøkur hjá Sprot­ anum eru nú lætnar al­ menninginum til fría nýtslu. Arbeiðið at byggja Landssjúkrahúsið út er byrjað. Nýggji H bygningurin skal vera 10.000 fer­metrar og er mettur at kosta 348 milliónir. Byggifeilur er staðfestur í Marknagilsdeplinum. Sam­ bært Landsverki eru tað donsku ráðgevararnir, sum hava gjørt ein roknifeil. Tað hevur darvað arbeiðnum, men enn ber ikki til at siga, um endaliga tíðarfreistin verður ávirkað. Ein lastbilur koppar á Ring­vegnum í Havn eftir at hava stoytt saman við ein­um persónbili. Tað sær ógv­us­ligt út, men eingin fekk mein. Ein vinardystur millum HB og Vìking endar við bardaga mill­um tveir leikarar, og HB’leikarin brýtur nøsina. Løgreglan tekur av sínum ein­tingum málið upp sum harð­skapsmál. Enn einaferð liggur alt megin­økið í streymloysi, tí SEV fær blackout. Kvinnur, menn og »damudreingir« Tað verður kynsbýtið í Teilandi, eftir at nýggja grundlógin kemur í gildi har í apríl. Nýggja kynið fær heitið Kathoey. Í Teilandi eru umleið 300.000 »damudreingir«, sum fegnast um komandi rættindini. Sum er, eru trupulleikar við at fáa pass, at íðka ítrótt, at fáa konto í bankanum og at fáa tryggingar. Pathoey eru føddir sum dreingir, men hava livað lívið sum gentur og konufólk. Teilendska stjórnin sigur, at stigið verður tikið fyri at skapa øllum javnrættindi og fyri at tryggja øllum somu kor. Grannakaffi »Mammo­grafi« Teiland viðurkennur triðja kynið Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt streymslit hava verið higartil í ár 4 mangt og hvat Mánadagin: Sunnudagin skrið ella stormur av útsynningi og ælingur, partvís heglingur. Mánadagin upp í hvassan vind av útnyrðingi og ælingur, partvís kavi. Hitin millum 0 og +4 stig. Hósdagin - seinnapart: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og ælingur. Hitin millum 5 og 8 stig. leygardagin hósdag fríggjadag 5-10 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s 5-10 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s Fríggjadagin: Hvassur vindur av útsynningi og regn, seinni nakað minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum 4 og 7 stig. Leygardagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útnyrðini og vestri og ælingur, partvís heglingur. Hitin millum 1 og 4 stig. Sunnudagin: Sunnudagin skrið ella stormur av útsynningi og ælingur, partvís heglingur. Mánadagin upp í hvassan vind av útnyrðingi og ælingur, partvís kavi. Hitin millum 0 og +4 stig. triðja kynið