Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 5 l 26. januar 2015 Ókeypis lýsingarblað 6 vikutíðindi Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk úr øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast henda sorgarleik, er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust. 1. november 2005 samtykti ST ein­mælt, við støði í Manna-rætt­ inda­sáttmálanum og Fólka­dráps­ sátt­málanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holo­caust og øll onnur fólkadráp, framman­undan og síðan. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minn­ingardag, soleiðis at komandi ættar­lið kunnu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur verða framd. Á Føroya Løgtingi verður eisini virkað fyri, at 27. januar verður viður­ kendur í Føroyum sum almennur minningardagur um Holocaust. Vinafelagið Føroyar-Ísrael vónar, at hesin stóri sorgarleikur í farnu øld, eisini í Føroyum fær henda dagin sum ein virðiligan minningardag. Týskvøldið 27. januar kl. 19.30 skip­ar Vinafelagið Føroyar – Ísrael fyri Holocaustminningar-løtu í Østrøm í Havn. Í ár fær felagið serliga vitjan úr Jerúsalem. Tað er leiðarin í deildini fyri vinafeløg í Keren Hayesod, Shmulik Fried, sum fer at hava fyrilestur um, hvussu Keren Hayesod, síðan 1920 hevur hjálpt jødum heim til Ísraels og hjálpt teimum til rættis í heim-landi teirra. Á skránni er eisini sangur, filmur og drekkamuður. Øll eru vælkomin. Les meira á www.shalom.fo Holocaust minningarløta í Østrøm – gestarøðari úr Jerúsalem Tá snarljós slær niður í bygt øki, er vandi fyri, at bæði størri og minni tól fáa el-skaða ella verða heilt oyðiløgd. Í ringasta føri kann eldur eisini festa í. Hetta vísti seg at gerast veruleiki mitt í jólamánaðinum í fjør. Fráboðanir um el-skaðar til Trygg­ ingarfelagið Føroyar komu úr øllum Føroyum, men flestu skaðarnir vórðu tó skrásettir í Saltangará. Har vóru til­samans 98 el-skaðar fráboðaðir Trygg­ingarfelagnum Føroyum. Soleiðis verjir tú teg móti el-skað­ um av snarljósi Um ein ynskir at verja seg mest møguligt móti skaðum, ið kunnu koma av snarljósi, mælir Tryggingarfelagið Føroyar til at taka stikkið úr kontaktini á el-lutum, meðan toran gongur. Um boðað verður frá illveðri, har møgu­ leiki er fyri torugangi, er somuleiðis skila­gott at taka stikkið úr kontaktini á øllum el-lutum, um eingin er heima ella húsfólkið svevur. Minst tó til at seta streymin til aftur t.d. frysti­boks­ ina, so frystivørurnar ikki fáa skaða. Her er serliga talan um sjónvørp, teldur, útvørp, talgildar móttakarar og ikki minst beinarar (router). Tá toran gekk í fjør, vísti tað seg, at slíkir lutir fingu flestu el-skaðarnar. Eisini skal øll streymveiting til hús og bygningar verða løgd inn av góð­ kendum elektrikara. Eru húsini gomul, er skilagott at fáa eftirkannað, um streym­veitingin er tíðarhóskandi og lýkur dagsins trygdarkrøv. Á myndini síggjast nakrir av smærru lutunum, sum orsakað av el- skað­u­m eru latnir Tryggingarfelagnum Før­oyum, og har tað ikki loysir seg at umvæla skaðan, ið ákom stóra toru­ dagin 10. desember 2014. Toran var orsøk til 161 el-skaðar Tað er ikki serliga vanligt, at toran gongur í Føroyum og tað er enn meira óvanligt, at snarljós sláa niður í bygt øki. Flestu snarljós ferðast einans millum skíggini og raka tí ikki jørðina. Men 10. desember 2014 vísti tað seg, at snarljós slógu óvanliga ofta niður millum sethús í Føroyum. Av tí sama fekk Tryggingarfelagið Føroyar nógvar skaðafráboðanir henda merkisverda dagin. Størsta tryggingarfelagið í Føroyum fekk tilsamans 161 fráboðanir um el-skaðar av toruganginum