mánadagur 26. januar 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 5 l 26. januar 2015
8
Nýggi leiðari á KT partinum hjá Elding
Vinnuveitan er Jan P. Jacobsen. Jan
hevur drúgvar royndir innan KT sølu
og hevur síðstu árini starvast hjá
Nema.
Elding Elrisin er størsti elektronik-
og hvitvøruhandil í Føroymum, við
handlum í Havn og Klaksvík.
Mads Andreas Winther, stjóri,
sigur, at tað er ein nattúrlig víðari
menning hjá Elding Elrisanum nú eis
ini beinleiðis at bjóða føroysku vinnuni
KT-útgerð við góðum loysnum og
prísum. Hetta hevur í nógv ár verið
gjørt av okkara samstarvspartnara El
giganten í Norðanlondum við góðum
úrslitum.
Stóri fyrimunurin hjá føroysku
vinnuni er at vit hava eitt gott úrval av
KT útgerð á goymslu, umframt at vit
bjóða okkum at skaffa alla KT útgerð
við stuttari levering og til góðar prísir.
Harumframt hava handlarnir hjá Eld
ing Elrisanum eitt sera stórt úrval av
aðrari útgerð, sum nattúrliga hoyra
afturat KT-útgerð sum vinnan spyr
eftir. Hetta er m.a. sjónvørp, telefonir,
ljóðútgerð, smærri kontórartiklar osv.
Tí kann føroyska vinnan nú keypa alla
KT- og elektronik útgerð til skrivstov
una á einum stað.
Málið hjá Elding Vinnuveitan er at
hava eina dygdargóða tænastu, gott
KT úrval, skjóta levering og góðar
prísir til føroysku vinnuna, sigur Mads
Andreas at enda.
Elding Vinnuveitan er nýggja navnið á vinnuligu tænastuni frá Elding Elrisanum,
sum umboðar ávikavist hvítvørur og KT-útgerð til føroysku vinnuna.
Elding selur nú KT-útgerð
til føroysku vinnuna
Birgir Nielsen vinnusøluleiðari,
Mads Andreas Winther,
stjóri, og Jan P. Jacobsen
KT-søluleiðari
Mynd: Sigmar Mørkøre