Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 5 l 26. januar 2015 Ókeypis lýsingarblað 10 vikutíðindi Fjølment í føðingardag hjá Sunda kommunu 28 børn í 3. flokki í Sunda kommunu vóru í føðingardegi hjá kommununi í síðstu viku Vilmund Jacobsen Tað var sannur veitsludámur á kommunuskrivstovuni á Oyrar­ bakka, tá næmingarnir í øllum 3. flokkunum í kommununi í síðstu viku vórðu bodnir í føðingardag hjá Sunda kommunu, sum nú hevur 10 ár á baki sum samanløgd kommuna. Kommunan gjørdi nevniliga av at bjóða øllum børnunum, sum eru fødd sama ár, sum Sunda kommuna gjørdist veruleiki, í føðingardag. Kommunan bjóðaði teimum 28 børnunum kakumann og saft. Borgarstjórin, Heðin Zachariasen, bjóðaði vælkomin og greiddi frá um Sunda kommunu og um, hvussu býráðsfundirnir ganga fyri seg. Síðani greiddi Asbjørn Djurhuus, býráðslimur, frá um, hvussu tað var, tá hann gekk í 3.flokki. Til seinast var ein spurnarkapping, og øll børnini fingu eisini eina lítla gávu frá kommununi.