Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 5 l 26. januar 2015 Ókeypis lýsingarblað 16 Vikutema Hús&Heim Elding er altíð ein uppliving At vitja Elding við Hoyvíksvegin er altíð ein uppliving. Tað kennist væl at koma inn í handilin, har vítt er til veggja og høgt til loftið Handilin er flott uppsettur, og lætt er at finna runt í handlinum, eins og starvs­fólkini eru fyrikomandi og ganga kundunum til handar. Handil­in er skipaður sum er ein stórur sjálv­ tøku­handil. Í mars í ár eru 20 ár síðan fyritøkan Elding varð stovnað. Tað var Mads Andreas Winther, sum stovnaði Elding í SMS í 1995. Byrjað var í kreppuárunum, men búskapurin var so smátt við at venda til tað betra tá. Frá byrjan legði Elding stóran dent á at hava rætta vøruúrvalið og at veita eina proffesionella og góða tænastu. Mads Andreas hevði tá arbeitt í 18 ár hjá Marstein við Áarvegin, har hann eisini hevði staðið í læru. Handilin seldi radio, sjónvarp, el-húsarhaldstól og tónleikaútgerð. Navnið Elding kemur av staðar­ navninum Elding í haganum sunnan fyri Skopunar bygd. Elding kann eisini merkja "uppkynding" og "snarljós". Elding var góð 10 ár í SMS, síðani var handilin eitt skifti á Hálsi, nøkur ár í Miðlon og síðan november 2011 hevur Elding verið í stóru og snotuligu hølunum, har ið bakaríið hjá Gunnleivi og Grón vóru í fleiri ár. Elding hevur í dag størsta elek­ tronik- og hvítvøruhandil í Føroyum við handlum í Havn og í Klaksvík. Hølini í Havn eru uml. 2000 fermetrar og eru sera væl egnaði til virksemið hjá Elding, ikki minst eftir at Elding í 2005 gjørdist limur í stóru skandinavisku el-ketuni Elkjøp, ið aftur er partur av Dixon Group, sum er ein av størstu el- ketum í heiminum. Elding Elrisin Flest øll kenna Elgiganten handlarnar í Danmark. Konseptið hjá Elding er tað sama, og handlarnir líkjast somuleiðis. Í dag verða handlarnir hjá Elding nevndir Elding Elrisin. Endamálið er at selja merkivørur til sera góðar prísir. Vøruúrvalið hjá Elding Elrisanum kann býtast upp í hvítvørur, smá eltól, KT og sjónvarp. Úrvalið av hesum vørum er sera stórt og breitt. Nevnast kann t.d. at Elding síðani byrjan hevur selt og umboða Miele hvítvørur og aðrar Miele vørur. Sum einasti handil í Føroyum hevur Elding eina “Miele mið­støð” í handlinum í Havn. – Vit leggja sera stóran dent á, at okkara kundar skulu hava eina góða uppliving, tá teir koma inn í handlar okkara, og at úrvalið av vørum er stórt, dygdin góð og prísirnar sera góðir. Harumframt leggja vit alstóran dent á dygdargóða tænastu, sum m.a. inniber at vit hava egið hvítvøruverkstað og sjónvarps- og telduverkstað. Umleið 25 fólk arbeiða hjá Elding Elrisanum, harav tey fimm eru á verkstaðnum. Gongdin seinastu árini hjá Elding hevur verið góð, og hetta gevur gott mót til at halda á at menna vøruúrvalið og tænasturnar, sum Elding Elrisin ynskir at veita sínum kundum, sigur Mads Andreas Winther stjóri í Elding. Mads Andreas Winther saman við synunum Herman og Levi Winther. Levi er leiðari í handlinum Mynd: Sigmar Mørkøre