Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 5 l 26. januar 2015 Ókeypis lýsingarblað 18 Vikutema Hús&Heim Olju­ nýtslan er ov stór – Hvat vil serfrøðin ráða okkum til? Hvussu tjúkk skal bjálvingin verða uttan á verandi timburklædningi, og hvussu tjúkk skal bjálvingin verða uttan á grundini? Hvat er ráðiligt at brúka, flamingo ella steinull? Vilmund Jacobsen Á heimasíðuni hjá byggifelagnum Búsetur hava lesarar høvi at seta ymiskar spurningar, og her eru eisini nakrir lesarar, sum spyrja um bjálving. Ein spurningur er soljóðandi: - Vit fara at skifta vindeygu í okkara 30 ára gomlu húsum og fara at bjálva betri. Okkara verandi oljunýtsluna er alt ov stór. Lesarin leggur aftrat, at hetta eru timburhús við stoyptari og pussaðari grund, og hjallarahæddin er innrættað. - Verandi bjálving er 100 mm glasull, eisini niður á loftsgólvið. Vit umhugsa at klaða húsini við timbri úr erva og heilt niður, soleiðis at klædningurin gongur út í eitt - úr erva og niður. Spurningurin hjá viðkomandi er: - Hvat vil serfrøðin ráða okkum til? Hvussu tjúkk skal bjálvingin verða uttan á grundini, og hvussu tjúkk skal bjálvingin verða uttan á verandi timburklædningi? Hvat er ráðiligt at brúka, flamingo ella steinull? Lesarin leggur spyr eisini, um neyðugt er við ventilum á ovasta lofti, um tróðurið er tætt, og hósk­ andi bjálving er niður á loftið? Um neyðugt er við ventilum - hvar skulu hesir so verða? Mugu vera tøtt Svarið hjá Búsetur er, at tey skilja væl, at húsaeigarin vil spara olju. – Bjálving kann verða ein loysn, men um húsini ikki eru tøtt, verður tað neyvan nøktandi at bjálva. Búsetur heldur, at bjálving við 200 mm tilsamans annars er nøktandi at bjálva við - ella 100 mm aftrat, har bjálvað er frammanundan. – Tað er gott at brúka flamingo inn á betong. Um tað í neðra er betong og er bjálvað innanveggja, er bara at bjálva uttaná og út til tjúkd­ ina á ovara hæddini. Búsetur heldur, at um luft­sirkula­ tión er omanfyri bjálvingina á loft­ inum, er ikki vist, at neyðugt er við ventili. – Um ventilur verður gjørdur, skal vintilur helst bæði verða í erv og neðra, soleiðis at her verður luft­ skifti, har tann eini blæsir inn, og hin blæsur út, sigur Búsetur. Soleiðis bjálvar tú tá tróðrið ikki er tætt - Ber tað til at bjálva móti takplátum - ella er okkurt hugskot um, hvussu hesin trupulleiki verður loystur best? Vilmund Jacobsen Ein lesari spyr á heimasíðuni hjá byggi­ fyritøkuni Búsetur, hvussu loft skal bjálvast, sum ikki hevur tætt tróður. – Eg vil bjálva ovasta loft fyri at fáa eini heitari hús og sjálvandi minka um oljunýtsluna. Húsini hava ikki tætt tróður. Ber tað til at bjálva móti takplátunum, og hava tit nakað hugskot um, hvussu eg loysi hendan trupulleikan best, so eg kann sita í einum fjálgari húsum - uttan at hava fult bluss á radiatorunum? Ikki móti takinum Svarið hjá Búsetur er soljóðandi: – Vit ganga út frá, at loftið ikki verður brúkt, men bara er sum eitt ovasta loft. Tað er best at bjálva niður á loftið - og ikki ímóti takinum. Best er, um tú bjálvar - samlað - einar 20- 30 cm. Búsetur vísir á, at ein bjálving fæst, sum kallast takull. Hon er 180 mm og hevur pappír á einari síðu. Pappírið skal venda upp fyri at gjóstur ikki kemur niður í ullina. So, vit mæla til umleið 100 mm van­liga bjálving, pluss 180 mm tak­ ull. Tætt tróður Búsetur vísir á, at um loftið skal brúk­ ast, er neyðugt at gera tað tætt mill­ um sperrurnar, annaðhvørt við einari tunnari plátu (4 mm massonite) ella einum dúki/vindsperru. Hetta kann festast við einum lista. – Umráðandi er, at góð luft­sirkula­ tión er millum sjálva tekjuna og plát­ una/dúkin. Síðan er bara at bjálva mill­um sperrurnar, í minsta 150 mm og so at hava eina tætta dampsperru. Nú ber til at revla aftur við 50 mm og bjálva við somu tjúkd. So er klárt til at leggja loft, er svarið hjá Búsetur. Pappírið á takullini skal venda upp fyri at gjóstur ikki kemur niður í ullina Bjálving kann verða ein loysn, men um húsini ikki eru tøtt, er neyvan nøktandi bara at bjálva. Tað er ein góð loysn at bjálva betong við flamingo