mánadagur 26. januar 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 5 l 26. januar 2015
Ókeypis lýsingarblað
20
Vikutema
Hús&Heim
Hús&Heim
Vit taka støði
í tykkara tørvi
jon@skyn.fo
petur@skyn.fo
mildrid@skyn.fo
sigtor@skyn.fo
runi@skyn.fo
Íbúð
heimasta horn 32, 4.2
Íbúðin er innrættað við duri, miðgongd, køki, stovu, baðirúmi,
vaskirúmi og tveimum kømrum. Íbúðin er á ovastu hædd, har opið
er upp í tróður. Uttanfyri er altan. Íbúðin er málað, og gólvini eru úr
eikiparkett. Í baðirúminum og vaskirúminum er vinyl á gólvinum, og
dururin er flísalagdur. Køkur er við hvítvørum, baðirúm við innbúgvi
og kømur við klædnaskápi. Íbúðin er ljós, og liggur í náttúruvøkrum
umhvørvi við avbera góðum útsýni. Til íbúðina hoyrir eisini rúmligt
goymslurúm í kjallaranum á 10 m2.
Prísuppskot: 1.872.500
Tórshavn
SethúS
Klaksvíksvegur 52
Talan er um eini hugnalig sethús í 3 hæddum. Húsini standa
við høvuðsvegin mitt í Klaksvík nærhendis øllum hentleikum. Í
miðhæddini er gongd, vesi, køkur og 2 stovur. Í ovastu hæddini er
gongd, baðirúm og 3 kømur. Í niðastu hæddini er kjallararúm, kamar
og baðirúm/vaskirúm. Harafturat hoyrir hjallur til húsini.
Prísuppskot: 1.150.000
Klaksvík
RaðhúS
Jørundargøta 40
Hugnalig raðhús í Hoyvík. Húsini eru í 2 hæddum. Í niðaru hæddini
er durur, gongd, baðirúm við brúsu, køkur og stova í einum við
hurð út í garðin aftanfyri húsini, og vaskirúm. Harafturat er ein
tilbygningur við hjalli og goymslurúmi. Í ovaru hæddini er loftsstova,
2 kømur og hjunarúm við baðirúmi. Húsini standa væl fyri í
barnavinaligum og friðarligum umhvørvi. Sparkivøllur, spælipláss,
skúli og ansingarstovnur eru nærindis. Gott busssamband.
Prísuppskot: 2.150.000
Hoyvík
SethúS
Lützenstrøð 15
Serstøk sethús, sum vórðu umbygd sam bært arkitekti í 2012.
Nýggjan klædning, tak og vind eygu og bjálving uttan. Nýtt bilhús,
nýggjur rot tangi og partvís nýggj elinnlegging. Húsini standa sera
væl fyri og stutt frá øllum hentleikum. Útsýnið er avbera gott. Húsini
eru innrættað soleiðis: á 4. hædd eru 3 kømur og gongd. Á 3. hædd
er inngongd, køkur og spísistova, sjónvarps stova, skrivstova/kamar,
kamar, baðirúm, klædnarúm og eyka rúm til vask v.m. Trappa er
millum tær báðar ovastu hæddirnar. Fyrsta og onnur hædd eru
samanbygdar til eina serstaka íbúð, sum ikki er liðug, á uml. 100 m²
umframt fýrrúm, kjallara og vaskikjallara.
Prísuppskot: 3.500.000
Tórshavn
RandaRhúS
Millum Gilja 55
Talan er um eini endarandarhús í 3 hæddum. Fleiri umvælingar eru
gjørdar við ognina, m.a. er køkurin skiftur í 2014, gólvini í niðastu
hæddini eru skift. Lofti bleiv gjørt av nýggjum í 2014. Í niðastu
hæddini er durur, gongd, vesi, køkur/ stova við hurð út á terassu,
vaskirúm og hjallur (goymslurúm). Í miðhæddini er gongd, 3 kømur
og baðirúm við brúsu og kar. Í ovastu hæddini er uppgongd og stórt
kamar. Frá miðhæddini og kamarinum í oavastu hæddini er gott
útsýni. Beint við ognina er barnagarður.
Prísuppskot: 2.225.000
Hoyvík
SethúS
nýggivegur 9
Húsini standa væl fyri beint við miðbýin í Klaksvík. Talan er um
eini sethús í 3 hæddum. Húsini vórðu upprunaliga bygd í umleið
1935, men tey vórðu umbygd í 1981. Fyri trimum árum síðani vórðu
miðhæddin og ovasta hæddin umvældar. Í miðhæddini er gongd,
baðirúm, stova og køkur. Í ovastu hæddini er gongd, 3 kømur og eitt
rúm, sum kann innrættast til kamar ella baðirúm. Í niðastu hæddini
er vaskikjallari, kamar v/køki og kjallararúm. Hjallur hoyrir til húsini.
Prísuppskot: 1.250.000
Klaksvík
300
572
4
4/5
1967
87
1
2
2014
138
162
3
4
1934
140
224
2
4
2000
190
236
3
4
1989
145
221
3
4
1935
Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum