mánadagur 26. januar 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 5 l 26. januar 2015
Ókeypis lýsingarblað
22
Vikutema
Hús&Heim
Hesar flottu púturnar finnur tú á ide.dk
Tær báðar ovastu og niðastu eru úr bummull.
Hinar eru úr ull, sum á donskum kallast
»tibetlammmeuld«. Tað ljóðar í hvussu er
fjálgt.
Hóast dagarnir leingjast, eru kvøldini enn
long og myrk. So tað ræður um at duga
at hugna sær innandura, til dømis tendra
stearinljósini og slanga sær í sofuni við
heitari pútu undir høvdinum.
Ljósastakarnir
báðir eru eisini at finna á ide.dk
Hann vinstrumegin er 80 cm høgur,
hin 40 cm
Gløsini verða eitt sindur øðrvísi og stuttligari, tá tú pyntar tey. Tilhoyr fæst til ymisk
høvi. Sjálv kanst tú peppa gløsini upp við at gera sukurkant á. Koyr sukur í ein flatan
borðisk. Á øðrum fløtum borðiski pískar tú við gafli hitaviðgjørdan [pasteuriseraðan]
eggjahvíta. Dyppa kantin á glasinum í hvítan og so í sukurið.
Við fruktliti kanst tú geva kantinum lit.
Eitt sindur festligari
Lagt til rættis: Simona Weihe