mánadagur 26. januar 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 5 l 26. januar 2015
Ókeypis lýsingarblað
30
Vikutema
Hús&Heim
HTO Sp/f er ein fyritøka, sum varð
stovnað í 80’unum av Hans Tausen
Olsen í Runavík. HTO Sp/f er millum
annað føroyskt umboð fyri Perstrup, sum
hevur sera drúgvar royndir í framleiðslu
og sølu av betongvørum. Perstrup veitir
serliga loysnir til kommunur, vegagerðir,
landbrúk og ídnaðin annars. Serliga
eyðkenni fyri Perstrup er, at talan er
um heildarloysnir sum verða veittar við
fullari váttan fyri styrki og dygd.
– Vit hava í samstarvi við Perstrup,
við góðum royndum leverað brunnar,
brýr og aðrar betongvørur til føroyskar
kundar.
HTO bjóðar ikki einans dygdargóðar
betongvørur - vit bjóða loysnir. Hetta
merkir, at vit bjóða okkum fram til at
taka okkum av øllum frá planlegging,
prosjektering, til uppseting og liðug
gerð. Við eini loysn frá okkum er kundin
tryggjaður eina veiting sum stendur
mát til strangastu framleiðslukrøv og
normar.
Vit hava drúgvar royndir og vita al
oftast júst hvat skal til fyri at loysa
uppgávurnar. Vit hava leverað brunnar
til fleiri kommunur í landinum sum t.d.
á Toftum, Strondum og Leirvík. Í løtuni
seta vit ein Mega brunn á heili 5.400
tons upp á Glyvradali.
Í sambandi við serligar verkætlanir,
og har tað er neyðugt at draga inn ser
kunnleika til útrokningar og ráðgeving,
hava vit Perstrup, sum okkara sam
starvsfelaga, sigur stjórin í HTO.
Dygdargóðir vatnbrunnar frá HTO