Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 5 l 26. januar 2015 Ókeypis lýsingarblað 32 Vikutema Hús&Heim Eru húsini køld, oljunýtslan ov stór, og óljóð hoyrist ov væl inn, eru tað fleiri veitarar í Føroyum, sum bjóða seg fram at hjálpa tær at loysa upp­ gávuna. Eitt av hesum veitarum er Føroya Húsabjálving, ið hevur nýggjastu og mest framkomnu útgerðina til bjálv­ ing. Við serligari bjálvingarútgerð blæs­ ir fyritøkan steinull og pappírs-bjálv­ ing inn í vegging, og serliga útgerðin ger, at tað slepst undan at taka veggir ella loft niður. Føroya Húsabjálving bjóðar sær soleiðis at bjálva útveggir, innveggir, skráveggir, loft og gólv. Nógv at spara At bjálva við brúkar veitarin íslendska steinull, sum er væl egnað til føroyska veðurlagið, men fyritøkan bjálvar eisini við pappírsull, ið hevur eins góðar - um ikki betri - eginleikar enn steinull. Veitarin heldur, at við at bjálva húsini betri, kunnu húsaeigarar spara millum 30 og 50% í oljurokningini, og bjálvingin ger sjálvandi eisini, at húsini verða heitari. Tá húsini eru væl bjálvað, verður orkunýtslan minni, húsini gerast heit­ ari, og tað merkir, at C02-útlátið eisini verður minni. Umframt at bjálvingin ger, at tú fært eini betri og heitari hús, økir hetta eisini um virðið av húsinum. Veitarar við góðum ráðum Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen Pappírsull leggur seg javnt í allar rivur og sprungur. Hon leggur seg snøgt sagt sum ein heit dýna út í øll op, sum kunnu hugsast at vera millum veggirnar. Úr rúgvuni av fyrimunum við at bjálva við pappírsull kann nevnast, at ullin hevur góð bjálvingarevni, hevur munadygga ljóðbjálving, góða brandmótstøðu og óneyðugt er við dampsperru. Pappírsullin er eisini fukttranspor­ terandi, og framleiðslan av ullini er Co2 vinarlig. Tað er skjótt og lætt at bjálva við pappírsull, og bjálvingin gevur eisini eina góða inniluft, eins og ullin er viðgjørd móti roti, blámusoppi og skaða­dýrum. Nógvir fyri­munir við pappírsull – Við at bjálva húsini betur, kunnu húsaeigarar spara millum 30 og 50% í oljurokningini, sigur bjálvingarveitari Ger nógv burtur úr pappírsull Pappírsull kann brúkast til bjálving at kalla um alt húsið, og tilfarið lagar seg eftir umstøðunum Vilmund Jacobsen Ein annar útbjóðari á bjálvingar­ økinum er fyrtøkan RenoVent, sum ikki minst hevur lagt dent á dygdina í pappírsull. Pappírsull er dygdargott bjálv­ ingar­tilfar, sum verður framleitt úr sellulosutrevjum frá avlops- og endur­nýtlsudagbløðum. Hesar trevj­ ur eru opnar innan og fyltar við luft og eru tískil betri egnaðar enn heilar og tættar tevjur. Dagbløðini verða fínmalin í kvørn og síðani viðgjørd ella im­pregner­ að móti eldi, roti, soppi og skaða­ dýrum. Tá bjálvað verður við pappírsull, verður lítið hol á 1,6 cm. gjørt í veggin, og síðan verður pappírsullin blást inn við slangu. Um alt húsið Pappírsull kann brúkast til bjálving at kalla um alt húsið, og tilfarið lagar seg eftir umstøðunum. Verður í staðin bjálvað við bjálvingarmottum, kann viðhvørt vera trupult at leggja tær við góðum úrsliti, eitt nú um rør og sperrur, og vandin er, at tú fært kuldabrýr, har hitin lættliga sleppur út. Úrslitið verður, at tú fært eina størri hitarokning og vánaligari inni­ luft. Tá bjálvað verður við pappírsull, verður lítið hol gjørt í veggin, og síðan verður pappírsullin blást inn við slangu – Íslendsk steinull er væl egnað til føroyska veðurlagið, sigur veitari