mánadagur 26. januar 2015síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 5 l 26. januar 2015
40
vikustólurin
Álítandi, positivur og sera ótolin
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Álítandi, positivur og sera ótolin.
Hvat merki er bilur tín?
Privat havi eg ein Renault Megane,
og arbeiðsbilurin er Mazda CX5
Hvat merki er telefon tín?
Iphone 5.
Hvør er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Eg og familjan hava ferðast næstan á
hvørjum ári, sum oftast til Danmarkar
í summarhús og Lalandia. Tað er
ringt at nevna nakra ávísa buturúr,
men frítíðin í Cannes var góð.
Hvat orð ella hvønan
setning nýtir tú oftast?
Tað gongur nokk, super.
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Heildini :-)
Hvat ger teg í góðum lag?
At eta ein góðan døgurða eitt fríggjakvøld
saman við familjuni, tá øll hava fingið
vikuskifti og kanska fáa eina øl afturvið.
Ein túr í okkara sera vøkru fjøllum saman
við hundinum. Ein túr við bátinum hjá
mær og at hava synirnir við at fiska.
Hvat stressar teg?
Órudd - og tá fólk ikki halda avtalur,
og at eg eri so ótolin :-)
Hvør er tín yndisrættur?
Ræst kjøt, culottusteik, enskur
búffur og annars so dámar mær
sera væl allan føroyskan mat.
Hvat gleðir teg (umframt
at familjan og vinir
hava tað gott)?
Tá má man nokk koma inn á arbeiði. Fyri
stuttari tíð síðani, byrjaði eg í nýggjum
arbeiði hjá Ansni í suðri. Tað gleðir
meg nógv, tá okur fáa nýggjar kundar,
og tá kundarnir eru glaðir fyri tað sera
fjølbroyttu tænastuna Ansni veitur.
Hvar arbeiðir tú?
Ansni.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Eg havi arbeitt hjá løgregluni í 9 ár, og helt
at tað var brúk fyri einum vaktarfelag her
suðuri. Fyri umleið tveimum árum síðani,
tosaði eg við stjóran í Ansni Helgi Justinusen,
um møguligt samstarv í samband við
vaktarhald. Tað enðaði við, at eg bleiv settur í
starv hjá Ansni, og tað eri eg sera nøgdur við.
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Nýtt starv
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Eg havi ein starvsfelaga, sum er
klaksvíksingur vid stórum K, og eg eri
suðringur vid stórum S, tað kann tað
koma nógv stuttligt burturúr :-)
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Eg kann næstan lurta eftir øllum, tó
mest rock tónleik frá 80-inum.
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Eg kann sjálvandid velja at siga el,
hjulið, telefon og so nógv annað, men eg
haldi at wc-kumman er fantastiskt, eg
haldi ikki tad neyðugt at svara hví :-)
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Tað má sjálvandi vera familjan,
um tað telir, sum ein íløga.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Keep it simple
Hevur tú nakað húsdjór?
Ja , okur hava havt hund síðani 1996,
tað var Bonnie, hon doyði í 2009. Hon
fekk ein hvølp, og tað er Leika. Hana
hava okur enn, hon er skjótt 14 ár.
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Tikið frí í morgin.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Tikið frí í eitt ár.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Tad eru nógv ting sum eru góð, men
tað at børnini kunnu renna fritt ímillum
húsini og familjan stendur saman,
haldi eg er gott við Føroyum.
Hvar ert tú um 10 ár?
Tað er sjálvandi ringt at siga , men vóni
at eg, konan og báðir synirnir hava tað
gott, og so at okur eru minst trý fólk,
sum starvast hjá Ansni her suðuri.
Navn: Signar Strøm
Eg havi ein starvs-
felaga, sum er klaks
víksingur vid stórum
K, og eg eri suðringur
við stórum S, tað kann
tað koma nógv stutt
ligt burturúr :-)