Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 5 l 26. januar 2015 42 vikutíðindi Drotningin heiðraði Dorrit og Karini Hósdagin fingu Karin Jacobsen og Dorrit Nolsøe »Droningens Fortjenestemedalje« fyri drúgva tænastu hjá Tórshavnar kommunu Karin Jacobsen varð sett í starv hjá Tórs­havnar komm­unu 15. desember 1974. Áðrenn tað arb­ eiddi hon á Skála Skipasmiðju. Uppgávurnar hava verið ymiskar og skift­ andi. Tað er sjálvsagt, at eftir so nógv ár í starvi, hev­ur tú holla vitan um nógv viðurskifti, og tí fáa vit onnur mang­an gagn av. Tú hevur eisini upp­liv­að nógvar broytingar gjøgnum hesi ár­ini, segði Heðin Mortensen, borg­ar­stjóri, sum hand­ aði Karini heið­urs­løn­ina. – Karin, sum er ættað av Skála, og mað­ur­in Os­vald, ættaður úr Fuglafirði, settu búgv her í Havn. Tey eiga tvey børn og seks ommu og abba­børn. Kar­in ert sera familjukær og tekur tær væl av tínum nærmastu. – Karin hevur nógv áhugamál. Um­framt arbeiði, hús og heim og urta­garð, er hon virkin ymsa­staðni. Hon er limur í Kiwa­nis­felagnum Rós­uni og nevnd­arlimur í Starvs­manna­felag­ num. Borgarstjórin segði – Vit, sum starvast dagliga saman við tær, Kar­ in, vit vita, at tú hevur tína mein­ing um nógv ym­isk viðurskifti, og tú letur okkum vita, hvat tú heldur. Tú kanst vera rættiliga harðmælt við hvørt, tá tú heldur tað vera neyðugt. Onk­ur held­ur, at tú nú skuldi tikið tær meira av løttum, at tú eigur at slakka eitt sindur av, læra teg at yppa øksl og siga “Gott er!”, ella at skyna ímill­ um, hvat tú kanst broyta og hvat tú einki kanst gera við. Tað er kanska lætt­ari sagt enn gjørt. – Dorrit Nolsøe byrjaði at arbeiða sum »genta« á Ellisheiminum 1. aug­ust 1971. Tá í tíð­ini var eisini vanligt at »genturnar« búðu ella høvdu kam­ar á Ellisheiminum, so var eisini hjá Dor­rit, og hevði hon kamar har til 1978. – So man kann róliga siga, at tað at arb­eiða á Ellisheiminum samtvinnaði bæði arbeiðs- og privat­lív, segði borg­ar­stjór­in m.a. – Tað má sigast at verða eitt fólk sum er gjørt av einari heilt serligari stoyp­ing, sum megn­ar at starvast í skjótt 44 ár, við skiftandi leið­ar­um og annars teimum umskiftum og broyt­ing­um sum eru hend øll hesi árini. – Men júst ein sovorðin stoyping er Dorrit gjørd av. Hon er í nútíðar termo­logi »MEGA« arb­eiðs­som og pligt­upp­fyll­andi – hon er alla tíð­ina í sving, um tað er í røkt­ini, við at fáa arb­ eiðs­listan at ganga upp, við vaski­spannini, at hugna um ella at práta við hús­fólk, av­varð­andi og starvsfólk, segði borg­ar­stjórin. – Dorrit er eitt álitisfólk í øllum við­urskift­um, hon er 100% loyal bæði í mun til Ellisheimið sum stovn og teim­um sum búleikast her – leiðslu, húsfólk og starvsfólk. Hon er sera lítillátin, og ger ongantíð nak­að hóvasták av sær og teirri stóru arb­eiðs­orku hon hevur lagt eft­ir seg á Ell­is­heiminum í hesi meiri enn 40 ár­ini. – Dorrit hevur gjøgnum árini við­virk­að til at upp­byggja, ment og fast­hild­ið tær traditiónir og ta mentan sum eyðkennir lívið og virksemi á Ell­is­heiminum í dag – hon er í nógvar mát­ ar »límið«, sum bindir Ellisheimið sam­an og ger tað til ein HEILAN og góð­an stovn bæði fyri hús­fólk og starvs­fólk. – Men tað er hóast alt eisini eitt lív utt­an­ fyri Ell­is­heimið. Her er tað fyrst og fremst heimið, mað­ur, børn og ommu­børn sum njóta gott av henni. Uttan fyri heimið eru áhugamálini at fylgja við ítrótti – serliga er tað fót­bólt­ur og HB sum hevur hennara áhuga og annars tónleikur, segði Heð­in Mortensen, borgarstjóri, sum hand­ aði Dorrit heiðurslønina Borgarstjórin endaði hátíðarløtuna við at takka Karin Jacobsen og Dorrit Nol­søe fyri drúgva tænastu og ynskja teimum hjartaliga til­lukku við dron­nin­gens fortjenestemedalje. Dorrit Nolsøe hevur starvast á Ellisheiminum síðan 1. august 1971 Karin Jacobsen hevur starvast í umsitingini hjá Tórshavnar Býráð síðan 15. des. 1974