Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 5 l 26. januar 2015 44 Til Eysturgrønlands í 1959 Taxa í Kongagøtu Bilurin við Óla Olsen Summarið 1959 fór útróðrarflotin hjá Kjølbro til Eysturgrønlands at royndarveiða. Karin K hjá somu fyritøku var móðurskip, og umframt átta útróðrarbátar hjá Kjølbro vóru eisini Glottin úr Klaksvík og Mathilda úr Leirvík. Bátarnir hjá Kjølbro vóru: Dragasund, Grunningur, Dragin, Eystnes, Eysturhøvdi, Havsbrún, Ørvur og Nevið Reyða. Farið var av Klaksvík 8. august, og undirritaði, sum hoyggjaði hesa løtuna, minnist ógvuliga væl útróðrarflotan við Karini K á odda fara floytandi út eftir vágni hetta góðveðurskvøldið. Ferðin yvir gekst væl, men hetta kom at gerast av ringastu ísárum í Eysturgrønlandi. Bátarnir, sum royndu við snøri og snellu, fingu ikki roynt fyri ísi. Einstakar dagar bar til, og tá var heilt væl at fáa, men í roynd og veru rýmdi ísurin ongantíð av fiskileiðunum undir Eysturgrønlandi hetta summarið. Fleiri bátar komu illa fyri, tí at ísurin skrúvaði seg saman um teir, men hvørja ferð eydnaðist teimum at koma leysir aftur. 27 september rýmdu teir, og 6. oktober vóru teir heima aftur í øllum góðum við 170 tonsum av saltfiski. Bátarnir vóru illa farnir, og nógv var at gera við teir á Klaksvíkar sleipistøð, nú teir komu aftur av langferð. Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Mynd av bilum á bilstøðini Taxa í Kongagøtu í Havn. Taxa var í húsunum, har Føroya Pedagogfelag heldur til í dag. Legg til merkis skeltið “Taxa 1234”. Bilarnir vistrumegin: Fremst er ein Jowett Javelin Fø1072 hjá Niclasi Niclasen, síðan er ein Vauxhall Velox. Vit síggja ikki, hvat slag tann aftasti bilurin er. Bilarnir høgrumegin: Fremst er ein Ford Consul Fø480, síðan ein Ford Costomline hjá Johannes Berg og ovast í brekkuni ein Vauxhall Cresta. Her helt bilstøðin Taxa til frá 1953 Í 1959 fór útróðrarflotin hjá Kjølbro í Klaksvík til Eysturgrønlands. Nógvi ísurin fór illa við bátunum. Á myndini: Ørvur KG 120. Mynd: Margreth Niclasen Skipssøga