Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 5 l 26. januar 2015 46 Hesar báðar áhugaverdu myndirnar hava vit funnið á Facebook undir bólk­ in­um »Gamlar myndir úr Havn«. Fyri okkum í Miðlahúsinum hava tær serligan áhuga – tí tær eru tiknar í handlinum hjá Zacharias Heinesen, sum var í Miðlahúsinum frá 1927 til 1953. Zacharias Heinesen, sum var pápi mata skald og listarmann okkara Willi­am Heinensen, var ættaður úr Bø. Kon­an var dóttir M. C. Restroff, sum eis­ini var handilsmaður. Zacharias Hein­sen hevði handil í Bringsnargøtu – hand­il­in, sum seinni fekk navnið Katr­ina Christiansen. William Heinesen er føddur í hús­ in­um í Bringsnagøtu. Bygningurin hjá P/F Valdemar Lüt­ zen, sum í dag er Miðlahúsið, er gamal bygningur hjá Kongiliga Eina­handl­in­ um. Tá Kongiligi handilin varð nið­ur­ lagd­ur í 1856 keypir gamli Restorff bygn­ing­in, og her hevur hann sítt virk­ semi í mong ár. Vágsbotnshandilin seldi alt og hevði eisini skip. Men ringar tíðir vóru í tjúgunum, og handilsvirkið fór av knóranum. Tá keypir Zacharias Heinesen hand­il­in, og flytir sítt handilsvirksemi oman í Vágs­botn. Tann parturin av húsunum, sum er Miðla­húsið í dag, var pakkhús. Vit síggja á gomlum myndum, at bygn­ing­ ur­in so at siga eingi vindeygu hevur. Lúka er á loftinum í syðra endanum við einum bummi út. Har verða mjøl­ sekk­ir og annað heysað upp á loftið, og so borið í smáum niður í handilin. Bygningurin vestan fyri Miðlahúsi, har handilin hjá Andreas í Vágsbotn er í dag, var handilin hjá Restorff. Tá Zacharias Heinesen keypir ogn­ ir­nar hjá Vágsbotnshandlinum í 1927 ger hann húsini í stand. Tann parturin, sum í dag er Miðla­ hús­ið, verður settur í stand. Niðasta hædd­in verður grivin niður, soleiðis at gólv­ið kann lækkast ein metur ella so. Vind­eygu verða sett í húsið, veggirnir inn­an verða klæddir við panelbrettum, bjálk­ar og stólpar verða pyntaðir við vøkr­um profillistum, og sermerkta og vakra trapp­an verður gjørd upp á fyrstu hædd. Gamla pakkhúsið hjá Vágs­botns­handlinum verður soleiðis broytt til ein vakr­an handilsbygning. Her verður so handilsvirksemið hjá Zach­ari­asi Heinesen rikið í nøkur ár fram­yvir. Zacharias Heinesen doyr eina­ferð í fýtatiárunum, og tá er tað son­ur William Heinsen, sum tekur yvir. Men hann kemur eisini í ringar tíðir í fimmtiárunum. Kanska hugurin og evnini at skriva vóru størri, men hand­ il­in fer á húsagang í 1953, og tað er tað Mogens Lützsen, sum keyp­ir gomlu bygningarnar hjá Vágs­botns­ handl­in­um. Mogens Lützen selir síð­ ani Andriasi í Vágsbotni vestaru bygn­ ing­ar­nar, og sonur Mogens, Valdemar Lüt­zen, sum júst var afturkomin úr Dan­m­ark, har hann hevði útbúgvið seg inn­an handil letur tá upp handilin hjá Valde­mar Lützen í Vágsbotni. Valdemar heldur á við handlinum í 51 ár, og í 2004 letur handilin aft­ur. Sama árið gera Sosialurin og Valde­ mar Lützen leiguavtalu, og síðani hev­ur Miðlahúsið við øllum sínum virk­sem­ið hildið til í Vágsbotni. – Og her trívast vit sera væl. Betri plas­er­ing í landinum kanst tú ikki fáa til eitt miðlahús! Handilin hjá Zacharias Heinesen – í Miðlahúsinum Soleiðis sá handilin hjá Zachariasi Heinesen út. Hann var í tí sum vit í dag kalla fyri »Miðlahúsið« frá 1927 til 1953. Myndin niðanfyri er tikin úr sama stað í síðstu viku. Leggið tilmerkis, at bjálkar og stólpar eru teir somu, eins og sera vakra trappan Leyvan hjá Williami Heinesen stavar frá eini karusel, sum Kristian Martin Rubeksen fekk til Føroya í 1927. Hon var brúkt eitt nú á ólavsøku og stóð í urtagarðinum hjá Kristian Martini upp í Lucas Debesargøtu. Gulu húsini, sum Andreas F. Hansen nú eigur