Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. januar 2015 · Nr. 11 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Risastóra havnarútbyggingin hjá Tórs­havnar havn er nú aftur á skrá. Hesaferð er tað Tjóðveldi í Tórs­ havnar kommunu, sum vil hava bý­ ráðslimir at hugsa seg um einaferð enn, áðrenn skjøtil verður settur á stóru útbyggingarætlanina – og eing­in vegur er aftur. Í tíðargrein í blaðnum í dag leggja tey trý umboðini hjá Tjóðveldi í Tórs­ havn­ar býráð fram eina alternativa ætl­an til ein stóra altjóða havn í Tórs­ havn­ar kommunu, sum tey halda eig­ur at verða kannað, áðrenn farið verð­ur undir stóru útbyggingina í Havn, sum kann fara at kosta eina hálva milliard krónur. Ilt er at fáa skil á, hvat rættast er at gera. Málið gjørdist serliga kensl­u­ borið, tá Havnar Skansi varð fløktur upp í málið. Fornførðiliga verð­ur tó neyvan spent bein fyri ætl­an­ini. Men tað tykist kortini, sum menn í Tórshavnar kommunu eru so spent­ ir at fara í gongd við hesa risa­stóru ætlan, at teir helst ikki vilja lurta eftir atfinningunum – og vilja helst ikki hava atfinnandi argument á borð­ið. Á onkran hátt tykist tað, sum teir vilja sleppa í gongd, áðrenn onk­ ur finnur upp á onkra aðra ætlan, sum kanska fær undirøtku. Uppskotið hjá Tjóðveldi gongur út upp­á at kanna møguleikarnar at gera ta nýggju góðshavnina í Tórs­ havn­ar kommunu inni á Sundi. Tey halda, at tað er ov tíðliga at fara und­ ir at projektera ætlaðu havn­ar­út­ bygg­ing­ina í Havn ítøkiliga, tí ongar kann­ing­ar eru gjørdar aðrastaðni í komm­ununi. Er tað so, at Tórshavnar komm­ una fer undir eina so stóra verk­ætl­ an uttan at kanna aðrar møgu­leik­ar í komm­ununi, so er fyri­reik­ing­ar­ ar­beiðið illa úr hondum greitt. Tað kunnu vera politiskar meiningar um, at Sund ikki kann brúkast, ella at Kolla­fjørður ikki kann brúkast. Men hvat hvør heldur og følir er ikki nóg gott grund­ar­lag at byggja eina slíka verk­ætlan á. Higartil hava arg­ u­ment­ini ikki verið sannførandi um, at út­byggingin við Havnar Skansa er ein­asti møguleiki. Vit skulu á hesum stað heldur ikki gera okkum til dómara yvir, hvat rætt­ast er at gera. Øll vita, at »af skade bliver man klog«. Men tað hjálp­ir so lítið at koma aftaná og siga, at hetta var ikki tann rætta út­byggingin kortini. Sjálvandi eigur Tórs­havnar kommuna at kanna aðr­ar møg­u­leikar. Tí fæst ein betri og bíl­ig­ari ætlan inni á Sundi – hví skal ein møg­ulig dýrari ætlan gerast í Havn? Kann vera, at menn vilja byggja sær varðar. Men tað er heldur ikki nóg góð grundgeving at brúka eina hálva milliard. Tað minsta havnarborgarar kunnu krevja er, at allir reellir alt­ern­ a­tiv­ir møguleikar eru kannaðir – áðr­ enn farið verður undir stóru verk­ ætl­anina at útbyggja Tórshavnar Havn framman fyri Skansan. Sjálvandi skal Tórshavnar kommu kanna aðrar møguleikar Ræðist onkur alternativið? Grovur mismunur á borg­ar­ um Marin katrina síða 18 Teldlar og KT í skúlanum Jákup av skarði Síða 18 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Elding Vinnuveitan er nýggja navnið á vinnuligu tænastuni frá Elding, sum umboðar á­vika­vist hvítvørur og KT-út­ gerð til føroysku vinnuna. Nýggi leiðari á KT partinum hjá Elding Vinnuveitan er Jan P. Jac­obsen. Jan hevur drúgvar roynd­ir innan KT sølu og hev­ ur síðstu árini starvast hjá Nema. Elding Elrisin er størsti elek­tronik- og hvitvøruhandil í Før­oy­mum, við handlum í Havn og Klaksvík. Mads Andreas Winther, stjóri, sigur, at tað er ein nat­t­ úrlig víðarimenning hjá Elding El­ris­anum nú eisini beinleiðis at bjóða føroysku vinnuni KT- út­gerð við góðum loysnum og prísum. Hetta hevur í nógv ár verið gjørt av okkara sam­ starvs­partn­ara Elgiganten í Norð­an­londum við góðum úrs­lit­um. Málið hjá Elding Vinnu­veit­ an er at hava eina dygdargóða tæn­astu, gott KT úrval, skjóta lev­er­ing og góðar prísir til føroysku vinnuna. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Týsdagin seinnapart: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri og ælingur. Hitin millum 4 og 7 stig. hósdag týsdag mikudag 8-13 m/s 5-10 m/s 15-20 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s 15-20 m/s Mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrð- ingi og okkurt æli, partvís hegl- ingur. Hitin millum 1 og 4 stig. Mikunáttina: Eitt lágtrýst, 967 hPa. yvir Grønlandsfjørðinum fer eystureftir og dýpist. Hósdagin: Hvassur vindur upp í skrið av norði og landnyrðingi og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið. Fríggjadagin og leygardagin: Skrið ella stormur av landnyrðingi og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið. KT-útgerð til føroysku vinnuna Av tí at løgtingsmaðurin Han­ us Sam­ró, sum eisini skriv­ar tíð­indi á portal.fo, ikki møtti upp í Qatar, er eing­in før­ oysk­ur fjøl­miðla­dekn­ing­ ur av HM enda­spælinum í hond­bolti. Hondbóltssamband Før­ oya bjóðaði fyrst fýra um­ boð­um fyri fjølmiðlar við til enda­spæl­ið. Hetta bleiv broytt til eitt miðla­fólk og tríggj­ar venjarar. Valið hjá Hond­bólts­sam­band­inum fall á portal.fo og løgtingsmannin Han­us Samró. Men eftir at føroysku um­boðini vóru komin vegin fram til Qatar, meldaði Han­ us Samró av­boð. Tí er eingin føroysku fjøl­ miðla­dekn­ing­ur úr Qatar, hó­ast ferð og uppihald fyri Han­us Samró er goldin. Hanus møtti ikki í Qatar Birgir Nielsen vinnu­sølu­ leið­ari, Mads Andreas Wint­her, stjóri, og Jan P. Jac­ob­sen KT-søluleiðari Mynd: Sigmar Mørkøre