hósdagur 1. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 123 - 1. juli 2004
Nr. 123 - 1. juli 2004
11
Í blaðnum í gjár kemur suðuroyartingmaðurin
Johan Dahl inn á nakrar sera áhugaverdar spurn-
ingar í sambandi við hetta fyribrigdið, at Suður-
oyggin verður so hart rakt, hvørja ferð eitt bú-
skaparligt nos fer um landið. At so er stendst av,
at nakrar ávísar fortreytir heilt einfalt mangla í
Suðuroy. Vist verður á tørvin á almennum
arbeiðsplássum og á trupulleikar við logistikkin-
um ella við øðrum orðum á tað vánaliga ferða-
sambandið.
Vit skulu ikki her gera viðmerkingar til tey
áhugaverdu hugskotini, sum verða luftað í
greinini "Suðuroyggin má gerast eitt kraftsentur",
men bert mæla øllum samfelagsáhugaðum til at
lesa greinina. Hinvegin er eitt hugskot, sum sera
varisliga verður umrøtt í nevndu grein, sum vit
halda er sera áhugvert. Hetta hugskot snýr seg um
ein regionalan grunn fyri Suðuroynna. Nú er alt,
sum eitur almennur stuðul til vinnuliga menning
vorið eitt ókvæmsorð í Føroyum. Tann, sum dittar
sær at nevna hendan møguleika, verður alt fyri
eitt settur í bás, sum ein av teimum, ið vil reka
Føroyar aftur í áttatiárini. Soleiðis er nú tað.
Men hesin spurningur er ikki so einfaldur. Líta vit
út um landoddarnar t.d. at europeiska búskapar-
lokomotivinum ES, so síggja vit, at grunnar av
øllum sløgum verða nýttir sum búskaparligir
kveikar og sum menningaramboð. Vit síggja, at
stuðul verður latin til fleiri vinnur, og at hetta
verður gjørt við góðum úrsliti. Sum dømi kunnu
verða nevnd filmsídnaður og økismenning. ES
hevur tungar regionalar grunnar, sum hava gjørt
almikið gagn fyri útjaðaraøki í samveldinum. Hví
kunnu vit so ikki hava ein føroyskan regional- ella
økismenningargrunn? Vit hava jú roynt nakað av
hesum við tí sonevndu Sandoyarætlanini, sum í
roynd og veru var ein miniregionalgrunnur.
Henda skipan var ein treytaleys succes. Sam-
gongan eigur av álvara at taka trupulleikarnar hjá
Suðuroynni upp til álvarsama politiska viðgerð. Í
hesum sambandi eigur at verða gjørd ein Suður-
oyarætlan, samstundis sum stovnaður verður ein
sterkur regionalgrunnur við tí endamáli at fáa
Suðuroy búskaparliga aftur á føtur. Ætlanin eigur
at fevna um innankervið t.v.s. nógv betri ferða-
samband í oynni og millum oynna og restina av
landinum og útheimin, útbúgving, mentan, vinnu-
lív, broyttan kommunubygnað, ungdómstilboð
o.m.a. Við eini slíkari ætlan kundi Suðuroyggin
blivið til tað kraftsentur, sum verður eftirlýst í
nevndu grein, og sum øll væl ynskja.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Suðuroyarætlan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Føroyska málið líðir last av
teimum sum misbrúka tað,
og viðhvørt serliga av teim-
um sum í bestu meining
royna at bøta upp á tað.
Í Sosialinum týsdagin
nakað aftan fyri síðuna, har
»Todøe« fekk sína Andreu,
síggja vit mynd av dám-
ligum kvinnum. Hetta eru
teir fyrstu nemingar-náms-
frøðingarnir. Haaa!
Nemingarnámsfrøðingar
nir. Her er 24 bókstavir í
orðinum, og tað kunnu vit
so ikki kalla fyri liðiligt og
snøgt orðasmíð. Hví ikki
kalla yrkið hjá hesum
kvinnum fyri neming og
kvinnunar fyri nemingar.
Stutt og greitt og sigur júst
hvat tað snýr seg um. Lat
síðan kundan ella sjúkling-
in avgera um tær eru ser-
frøðingar ella ikki.
Bløðini fáa ofta skotið í
skógvarnar, hvussu vána-
liga tey handfara málið. Tó
erligt talt, hvussu skulu vit
journalistar í eini yvirskrift
handfara orðið nemingar-
námsfrøðingar. Hetta orðið
er so klossut, at tað sleppur
ongantíð í eina høvuðsyvir-
skrift, um so allir neming-
arnámsfrøðingar á norðaru
hálvu doyðu samhaldsfast
fyri egnari hond.
Eg veit ikki, hvør er
komin við hesum náms-
frøðingunum í føroyska
málið. Eg verið altíð mintur
á kolanám og svartar kola-
námsserfrøðingar, tá eg
síggi hetta orðið. Tá eg
gekk í skúla á Strondum
fyri 30 árum síðan var hetta
orðið ikki til, ikki har inni í
hvussu er.
Síðan Florence Nighten-
gale gekk við lampuni í
Krimkrígnum fyri 150 ár-
um síðan, hevur vakra orð-
ið sjúkrasystur verið vøru-
merki fyri umsorgan og
kærleika hjá sjúkum.
Nú eru sjúkrasystrarnar
deyðar, og vit hava fingið
sjúkrarrøktarfrøðingar. Ja
tit lesa rætt, 22 bókstavir
skuldu til fyri at finna eitt
annað orð fyri snøgga og
sigandi orðið sjúkrasystir.
Ja og sjúkrarøktarfrøðing-
urin er væl bara stovnurin í
orðinum. So koma heitini
afturat, fyri at vit kunnu
skilja hvønn sjúkrarøktar-
frøðing talan er um. Á
landssjúkrahúsinum munnu
so eisini finnast doyvingar-
sjúkrarøktarfrøðingar og
deildarsjúkrarøktarfrøðinga
r og í vanligari tala mugu
vit eisini røða um serdeild-
arsjúkrarøktarfrøðingar, ja,
og her í seinasta orðinum
vóru 31 bókstavir.
Er orðið sjúkrasystur ikki
nóg gott, lat okkum so
stytta tað niður í systur. Eitt
orð, sum vísir til umsorgan
og kærleika, og tað er væl
tað sum verður høvuðs-
yrkið hjá sjúkrasystrunum
framyvir.
Bretar
brúka
stutta orðið »nurse«.
At seta orð saman til tú
hevur fingið tað við, sum
heitið fevnir um, er ikki
orðasmíð. Orðasmíð er at
smíða nýggj orð, og tí
kundi orðið bøga eins væl
verið nýtt, tá talan er um
umsorgan fyri fólki. Bøga,
eitt heitt og fjálgt orð.
Sjálvur er eg fegin um
mítt starvsheitið sum jour-
nalistur ella kanska skjótt
rithøvundur. Um eg eri ser-
journalistur ella serrithøv-
undur, tað lati eg lesaran
um.
Betur er bøtandi hond
enn spillandi tunga.
Málsmiðir – álvaratos!
Palli Dalsgaard
Nú er komið væl í fjórðu
viku, síðani bógportrið á
Teistanum bleiv í ólagi og
ikki kann nýtast. Av tí sama
mugu bilarnir bakka upp á
land, tað er bæði tvørligt og
ikki
sørt
vandamikið.
Serliga uppi á bryggjuni, tá
allir hesir bilarnir koma
eftir hæli upp í millum tað
rúgvuna av fólki, ið kemur
úr skipinum, og tey, ið
skulu umborð aftur, tá tómt
er blivið.
Hetta brekið hevur verið
á bógportrinum áður, men
hevur ongantíð tikið so
langa tíð at fingið rættað
sum hesaferð.
Hví hendir einki? Er tað
líkasæla, ella er eitt portur
sett í skipið frá fyrstan tíð,
ið er óbrúkiligt? Her má
koma ein loysn við tað
sama, tí núverandi støða
kann ikki halda fram.
Tað hoyrist at eitt mans-
skap skal setast afturat
umborð á Teistan, tí hann
skal fara at sigla um kvølið
eisini. Er tað ikki ov nógv
fyrilagt í hesum niður-
gangstíðum? Eitt vita vit,
tað verður ikki nógv at
sigla við um kvøldið. Tá
var líka frægt, at skipið
gjørdi eykatúrar, tá nakað
var í høvuðsstaðnum, sum
tey ungu høvdu huga at fara
til.
Teistin
Við eini stórari kon-
sert í Norðurlanda-
húsinum týskvøldið
varð skjøtil veruliga
settur á stóra jazz-
festivalin, sum er í
Havn í hesum døgum.
Bæði føroyskir og
útlendskir tónleikarar
luttóku á konsertini
JAZZFESTIVALUR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Í hesum døgum er stórur
jazzfestivalur í Havn. Byrj-
unarskotið varð latið av
mánakvøldið, tá Spæli-
menninir spældu niðri í
Vertshúsinum, men sigast
kann, at skjøtil varð rætti-
liga settur á festivalin týs-
kvøldið, tá stór konsert var
í Norðurlandahúsinum.
Ikki færri enn fimm nøvn
vóru á skránni til konsert-
ina. Enekk, Spælimenninir,
Kannaste-Ojajarvi Quartet,
Eivør Pálsdóttir og New
Jungle Orchestra.
Erligu Enekk
Enekk settu hol á konsert-
ina, og fingu teir enn eina-
ferð prógvað, at teir eru ein
fantastiskur bólkur. Ikki
minst til live-framførslur.
Teir borðreiddu við einum
cocktail
av
føroyskum
fólkajazzi
og
etniskum
rútmum serverað við hug-
leiðandi filosofiskum yrk-
ingum.
Teirra erliga spæl og
hugtakandi og erligu tekstir
sláa ikki feil. Kári Sverris-
son megnar at vera front-
maður í bólkinum, uttan
veruliga at vera tað. Hann
kann tykjast smæðin, men
samstundis heldur hann seg
ikki aftur. Tá hann er komin
á pallin er hann til staðar
við lív og sál, eins og hinir
limirnir í bólkinum.
Konsertin varð soleiðis
skipað, at skift varð ímill-
um Klingruna og konsert-
salin. Soleiðis slapst undan
tí stóru bíðitíðini hjá áhoyr-
arunum, sum millum hølis-
skiftini fingu samstundis
fingu strekt sær beinini.
Leikandi lætt
Spælimenninir, sum bólk-
urin kallar seg, eru mannað
við fólki úr Føroyum, Dan-
mark og Svøríki. Við
Kristiani Blak á odda
undirhildu tey við spæli-
mannaløgum og tradition-
ellum løgum.
Tað skerst ikki burtur, at
tey við sínum lætta tónleiki
bæði nýttu at spæla. Sam-
stundis fingu áhoyrarnir ein
smakk av veruligum spæli-
mannatónleiki kryddaðum
við
løttum
violin-
og
floytuspæli, meðan fingrar-
nir hjá Kristiani Blak dans-
aðu so leikandi lætt yvir
klaverið.
Annað
av
útlendsku
nøvnunum týskvøldið vóru
finsku Kannaste-Ojajarvi
Quartet.
Tvær
saxofonir,
ein
kontrabass og trummur.
Teir spældu tungan, myrkan
jazz.
Einastandi Eivør
Í Klingruni setti Eivør sín
serstaka dám á konsertina.
Týskvøldið fingu áhoyrar-
nir ein blanding av svensk-
um, føroyskum, enskum og
íslendskum tónleiki. Meg-
inpartin hevði hon skrivað
sjálv, men eisini var okkurt
lag, ið hevði annan upp-
runa.
Berføtt megnaði gøtu-
kvinnan enn sum einaferð
at bergtaka áhoyrararnar.
Røddin fylti skjótt Klingr-
una og við gittarspæli og
einum stórum smíli hevði
hon skjótt publikum í hond
síni.
New Jungle Orchestra úr
Danmark settu punktum
fyri konsertini týskvøldið.
Talan er um ein jazzbólk, ið
er mannaður við heili 10
persónum.
Fyri óvanda jazzoyrað var
nógv at halda skil á. Blási-
ljóðføri,
klaver,
gittar,
trummur og percussion
sendu út eina suppu av tón-
um, ið til tíðir var bæði und-
irhaldandi og álvarsamt.
Rái pallurin, ið var
karmur um konsertsalin,
var brúktur allur sum hann
var, og eisini áhoyraranir
sluppu at uppliva tónleikar-
arnar heilt tætt uppá, tá teir
í finaluni fóru spákandi ein
túr millum lurtararnar við
teimum ljóðførunum, ið
berast kundu.
Jazzfestivalurin setti við
konsertini týskvøldið kós-
ina. Nú er full ferð framá í
eini viku fullari av tónleiki.
Nevnast kann at enda, at í
kvøld, hóskvøldið verður
millum annað ein konsert í
Sjónleikarahúsinum
við
RUN, Hanus G. Johansen
og Nicholas Hill and The
Universals.
Síðstnevnda
orkestur spældi annars á
gongugøtuni seinnapartin
týsdagin.
Havnar Jazzfestivalur:
Full ferð framá
ENEKK: Agnar Lamhauge á kontrabass og Kári Sverrison,
forsangari
EIVØR: Hesuferð fingu áhoyrararnir ein blanding av
íslendskum, enskum, føroyskum og svenskum tónleiki
KANNASTE-OJARVI QUARTET: Annað av útlendsku
nøvnunum týskvøldið varð úr Finlandi
SPÆLIMENNINIR: Fingrarnir hjá Kristian Blak dansaðu
leikandi lætt yvir klaverið
C
M
Y
K
11
10