týsdagur 27. januar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Fólk hava fingið nokk av
integratión, innflytarum
og politiskari korrektheit
S
íðan syndarligu terroratsókn
ina í París hava miðlarnir sett
sjóneykuna á innflytarar og
integratiónspolikk, tí tað vísir seg,
at alsamt fleiri muslimar gerast
radikalir islamistar. Serfrøðingarnir
spyrja, hvussu tað ber til? Hvar
byrjaði
radikaliseringin?
Nær
gjørdust muslimarnir víðgongdir
jihadistar?
Tjóðskaparflokkarnir
vinna frama
Tað finst valla nakað einfalt svar,
men eingin ivi er um, at borgarar
nir kring Evropa hava fingið nóg
mikið av miseydnaða integratións
politikkinum. Tað hevur einki við
terrorálopið á Charlie Hebdo, sum
tó hevur styrkt nógv um trúnna,
at gera, men symptomiini sóust á
valinum til evropeiska parlamentið
í mai 2014. Tá vunnu teir sokallaðu
víðgongdu
tjóðskaparflokkarnir
valið. Í Danmark fekk danski fólka
flokkurin meir enn 25% av atkvøð
unum, meðan franski tjóðskapar
flokkurin National Front fekk
flestar atkvøður. Í Bretlandi vunnu
UKIP. Tað, sum flokkarnir hava
til felags, er, at teir eru ímóti eks
pansivum
integratiónspolikki.
Serliga eru flokkarnir ímóti stóru
innrásini av muslimum og aggress
iva integratiónspolitikkinum hjá
ES, har sjálvstøðugu tjóðirnar verða
tvingaðar at geva byrokratunum í
Brússel størri part av sínum suve
reniteti. Har ímillum uttanríkis
politikkin. Og er tað nakar, ið kennir
sviðan av gelda uttanríkispolitikk
inum, eru tað vit í Føroyum, tí vit
kendu á okkara egna kroppi, hvussu
impotentir donsku myndugleikar
nir vóru, tá lobbyistarnir í ES bann
aðu føroyskum útflutningi. Tað má
vera fyrstu ferð í søguni, at eitt
sjálvstøðugt ríki hevur sett handils
bann móti einum parti av sama ríki!
Men Danmark hevði einki val, tí teir
máttu fylgja boðunum úr Brússel.
Sama er galdandi
fyri innflytarar
Trupulleikin við integratiónspoli
tikkinum er ikki bert galdandi fyri
eitt suverent Evropa, sum nógv
bendir á, at ES strembar eftir, men
hava limalondini hvør í sínum
lagi trupulleikar við at integrera
nógvu innflytararnar. Ella rætt
ari sagt: trupulleikar við nógvu
innflytarunum, ið floymdu inn í
norðara partin av Evropa í sjeyti-,
átta-, og nítí- árunum. Í Jyllands-
Postinum hósdagin 22. januar
grundgevur Bent Jensen, professari,
í greinini “Europas Undergang –
tallenes tale” fyri, hví Evropa, sum
vit kenna tað, fer til grundar.
“»Vore forældre og bedsteforældre
og talrige generationer før dem
skabte disse enestående frie, vel
ordnede og velstående samfund.
Men din og min generation har
sat alt over styr. Og skaden, vi
har forvoldt, er irreversibel, som
samfundsforskerne siger. Vi har
passeret det punkt, hvor afviklingen
af Europas nationer kunne vendes.
Nu kan vi blot beskrive og forsøge
at forklare, hvordan og hvorfor
bare én generation af europæere
bar sig ad med at formøble 1.000
års kultur.”
Endurgevingin skal takast við
einum fyrivarni, tí søgufrøðingar
hava áður spátt um undirgang og
Armageddon, har serliga Fukuyama
var kendur fyri bókina “Historiens
afslutning og det sidste menneske,”
men tað er eingin ivi, at Evropa
stendur fyri stórum avbjóðingum.
Fólkaminking
Talið av muslimum búsitandi í
Evropa veksur við rúkandi ferð,
meðan talið av evropearum ann
aðhvørt stendur í stað ella fellur.
Besta dømi er Týskland, har burðar
avlopið per týska kvinnu er mink
andi, tí alsamt fleiri kvinnur vilja
ikki hava børn, meðan talið av
muslimskum børnum er vaksandi.
Sambært greinini hjá Bent Jensen
kemur talið av turkum í Týsklandi
at tvífaldast í 2020.
“Ifølge FN- og EU-prognoser vil
Tysklands nuværende befolkning
på godt 80 millioner skrumpe til
kun godt 60 millioner i 2050, og
heraf vil tyrkerne og andre mus
limer udgøre en stadigt stigende
andel, indtil de udgør flertallet
før århundredskiftet. Italien vil
skrumpe med 20 millioner til 37
millioner og Spanien med 10 milli
oner til kun 28 millioner. I de øst
europæiske lande inklusive Rusland
og Ukraine ser det endnu værre
ud.”
Av tí at evropeiski burðartíttleik
in ikki stendur í mát við muslimska,
sigur tað seg sjálvt, at tað verður
ein spurningur um tíð, áðrenn mus
limska fólkatalið verður størri enn
tað evropeiska. Hvørt tað eru tíggju,
tjúgu ella hundrað ár, er ómøguligt
at spáa um, men við verandi gongd
verður tað bert ein spurningur um
tíð.
Fólkaræði og vælferð
Tað kemur at krevja nógv av okkara
demokratisku skipanum, tí vit
mugu ikki gloyma, at muslimar eru
uppvaksnir við øðrum fortreytum
enn evropearar. Teir eru vanir við
kúgan, korruptión og einaræðis
harrum. Teir hava ikki stórvegis
virðing fyri menniskjarættindum,
kvinnum ella rættarsamfelagnum.
Men teir hava eins og aðrir evrope
arar atkvøðurætt. Tískil hava mus
limar longu í dag stóra ávirkan á
politisku skipanirnar, tí veljara
skarin er stórur, men nógv bendir á,
at muslimar koma at hava uppaftur
størri ávirkan í framtíðini, tí
veljaraskarin veksur samansvarandi
við øktu muslimsku populatiónini.
Tað kemur at seta stórt trýst á okk
ara vælferðarsamfeløg, tí tað verður
av nógvum muslimum mett sum
eitt Paradís. Við ekspansiva inte
gratiónspolitikkinum fáa hesi
fólkini, ið ikki eru von við at fáa
nakað frá myndugleikanum ann
ars, atgongd til bæði dagpengar,
almenna forsorg og ókeypis
læknahjálp. Og tað kemur oftari
enn so fyri, at fjølmiðlarnir
koma við søgum um familjur,
ið hvørki hava arbeiði ella duga
danskt, men sum fáa pengar frá
almenna kassanum. Tað kemur
at seta uppaftur størri trýst á
vælferðartænasturnar – og tað
kemur at ganga út yvir skattin,
tí hann má økjast, um vælferðar
tænasturnar skulu varðveitast.
Muslimarnir hava pengar
Evropa
hevur
ikki
bara
trupulleikar
við
vaksandi
tali av muslimum, tí størsta
avbjóðingin fyri Evropa í løtuni
er stagnerandi búskapurin og
stóra skuldin. Okkara vælferðar
tænastur kosta nógvar pengar,
ja, tær kosta so mikið nógv, at vit
klára ikki at framleiða meir, enn vit
brúka. Tí hava flestu tjóðirnar stórt
undirskot á fíggjarlógunum. Her
ímillum Danmark, har undirskotið
á fíggjarlógini var meiri enn 100
milliardir kr. Harumframt skulu
stóru tjóðirnar, ið stríðast við
metstórum undirskotum, gjalda fyri
skuldarbundnu tjóðirnar í Suður
evropa: Italia, Spania, Grikkaland
og Portugal v.m. Tað, sum eyðkennir
serliga Italia og Grikkaland, er, at
tær líða undir korruptión og vei
kum institutiónum. Tí hevur tað
so ómetaliga stóran týdning, at
evropeiski búskapurin fótar sær
aftur, tí undirskotini skulu typpast.
Tey kunnu ikki vaksa í ta óendaliga,
tí fyrr ella seinni skulu rokning
arnar gjaldast. Tað er akkurát tað,
sum ger muslimarnar so vanda
miklar, tí teir sita við øllum peng
unum. Og teir eru ikki bangnir fyri
at vísa tað.
Fly Emirates, Etihad
ella Qatar Airways
Hygg bara eftir toppinum av øllum
ítróttargreinunum í heiminum!
Hvør er høvuðssponsorur hjá Real
Madrid, Arsenal, AC. Milan og
Paris Saint Germain? Fly Emirates
(rularin í Dubai).
Hví? Tí teir seta seg á størstu
flogruturnar í Evropa: Madrid,
London, Milano og París.
Hvar verður HM í fótbólti í 2022.
Qatar. Hvar er HM í hondbólti?
Qatar. Hvør vinnur hestaríðingina í
Onglandi? Hesturin hjá rularanum
í Dubai.
Hetta er bara fyri at nevna nøkur
dømi, men um tit geva tykkum far
um tað, gerast teknini sjónligari og
sjónligari: Hesir einaræðisharrar, ið
seta seg á alt, eru muslimar!
Politisk korrekheit
er ókorrekt
Politikkur er seinastu nógvu árini
vorðin so mikið korrektur, at
evropeisku samfeløgini hava gjørt
alt fyri ikki at stoyta muslimar og
aðrar samfelagsbólkar. Tað hava
verið nógv dømi, har vanligar sið
venjur vera broyttar, tí tær á ein
ella annan hátt stoyta ávísar sam
felagsbólkar. Í Hollandi verður
Sinterklass hildin 6. desember, har
Sinterklass er ein myrklittur maður,
ið býtir gávur út. Siðvenjan hevur
verið í øldir, men nú er ætlanin at
broyta tað, tí Sinterklass ger seg
inn á ein samfelagsbólk. Sama
kann sigast um bókina hjá Astrid
Lindgren, har Pippi Langstrømpe
hittir nekarakongin – tað verður
broytt. Tí skuldi tað ikki undrað
meg, at politiska korrekheitin fyrr
ella seinni ætlar at beina fyri jøda
kakum og nekarakyssum, tí orðini
eru stoytandi. Men tað hevur tó
eydnast politisku korrektheitini at
steðga øllum kjaki um integratión
og innflytarum, tí um tú ikki ert
samdur við teimum, verður tú
skírdur fyri at vera rasistur. Ótole
rantur. Ella fremmandahatari. So
leiðis setur politiska korrekheitin
fjøldina í bás. Annaðhvørt vil tú
innflytarum væl, ella ert tú fremm
andahatari. Ert tolerantur ella
intolerantur. Annaðhvørt brúkar
tú vit og skil, ella ert tú “blindaður
av ógrundaðum fordómum og
ótta, sum einki hald hava í veru
leikanum,” sum Elin B. Heinesen
skrivaði á Facebook. Hendan polit
iska korrekheitin hevur birt undir
fleiri fólkarørslur m. a. Pegida, har
fólk gera vart við, at tey hava fingið
nokk. Tey hava ikki hug at liva undir
teimum fortreyum, sum innflytarar
áleggja teimum. Hava ikki hug at
laga sítt samfelagið eftir teimum,
sum koma uttanífrá. Tey hava fingið
nokk av integratión, innflytarum og
politiskari korrekheit.
Tey vilja hava sítt samfelag
aftur.
Hanus Samró
Í Hollandi verður Sinterklass hildin 6.
desember, har Sinterklass er ein myrklittur
maður, ið býtir gávur út. Siðvenjan
hevur verið í øldir, men nú er ætlanin at
broyta tað, tí Sinterklass ger seg inn á ein
samfelagsbólk. Sama kann sigast um bókina
hjá Astrid Lindgren, har Pippi Langstrømpe
hittir nekarakongin – tað verður broytt.
Tí skuldi tað ikki undrað meg, at politiska
korrekheitin fyrr ella seinni ætlar at beina
fyri jødakakum og nekarakyssum, tí orðini
eru stoytandi