Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 123 - 1. juli 2004 Nr. 123 - 1. juli 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Hálvan juni gjørdist Heðin Dánialsson Poulsen fyrsti føroyingur, ið stóð nýggju donsku advokatpróvtøk- una. Próvtøkan er ikki kravd í Føroyum, men hví lata slíka avbjóðing frá sær? Hjá summum kennast av- bjóðingar altíð kærkomnar, tey vilja heldur bróta upp úr nýggjum enn bert fylgja eftir sum fyri er slóðað. Tá 28 ára gamli havnarmað- urin Heðin D. Poulsen fekk kjansin at taka donsku advokatútbúgvingina, fór hann við áræði undir hana eisini. Nú hevur hann stað- ið ta krevjandi munnligu próvtøkuna, sum annars hevur køvt advokatdreym- arnar hjá mongum bragd- ligum donskum juristi við góðum høvdi og spískum albogum. Heðin og Kári á Rógvi byrjaðu saman uppá advokatútbúgvingina á heystið 2002 sum endaði við próvtøkuni tíðliga ein mánamorgun í juni. Kári starvast saman við Eyð- finni Jacobsen á advokat- virkinum Faroe Law og umframt hannsara virkna leiklut innan óðalsmentan- ina, hevur Kári verið skriv- ari hjá Grundlógarnevndini og er í løtuni næstformaður í Grundlógarnevndini. Arbeiði, vinna, lesnaður Heðin vaks upp í Havn, mamman Amalia Maria vaks upp í Hornabø, meðan pápin Daniel Johan er úr Sandvík. Í báðar leggir er Heðin vandur upp við jarðarbrúk og kærleika til ætt og siðir. Saman við konu, foreldrum, bróður og morbróður sínum er Heðin tíðliga sum seint á trøðni í Havnardali. Tey fáast í felag við dunnur og seyð og alt, ið hartil hoyrir. Sum ungur leitaði Heðin tó út um garðarnar. Eftir lokið handilsskúlaprógv vildi Heðin taka við øðrum avbjóðingum enn bert at fylgja streyminum til Dan- markar. Teir báðir vinmað- urin Teitur Nolsøe Poulsen fóru til Skotlands. Fyrstu tíðina arbeiddu teir, fyrst á flakavirki og síðani sum flytimenn. Í Aberdeen gjørdust teir kendir við tað skotska lyndið og ikki minst skotska málið, ið bregður ikki so lítið frá skúlaenskum. Handilsútbúgvingin skuldi roynast, og teir báðir stovnaðu egið virki, HT- Service, ið tók á seg at flyta inn vørður úr Bretlandi til Føroya. Mangan er tað munandi ódýrari at keypa úr Bretlandi heldur enn úr Danmark; og teir báðir vunnu sær bæði royndir og dagligt breyð burturúr at kanna henda marknaðin. Men hægri skúli var altíð málið hjá teimum, og fóru báðir á skúlabonk á uni- versitetinum í Aberdeen, ið er millum elstu lærdu skúl- ar í Bretlandi. Heðin fór at lesa lóg - jura. Skotland byggir bæði á "rómverska lóg," eins og flestu londini á europeiska meginland- inum, og á "common law," eins og England. Tí er Skot- land eitt tað besta landið at lesa lógkunnleika í hesum alheimsgjørdu tíðum, tí skotar hava eyga fyri fleiri ymsum siðvenjum. Men móti fólki, ið vilja lesa uttan fyri Danmark skortar ikki av ákoyringum frá klókum føroyingum: "Tað ber ikki til at lesa jura uttan fyri Danmark - tað er er heilt hvørt sítt." Hetta brikslið hevur Heðin fingið omanyvir seg ótaldar ferðir. Lítið fet hjá Heðini, men stórt lop fyri føroyingar Liðugur at lesa fór Heðin heim aftur til Føroya og fekk starv hjá fiskimálaráð- num. Heðin fekk til upp- gávu at vera skrivari hjá nevnd at fyrireika yvirtøk- una av málsøkinum trygd á sjónum. Bólkurin arbeiddi miðvíst fram ímóti yvir- tøkuni, ið gjørdist ein av fá- um væleydnaðum yvirtøk- um valskeiðið 1998-2002. Skipaeftirlitið, sum húsast í Miðvági, men virkar kring landið alt, er úrslitið av hes- um arbeiði, har Heðin, saman við Halgir W. Poul- sen, førdi lógkøna pennin, hóast hann ikki hevði verið ein einasta tíma á danskari skúlabrík. Eftir yvirtøkuarbeiðið fór Heðin saman við konuni Biritu, ið eisini er lógkøn, at lesa í Southampton í Englandi. Heðin las sjólóg, meðan Birita legði seg eftir altjóða mannarættindum, og varð serritgerðin hjá Biritu um rættindi hjá børn- um í Føroyum eftir altjóða sáttmálum prentað í før- oyskum lógarriti (FLR). Heimkomin fór Heðin at starvast sum skipaskráseti. Heðin hevur serliga lagt seg eftir at veita vinnulív- inum góða tænastu. Al- menn starvsfólk mugu ikki gloyma at tey er til fyri borgaran og ikki øvugt, al- mennar skrásetingar skulu vera brúkaravinarliga og fyrikomandi. At Heðin sjálvur hevði verið vinnu- lívsmaður gjørdi, at hann visti hvussu tað var at sita hinumegin borðið. Um hetta mundið kom fram, at danska advokat- samfelagið var farið at bjóða út advokatútbúgving- ina sum eina eftirútbúgving til onnur enn advokatfull- trúar. Heðin fekk tá loyvi at taka hesa útbúgving bæði sum alment mennandi eftir- útbúgving og sum høvi at prógva, at við góðum hátta- lagi og góðum høvdi ber til at seta seg inn í danskar rættarreglur uttan júst at hava terpa tær í áravís. Juristar, sum vilja verða viðurkendir sum advokatar, skulu í Danmark arbeiða hjá øðrum advokati í trý ár (ella fáa hetta góðskrivað) og skulu hava staðið próv- tøku eftir lokna eftirút- búgving sum advokatur. Í Føroyum er kravið um próvtøkuna enn ikki sett í gildi. Føroyskir advokat- fulltrúar kunnu tí sleppa frá próvtøkuni, um teir ikki hætta sær undir hana. Hetta er tó væntandi ikki nøkur forðing fyri at virka í Dan- mark eisini. Við dirvi, umenn ikki heilt óræddur, valdi Heðin kortini at fara til próvtøku, og tað sum tyktist so stórt lop fyri føroyingar gjørdist lítið fet hjá Heðini, sum fekk rós fyri at duga væl skipa fund og ráðgeving. Próvtøkan er soleiðis skip- að, at tann lesandi skal lát- ast vera advokatur, ið skal ráðgeva eksaminator og censor, ið skulu spæla at vera klientar við ávísum trupulleikum og spurning- um. Har skuldi so hesin skotskt-enski løgfrøðing- urin ráðgeva um danska lóg; og teir royndu advo- katarnir vóru ikki í iva: "har skrevet bestået," søgdu tey. Streingir so aftur Heðin er ikki tann, ið hvílur á laurberbløðunum. Nú hann hevur gjørt tey til skammar, sum søgdu at einans donsk útbúgving dugir í Føroyum, fer Heðin beint til aðrar avbjóðingar. Heðin hevur seinastu árini starvast sum skipa- skrásetari á skipaskránni undir fiskimálaráðnum. Hóast árini á almennari skrivstovu hava verið spennandi og lærurík, so ætlar Heðin ikki vera sit- andi til tey bera hann út aftur. Vinnulívið hevur altíð havt hansara serliga tokka, og hevur hann fingið boðið starv hjá partafelagnum Trygd, tryggingarfelag- num, ið vaknaði upp úr dvala eftir at monopolið varð avtikið. Tað eru ikki nógv ár síðani, at tey klóku hildu uppá, at tað var ikki pláss fyri fleiri tryggingum í Føroyum, landið var ov lítið, søgdu tey. Fyri Heðin er tað hóast unga aldurin ikki nakað nýtt at skula klára seg, hóast onnur siga tað ikki at bera til. Hjá ungfólki, ið ætla at nema sær útbúgving, man tað vera spennandi at frætta, at avbjóðingar og út- búgvingar kunnu nemast so mangastaðni. x. Lærdur maður Ja, hvussu skal man byrja. Eitt ár er longu liðið, síðani Høgni so brádliga bleiv tikin frá okkum. Ikki ein dagur fer fram við, uttan man hugsar um hann. Ikki er tað lætt at skriva minningarorð um Høgna. Hann, sum var so ungur og frískur og altíð við upp á alt. Boðini, ið vit fingu um at Høgni hevði verið við í eini ferðsluvanlukku, vóru okkum sera tung at bera. Vit tóku beina leið til Havnar at vita, hvussu til stóð. Vit vónaðu øll, at hann fór at megna tað, og nógvar vóru bønirnar til Várharra. Nakrir dagar gingu og so komu tey tungu, syrgiligu boðini, at Høgni var tikin frá okkum. Ikki er lætt at finna orðini, ei heldur er tað lætt at seta seg niður og tosa um, hvat vit skulu skriva. Vit vilja ikki heilt sleppa tær, Høgni. – Hetta verður okkara seinasta heilsan til tín. Vit komu at kenna Høgna, tá vit byrjaðu í 1HH. Nøkur av okkum kendu hann frá fyrr av og onnur møttu honum fyri fyrstu ferð. Hann var ein sera góður vinur hjá okkum øllum, og í dag er saknurin eftir hann sera stórur. Hann dugdi væl í skúlanum, um hann bert gav sær tíð, og tá gingið varð til próvtøku, var hann millum tey bestu. Vit minnast so væl, hvussu hann gleddi seg at gerast liðugur og fáa húgvuna setta á høvdið. Hann tosaðu um at flyta av landinum eftir lokna útbúgving. Alt lívið lá fyri framman – ein framtíð við hundraðtals møguleikum. Høgni var altíð fyrstur í skúla og møtti væl upp. Hvønn morgun, tá komið var í skúla, var hann har, og altíð smílandi. Ja, nógv eru minnini og góð. Vit fara altíð at minnast Høgna sum okkara góða vin og altíð fer hann at liva í hjørtum okkara. Dagurin kom, tá hann skuldi til ta síðstu próvtøkuna og húgvan skuldi setast á høvdið. Tann dagin sótu vit við húgvuni og skrivaðu okkara heilsanir til hann í húgvuna. Tað var tungt at sita til próvhandanina og vita, at Høgni ikki kundi vera saman við okkum, hetta skuldi verða ein gleðisdagur fyri okkum øll, men hendan dagin runnu okkum tár á kinn. Høgni var saman við okkum í hjørtunum. Vit høvdu mangar góðar stundir saman – bæði í gaman og álvara. Saknurin er stórur, men vit vita, at hann hevur tað gott. Ja, svárt er tað hjá tykkum, sum eftir sita. Tit hava mist ein góðan son, beiggja, ommu- og abbason og vin. Vit í 2HH 2003 vilja hervið takka familjuni hjá Høgna fyri, at vit kundu koma til Havnar at vitja Høgna og fyri, at tit søgdu okkum frá støðu hansara líka frá tí, at vanlukkan hendi og til tað síðsta. Vit vilja hervið lýsa frið yvir minnið um Høgna Traðará. Johs. 14,1–3: »Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, Skulu tit eisini vera. 2HHA 2003 á Kambsdali Minningarorð um okkara floksfelaga og vin Høgna Traðará 17.11.80 27.06.03 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 1. juli. Teobaldus, deyður í 1066. Franskur aðals- maður, ið á ungum árum velur eitt lív sum einabúgvi. Var fyrst í Luksemburg, ger so pílagrímsferð til Santiago de Compostela í Norðurspaniu, til Róm og fær sær at enda tilhald í Vincenza í Italiu, har hann varð prestvígdur. Til minnis um ommu mína Hannu Johannesen nevnd Boys-Hanna f. 01.07.1908 d. 20.03.2004 Røddin, ið tagnaði Sakni ta eyðkendu og spyrjandi rødd sum eg kenni frá tí eg var fødd spurdi til lívið til øll, meg og míni vardi um og var so góð við síni. Metta av døgum tú legði árarnar inn sakna vit samveruna og títt ljósa sinn lívsfríska røddin, ja, tagnað hon er eittans er lívið á foldum her. Stuttligar viðmerkingar tú mangan gjørdi orðið var títt og tú tað mangan førdi eingin slapp undan sum vildi til gaman bert tað varð hildið. Veit, at tú fylgir okkum uppi har saman við abba, tú okkum fær at hugsa um lívið og tað tit okkum góvu sum børnini mong í fanginum á tykkum lógu. Fylgir mær gjøgnum lívið, tað tit løgdu í meg á Bakkanum vit áttu abba og teg spældu vit har um fjøru og ong minnini eiga vit øll somul so mong. Á merkisdegnum vit altíð vitjaðu teg nærkast tann dagur vit mintust teg Nú røddin er tagnað sum vísti oss veg Í himmiríkið er - vit nú minnast teg. Takk fyri alt, tú vart fyri okkum, omma. Hanna Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálp í sambandi við jarðarferðina hjá kæra pápa, verfaðir, abba og bróður okkara Peter Albert Mortensen av Argjum Tøkk til Skipafelagið og manningina á Lómi. Fyri tey avvarðandi Guðrið og Christian Beinta, Jens,Tóra og Martin, Ove við familju Eftir at hava verið í starvi sum faklærari í 33 ár á Maskindeild- ini á Tekniska Skúla í Klaksvík, hevur Fischer Hansen valt at siga starvið frá sær. Í hesum sambandi vóru uml. 100 fólk til móttøku á skúlanum fríggjadagin Tveir dagar eftir at hann rundaði tey seksti, legði Fischer Hansen frá sær sum lærari á Tekniska Skúla í Klaksvík. Fischer hevur verið sera vældámdur millium lær- lingar og næmingar, og hetta fekk hann at hoyra fyri í teimum mongu røð- unum hátíðardagin. Fischer er ættaður úr Mikladali, har hann fyri tað mesta er í síni frítíð, og har- til hevur hann tætt tilknýti til flakatrolaran Vesturvón, so tað er neyvan nakar vandi fyri, at hann kemur at keða seg næstu árini. Á somu samkomu vóru 5 onnur starvsfólk, sum hava verið meir enn 25 ár á skúlanum, heiðraði. Hesi vóru: Eyolv Joensen, Jákup Pauli Sundsskarð, Linjon Jacobsen, Hans Jacob á Kósini og Sólvá Hansen. Fischer Hansen, Klaksvík: Farin frá sum lærari á Tekniska Skúla Rúni Heinesen takkar Fischer Hansen fyri tíðina, hann hevur verið lærari á Tekniska skúla Fischer Hansen fekk fleiri gávur og heilsanir á móttøkuni Gunnleivur Dalsgarð, for- maður í Starvsmannafelag- num, hevur ongar viðmerk- ingar til ta býráðssamtykt, sum kemur í gildi í dag. Henda samtykt snýr seg millum annað um lækna- ørindi hjá starvsfólkum í Tórshavnar Kommunu, umframt jarðarferðir. - Eg havi onga viðmerk- ing til hatta málið. Vit hava jú boðað frá, at vit fara møguliga at taka tað upp sum eitt gerðarættarmál. Og annars taka vit okkum ta fríheit til at taka tey stig, sum vit meta vera røtt, sjálvt um vit fara tann rætt- arliga vegin, sigur Gunn- leivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. - Tað er tann viðmerk- ingin, sum eg havi beint nú. -hkm Gunnleivur tigur C M Y K 13 12