Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 • hósdagur • 1. juli 2004 • 78. árg. Fríggjadagin 25. juni var eitt sokallað MC- treff á Bileftirlitinum í Havn, har tey sum møttu upp fingu motorsúkklur sínar sýnaðar. Hetta var fyrsta tiltak av sínum slagi, og motor- súkklufólkið tók lutfalsliga væl undir við tiltakinum MOTORSÚKKLUR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Sum nakað heilt nýtt skip- aði Bileftirlitið í Havn fyri einum sokallaðum MC- treffi seinasta fríggjadag. Tær luttakandi súkklur- nar vórðu kannaðar av sýnsmanningini á Bileftir- litinum, meðan eigararnir fingu sær ein kaffimunn og eitt prát við aðrar motor- súkklueigarar. Við at skipa fyri einum slíkum "MC-treffi" var gjørligt hjá Bileftirlitinum at sýna eitt stórt tal av motorsúkklum eftir einum degi. Frá Bileftirlitinum verður sagt, at uppmøtingin var nakað minni, enn tey rokn- aðu við, men tær motor- súkklurnar sum komu vóru í góðum standi. Í Føroyum eru pr. 1. januar 2004 skrásettar 378 motorsúkklur. Av teimum møttu umleið 20 prosent til sýn hendan dagin. Tær motorsúkklur ið ikki komu við til tiltakið verða innkallaðar til sýn seinni. Bileftirlit Føroya: 70 motorsúkklur komu til sýn 70 motorsúkklur møttu til "MC-Treffið" á Bileftirlitinum seinasta fríggjadag Mynd: Jens Kristian Vang Sýnsmenninir hjá Bileftirlitinum: John Olsen, Niels Juul Knudsen og Rasmus Jacobsen saman við motorsúkklukoyraru num Inu og Rúna Christiansen Mynd: Jens Kristian Vang Motorsúklurnar, sum vórðu sýnaðar, vóru í góðum standi, verður sagt frá Bileftirlitinum Mynd: Jens Kristian Vang TOYOTA LAND CRUISER 3,0 TURBODIESEL V. INTERCOOLARA 163 HK Árg nov.2001, Km 61.000. Prísur: kr. 280,000,- v.mvg (nýprísur kr. 416.000,-v.mvg) Bilurin er sera væl hildin. Hann hevur t.d. alu-felgur, CD-anlegg, fjarstýrt sentrallás, el- rútar, el-síðuspegl og sleipikrók. Áhugaði kunnu venda sær til Tlf. 210559 15 14 Nr. 123 - 1. juli 2004 Fleiri velja at fara frá Hóast danska stjórnin roynir at fáa fólk at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, eftir at tey hava fylt 60, velja alt fleiri og fleiri at taka av tilboðnum um at fara frá við eftirløn. Ein uppgerð hjá donsku hagstovuni vísir, at tað seinasta árið eru meiri enn 8.600 fólk komin upp í eftirlønarskipanina afturat, soleiðis at talið nú er farið upp um 180.000. Í 1999 gjørdi stjórnin eina roynd at fáa fólk at bíða við at fara frá. Bíðaðu tey eitt ár, skuldu tey fáa so mikið meiri, tá tey fóru frá, men hetta hevur eftir øllum at døma ikki havt nakra ávirkan. Tvørturímóti vísa hagtølini, at talið á teimum, ið velja at fara frá, tá tey eru 60 ella 61, veksur støðugt. Klaus Kaiser, búskaparfrøðingur hjá Jyske Bank, sigur við Jyllandspostin, at stjórnin má gera okkurt fyri at venda gongdini, tí annars fara umleið 60.000 fleiri at fáa eftirløn um fimm ár. Hann ásannar kortini, at tað verður trupult hjá politikarunum at nema við málið. Hjálpa børnum ímóti sjúku Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Jens Stoltenberg og heimsins ríkasti maður, Bill Gates, hava eitt felags áhugamál, og tað er at hjálpa børnum í menningarlond- unum ímóti ymsum sjúkum. Jens Stoltenberg er nevndarlimur í altjóða heilivágs- verkætlanini GAVI, sum Bill Gates hevur stuðlað við fimm milliardum krónum. Sambært ST hevur arbeiðið hjá GAVI gjørt stóran mun, og mett verður, at heili- vágsverkætlanin hevur bjargað umleið 500.000 børn- um í fleiri londum. Eitt nú hava tey fingið heilivág ímóti meslingum og stívkrampa. Jens Stoltenberg hevur verið í fleiri londum og roynt at savna meiri pengar til heilivág. USA er tað landið í Vesturheiminum, sum letur mest, og á øðrum plássi er Noreg, sum letur GAVI 300 milliónir krónur um árið. Hitabylgja í Evropa Í hesum døgum leita norðurlendingar í túsundatali sær suðureftir fyri at fáa sól og summar. Tað er heldur ikki so løgið, tí í teimum norðaru londunum í Evropa er summarið ikki komið enn. Øðrvísi er í teimum suðurevropeisku londunum. Í Grikkalandi, Italia, Spania og Portugal hevur verið ógvuliga heitt teir seinastu dagarnar. Týsdagin fór hitin í sjey sponskum býum upp um 40 stig, og í býnum Cor- doba máldu tey 42,3 stig, sum er met higartil í ár. Tað er eisini heitt har suðuri í Fraklandi, og veðurmenninir lovaðu í gjár, at hitin har fer at liggja um 30 stig teir næstu dagarnar. Men vandi er í hvørjari vælferð, sigur orðatakið. Í fjør var eisini ógvuliga heitt í Suðuravropa, og tá kravdi tann nógvi og áhaldandi hitin fleiri túsund mannalív. Serliga Frakland varð meint rakt. Pávin bað um umbering Týsdagin var leiðarin hjá teirri kristnu ortodoksu kirkj- uni, patriarkurin Bartholomeus Fyrsti, í Rom og vitjaði Jóhannes Páll páva. Teir báðir tosaðu um tær nógvu ósemjurnar og teir óhepnu samanbrestirnar, sum hava verið ímillum ta vestaru og ta eystaru kirkjuna síðani slitið í 1054. Ser- liga legði pávin dent á tað, sum hendi í apríl í 1204, tá krossfararnir herjaðu býin Konstantinopel (nú Istan- bul) og rændu alt fyri at fíggja ta fjórðu krossferðina. Pávin bað patriarkin um umbering fyri tað, sum kross- fararnir høvdu gjørt, skrivar Reuters. Jóhannes Páll pávi hevur leingi havt ein dreym um at sleppa til Moskva at vitja ta russisku ortodoksu kirkj- una, men patriarkurin har, Aleksij Annar, vil ikki hava pávan á vitjan, tí hann sigur ta katólsku kirkjuna royna at fáa fólk at fara frá teirri ortodoksu kirkjuni til ta katólsku. UTTAN ÚR HEIMI 26 ára gamli amerik- anski verkfrøðingurin Nick Berg varð háls- høgdur í Irak. Pápi hansara gevur Bush, forseta skyldina av, at sonurin doyði USA Árni Joensen fartekst@mail.dk – Menn sum George W. Bush og Donald Rumsfeld síggja ikki sorg okkara, tí teir vita ikki, hvussu svárt hetta kennist, sigur Michael Berg. Leygardagin 8. mai var sonur hansara funnin avrættaður uttan fyri Bag- dad. Mánadagin kom Michael Berg til London, har hann helt røðu á einum fundi ímóti krígnum í Irak. Hann hevur í fleiri samrøðum fyrr sagt, at Bush og Rums- feld hava skyldina av, at sonur hansara doyði, og í einari samrøðu fyrrakvøld- ið legði hann Bush undir at hava dult sannleikan um kríggið í Irak. Tað gera teir amerikonsku fjølmiðlarnir heldur ikki. – Meiri enn 11.000 irakar eru deyðir, og tey avvarandi eru líka meint rakt sum eg, men tey hoyra vit einki um í teimum amerikonsku fjøl- miðlunum. Teir amerik- onsku fjølmiðlarnir leggja ikki í at siga frá teimum, sum líða mest. – Tá tú sært, hvussu nógv eg og tey avvarandi hjá Paul Johnson, Kim Sun-il og fleiri túsund irakum hava liðið, hevur tú ilt við at skilja, hvussu Bush oh Blair kunnu bera seg so- leiðis at, segði Michael Berg. Amerikanski herov- astin í Irak, general- urin Ricardo Sanchez, bað bretsku herdeild- irnar gera seg til reið- ar at leypa á Iran. Men tann bretski her- ovastin segði nei IRAK-KRÍGGIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Í juli í fjør komu nakrir her- menn úr iransku tjóðarhirð- ini inn um irakska markið eystan fyri Basra har suðuri í Irak. Endamálið var helst ein roynd at herseta eitt ir- akskt øki, sum Iran fyrr hevur kravt at fáa ræðið á. Sambært bretska blaðn- um Daily Telegraph var amerikanski herovastin í Irak, Ricardo Sanchez, í øðini, tá hann frætti um teir iransku hermenninar. Hann ringdi alt fyri eitt til tann bretska herovastan og gav honum boð um at senda fleiri túsund hermenn at leypa á tær iransku støðir- nar á markinum. Men tann bretski ovastin segði nei. Hann royndi at sissa amerikanska general- in og segði, at bretar ætlaðu sær at loysa trupulleikarnar við samráðingum. Tað gjørdu teir eisini. Eftir at Jack Straw, uttanríkisráð- harri, hevði tosað við ir- anska uttanríkisráðharran, Kamal Kharazi, tóku teir iransku hermenninir seg aftur. Ein bretsk verjukelda sigur við Daily Telegraph, at høvdu teir bretsku her- menninir gjørt eftir boðun- um frá Ricardo Sanchez, hevði tað ivaleyst endað í einum sonnum ragnarroki. Iranska tjóðarhirðin hevur 125.000 hermenn, 500 stríðsvognar og fleiri hundrað kanónir, og tí er ilt at ímynda sær, hvat hevði hent, sigur keldan. Daily Telegraph skrivar, at tilburðurin í Irak minnir um tað, sum hendi í Kos- ovo, tá amerikanski herov- astin í Evropa, Wesley Clark, gav bretskum her- monnum boð um at forða russiskum hermonnum í at taka valdið í floghavnini í høvuðsstaðnum Pristina. – Eg ætli mær ikki at byrja triðja heimsbardaga fyri teg, svaraði tann bretski herovastin. Gevur Bush skyldina av at sonurin doyði USA bað bretar fyrireika álop á Iran Ricardo Sanchez (her saman við Paul Bremer) bað bretar fyrireika seg til at leypa á eina iranska herdeild, men bretski generalurin segði nei Michael Berg gevur George W. Bush, forseta skyldina av, at sonur hansara bleiv burt- urflutur og avrættaður í Irak C M Y K 14