hósdagur 29. januar 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
30. januar 2015
Tá kjakast verður um valskipan, so
er tað tí, at fólk eru ónøgd. Tí varð
skipanin broytt í 2007 soleiðis, at
vit á valinum í 2008 fyri fyrstu ferð
høvdu Føroyar sum eitt valdømi.
Nógv vóru ímóti hesi skipan, men meirilutin
á tingi var fyri. Tað slepst ikki undan at siga,
at hetta varð gjørt í óðum verkum, tí tað
var tað. Soleiðis arbeiðir politiska skipanin.
Ber til at lirka – og kanska eisini lumpa – so
verður tað gjørt. Eina sakliga gjøgnumgongd
og sakliga tilgongd til eitt kontroversielt mál,
tað verið seg valskipan, undirsjóvartunnil,
ella havnarlag í Havn, tað síggja vit ikki.
Nú eru tað ávísir politikarar og fólk kring
ávísar politikarar, sum vilja hava landið býtt
sundur aftur í fleiri valdmømi.
– Politikararnir eru vorðnir ov sjálvsøknir.
Fólkið tímir ikki politiskt arbeiði. Vaksandi
– óloyalitetur er í politisku flokkunum. Ting
fólk mugu berjast móti sínum egnum fyri at
verða vald. Tað er dýrt og tað er troyttandi.
Hesi eru nøkur av argumentunum, sum
tingfólk hava nýtt um dagarnar.
Reimund Langgaard rakti seymin á
høvdið, tá hann í útvapinum segði, at hetta
kanska hevði nakað við samansetingina av
fólkunum á tingi at gera.
Av teimum 34 løgtingsvalunum, sum hava
verið síðani floksbýtið í 1906, hevur land
ið verið býtt í sjey valdømi 32 ferðir. Bara
tvær ferðir hevur landið verið eitt valdømi.
Sjálvandi eigur skipanin ikki at broytast enn.
Hon skal hava fleiri kjansir afturat. Sjálvandi
skal hon eftirmetast, tað skuldi bara mangla.
Tann uppgávna liggur hjá løgtinginum.
At tingfólk eru sjálvsøkin hevur valla nak
að sum helst við tingskipanina at gera. Stór
ur partur av tingarbeiðinum er sjálvprofiler
ing. Tað hevur jú einki við politikk at gera,
at tingfólk spyrja síni egnu landsstýrisfólk
planlagdar spurningar við planløgdum
svarum, so sum fleiri dømi eru um. Og at
flokkarnir eru illa skipaðir hevur heldur
einki við valskipan at gera. Tað eru fólkini í
flokkunum, sum ikki duga at fylgja tíðini og
duga at finna út av, hvat skal til fyri at fáa
ein flokk at fungera.
Gamla valskipanin var ein kvotering. Ein
kvotering millum øki. Tað er óhugsandi, at
løgtingið samtykkir eina kvotering millum
kyn, ella millum aldursbókar
ella okkurt annað. Hví
so eina kvotering
millum øki?
Hon fekk boð um at halda blankan
kjaft, og so kvetti ikki aftur í henni
Tað er ikki hissini orðadráttur millum størstu
høvuðkambarnar í Tórshavnar býráð í hes
um døgum. Tjóðveldi setti gongd á – við at
koma við einum alternativum uppskoti um
góðshavn. Boðskaðurin var Vaglinum var tí
greiður:
– Tjóðveldi byggir fantasihavn úr skervi
og dusti. Tjóðveldi hevur á náttartíð barslað
við einum uppskoti um altjóða havn inni
á Sundi, sum skal byggjast av skervi og
smágróti úr tunlinum millum Eysturoy og
Streymoy, ið bert kann brúkast sum ífylla á
turrum. Og borgarstjórin heldur fram:
– Bara fyri at skapa rumbul. Uppskotið
er funnin fressur hjá eysturoyingum, nú tey
skjóta upp, at landshavnin kemur at liggja 10
minuttir úr Runavík – so er sjálvsagt, at hon
einsvæl kann byggjast við Skálafjørðin. 5
-700 arbeiðspláss skulu flytast og eitt ótal av
fyritøkum og amboðum somuleiðis.
Svarið frá Jógvan kom skjótt við ein lýs
ing av borgarstjóranum:
– Máttmikil og nalvaskoðandi. Hann
happar, niðurger og speirekur tey, sum hava
aðra áskoðan enn hann. Sær ikki mætari
út, enn at tann máttmikli og nalvaskoðandi
borgarstjórin í Havn kennir seg raktan beint
í solar plexus í havnarmálinum. Hann siglir
nú runt í ringi
num sum ein
groggy neva
leikari.
Á flokstingi hjá Tjóðveldi á Hotel
Hafna hóskvøldið 20. januar í 2005
tók Høgni Hoydal eitt »time-out« í
stríðnum við Tórbjørn Jacobsen
Fólkatingsval varð útskrivað, og tað voldi
Tjóðveldinum trupulleikar. Flokkurin hevði
júst samtykt at tveita Tórbjørn Jacobsen
úr flokkinum. Hann var komin til ilnar við
floksformannin og stóran part av flokkinum
við. Nú hótti Tobbi við at stilla upp aðrastaðni –
og tí vóru góð ráð dýr. Tær 870 atkvøðurnar hjá
honum vóru ikki at forsmáa.
Tí trein Høgni Hoydal á røðarapallin og tók
eitt time-out í stríðnum. Meðan
time-outið var, skuldi flokkurin
gera valevnislistan til fólkatings
valið og føra valstríð. 27 atkvøður
vóru fyri og 3 ímóti time-outinum.
– Eitt time-out í 10 ár 10 dagar,
man tað vera heimsmet?
Gevið valskipanini ein kjans
Harðir og heitir høvuðkambar
Tjóðveldi eigur
longsta time-out
hart móti hørðum:
heimsmet?
so segði hann...
Les eisini blaðið
á telefonini
»Nógv dýrari at
búgva í Klaksvík
enn í Havn«
Óli Breckmann ger
tað sum Al-Qaeda
vil hava
Sjúrður Skaale
Kjak síða 18
Latið okkum lyfta
kjakið á hægri
støði
Síða 10-11
Hóttandi sparing
ar skapa órógv
Síða 5
Visti tú?
At mest nýtta
veganavn í Føroyum er
»Bakkavegur« – teir
eru 15 í tali!
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Eyðstein Poulsen, býráðslimur
Fólkafloksins í Klaksvík