Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Skúlatilboðið Lopfjølin ein sólskinssøga Bjørghild Djurhuus Forkvinna í trivnaðar­ nevnd Tórshavnar býráðs Í eina tíð hevur royndar­ verk­ætlanin Lopfjølin koyrt á Margarinfabrikkini í Havn fyri skúlanæmingar, sum eitt nú av sosialum ella sálar­ frøði­ligum orsøkum ikki megna vanliga skúlagongd og eru farin úr skúlanum, hóast skúlaskyldugan aldur.   Vanliga fáa hesi tilboð eftir skipanini við heima- og sjúkraundirvísing, sum skúl­ in stendur fyri. Men somu næmingar eru í nógvum førum eisini knýttir at barna­verndartænastuni, har ymiskar fyriskipanir eru sett­ar í verk. Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu hev­ ur sæð tørv á øðrvísi undir­ vísingartilboði heldur enn vanligu heimaundirvísingina. Eisini skúlarnir hava eftirlýst øðrum tilboði til einstakar næmingar. Eftir nakrar samrøður mill­um partarnar vaks fram hugskotið um eina royndar­ verkætlan, har fakligt og fíggjarligt tilfeingi, sum longu er til taks í skúlaskipanini og stuðulsfyriskipanum sam­ bært barnaverndarlógini, verð­ur savnað og brúkt á ein hátt, sum fyrst og fremst kemur barninum ella tí unga til góðar fakliga og sosialt. Tað er sannroynd, at tey, sum ikki megna fólkaskúlan, hava sera vánaligar fortreytir at klára seg seinni í lívinum. Eitt mál við Lopfjølini er tí, at barnið kann fara aftur í skúla og verða partur av skúlafelagsskapinum, so at tey kunnu gera skúla­gongd­ ina lidna, ella um tað ikki eydnast, at tey kunnu klára fráfaringarroyndina hjá fólka­skúlanum. Talan er um slóðbrótandi sam­starv millum barna­vernd­ artænastuna í Tórs­havn­ar kommunu, skúlar í komm­ ununi, Marga­rin­fabrikkina, Mentamálaráðið og Ser­nám. Trivnaðarnevndin í Tórs­ havnar kommunu hev­ur játtað  fígging til náms­frøði­ ligan stuðul, og Sernám til undirvísingar­tímar. Harumframt veitir barna­verndar­tænastan fyri­ skiparnir sambært barna­ verndar­lógini so sum sálar­ frøðilig hjálp, starvsvenjing og onnur fyribyrgjandi tiltøk. Og Margarinfabrikkin veitir spennandi hølisumstøður, sum ikki er skúli og ikki er heima. Sólskinssøgan er, at Lop­ fjølin longu hevur givið av­ bera góð úrslit fyri ein­støku næm­ingarnar. Vit síggja næm­ingar megna fráfar­ ingar­royndina og fara víðari í skúlaskipanini. Vit síggja eisini næmingar fara aftur í vanligan skúla. Onkuntíð koma tey aftur í Lopfjølina, men varðveita sambandið við heimaflokkin. Hetta er ikki bara ein sól­ skinssøga fyri einstaka næm­ ingin, men eisini fyri sam­ starvið tvørturum fakmørk og myndugleikar, so sum í hesum føri. Sum forkvinna í trivn­ aðar­nevndini frøðist eg um, at tað við Lopfjølini hev­ur eydnast at skapa eitt menn­ andi og fyribyrgjandi tilboð til hesi børn, so at skúlin eisini fyri tey verður lopfjøl til framhaldandi skúla, starvs­møguleikar og eitt gott lív. merkisdagar Diamantbrúðleyp og 80 ára føðingardagur Hósdagin 29. januar hava Hansy og Franklin Michaelsen diamant­brúd­leyp, og 14. februar verður Hansy 80 ár. Dagarnir verða hátíðarhildnir í KFUM & K í Klaksvík, leygardagin 14. februar frá kl. 18 - 22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga sigi frá á tlf. 212557 ella 583317 áðrenn 7. februar. Gullbrúdleyp hjá Fríðhild og Símun Abrahamsen, Fuglafjørđur Fríggjadagin 20. febru­ar hava vit, Frí­ð­hild og Símun, verið gift í 50 ár. Tað hevði glett okk­um, um familja, vinir og kenn­ingar komu at feira gull­brúd­ leyps­dagin saman við okk­um. Dagurin verð­ur hildin í Skóta­ hús­inum við Løkin í Runa­vik fríggja­ dag­in 20. februar kl. 18.00. Um tit ynskja at halda dagin saman við okkum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf. 212252 ella 225577 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. 70 ár Tað kennist løgið – men ikki illa - at eg í næstum man sjúti fylla. Aftur við borði slíkt ei kann fara, tí vænti eg frænda-, vina- og kenningaskara í VB-húsið við mær og mínum at minnast hin dagin – seint undir krígnum. Veitslan verður í VB-húsinum tann 21. februar klokkan 19. Tey, ið vilja gleðast við mær hendan dag, biðjast siga frá á tlf. 213415 ella 373415 í seinasta lagi tann 11. februar. Bestu nýggjársynskir. Niels Petur Nolsøe (NePtuN) Gullbrúdleyp hjá Matheu og Finnbjørn Hansen, Leirvík 20. február hevur hetta fitta vakra parið verið gift í 50 ár. Í hesum sam­ bandi ætla vit at feira dagin í Bygdarhúsinum í Leirvík fríggja­dagin 20. februar kl 19. Um tit ynskja at gleðast saman við gull­brúðarparinum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf 603111, 222301, 222302 ella 227362 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Gullbrúdleyp Leygardagin 14. februar kunnu hjúnini Hansina og Magnus Pauli Johannesen Kollafjørð halda gullbrúdleyp, dagurin verður hildin í missiónshúsinum í Kollafirði frá kl. 17, øll er hjartaliga vælkomin Brúdleyp Leygardagin 14. februar giftast Katrin Simony Knudsen, Hoyvík og Terji Rosenmejer Mikkelsen, Argir. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl 16. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Argja Róðrarfelag kl 19.