Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 nr. 1 I 2. februar 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum egnar bilar til. Við øðrum orðum er virksemið hjá Atlants Flutningi í stuttum tað, sum skal flytast úr einum kølidiski í annan. – Nýggjastu tátturin í okkara fjølbroytta virksemi er so Kjøtbúðin, sum vit hava havt gott samstarv við øll árini. Oddur Reinert hevði ikki hug at halda fram, og tað var nokk so náttúrligt, at vit so keyptu virkið, sum nú er ein partur av konsernini hjá okkum, sigur Poul. Trúfesti og álit Tann 1. mars verður fyritøkan hjá Poul Michelsen 41 ár, so her er altso talan um eina sterka og væl rikna fyritøku, ið hevur staðið seg í bæði góðum og ringum tíðum. Broyt­ ingar­nar við árunum eru eyðsýndar, tí afturi í 1974 vóru tey fýra fólk í starvi, men nú eru talan um tilsamans umleið 190 størv, og um­ setn­ing­urin liggur væl oman fyri 200 milliónir krónur og lønarútgjaldingarnar eru góðar 40 milliónir krónur! – Í mínum høvdi er eingin avmarking, tá tað snýr seg um, hvat skal bera til og ikki. Um tú vilt gera nakað, so er bara at herja á. Sjálv­andi hevur tað eitt sindur at gera við, hvat hug­skotið er, men eg kann fyri mín part siga, at eg jú fór úr eini heilsølu, sum seldi alt, til eina meira spesialiseraða heilsølu, greiðir Poul frá. – Konseptið hjá okkum er at røkja køli­ markn­aðin væl og virðiliga, at vera dagførdur og at hava eitt breitt úrval. Og tá tú ætlar tær at hava eitt gott úrval, eisini við frystivørum, so krevur tað umstøður, og tað var púra nýtt, tá vit fóru undir tað. Eingin hevði tað sama sum vit, tí tá kom alt til Føroya úr út­land­ inum, men nú kundu vit bjóða kund­unum vør­una nógv skjótari, tí vit høvdu hana her. Hann vísir á, at prísur heldur ikki er alt, hóast hann sjálvandi hevur nógv at siga, men at tað hevur minsta líka stóran týdning, at fyri­tøkan er trúføst og álítandi, so kundarnir altíð kunna hava fult álit á, at teir fáa tað, teir hava brúk fyri, og at samskiftið fer rætt fram. – Sjálvandi kann tað vera, at prísurin ikki er nøktandi, men tað fáa vit so at vita og kunnu so royna at justera hareftir. Men hin­ vegin nyttar tað lítið, um tú fært eina bíliga vøru, men ikki fyrr enn um 14 dagar. Frá okk­um fært tú vøruna beinanvegin, og vit eru hvønn einasta dag í vikuni úti um alt landið við vørum. Tað er tað, sum vit hava hildið fast um, og sum er okkara fremsta vørumerki. Eisini politikari Samstundis sum vinnuligi gerandisdagurin hevur fylt nógv í lívinum hjá Poul Michelsen, hevur hann eisini verið virkin í politikki. Tað hevur so nakrar ferðir havt við sær, at hann hevur verið noyddur at latið teymarnar upp í hendurnar á øðrum, men tað er hann ikki so bangin fyri at gera, tí hann hevur gott fólk aftur at sær. – Vit hava havt øgiliga gott fólk øll árini, sum hava verið trúgv og góð við arbeiðs­ plássið, og somuleiðis havi eg góðar leiðarar á øllum plássum. Tí er mítt arbeiði í dag meira at stýra og hava tað visionera um hendi, at tryggja konseptið, og tí er mín leiklutur farin frá tí meira fysiska arbeiðinum til bara at leiða og deila uppgávurnar, sigur Poul. – Eg eri meira sum ein mentor hjá teimum leiðarum, vit hava, og vit tosa um ting­ini, sam­stundis sum eg spyrji og fylgi við deild­ unum, bæði vikuliga og mánaðar­liga. Fyrr var tað konan, Sólrun, sum var fíggjarstjóri, meðan eg hevði søluna og forrætningina um hendi, og hon hevði altíð pínliga góðan ordan í tøl­unum, og var okkurt skeivt, so fekk eg tað at vita beinanvegin. Hon arbeiðir ikki longur í fyri­tøkuni, tí hon burturav fæst við at skriva, men her er so nógv gott fólk, at eg eri púra tryggur við, hvussu alt koyrir. Sjálvur er Poul ein ordans morgunmaður, so hann er altíð tíðliga á fótum, og klokkan er ikki meira enn eini seks ella sjey um morgunin, tá hann er komin til arbeiðis, so hann er longu til staðar, tá øll hini møta. Men nú hann eisini hevur ein politiskan gerning at hugsa um, er hann klárur at fara til arbeiðis sum politikari, tá klokkan kanska er ikki meira enn tíggju. – Tað passar mær øgiliga væl at vera uppi í politikki eisini, og eg havi altíð blandað meg upp í alt millum himmal og jørð. Og eg eri ikki liðugur at blanda meg uppí enn, tí eg havi tað soleiðis, at tá eg nú havi nakrar lívsroyndir, so mugu tær gjarna koma øðrum til góðar, um tað ber til, sigur Poul Michelsen, ið brúkar sama hugburð í bæði vinnuliga virk­ seminum og politiska virkseminum. – Hartil kemur so, at eg ikki eri serliga teo­retiskur í mínum arbeiðslagi, men heldur meira praktiskur, og í øllum, sum eg geri, so havi eg tað upp á tann mátan, at tað ræður um at síggja tingini út frá einum tryggum grund­vølli. Tí dámar mær einki, tá rokni­ stykkini skulu síggjast frá toppinum og niður­ eftir, tí grundvøllurin má vera í ordan, áðrenn nakað annað kann gerast. Soleiðis hevur tað verið hjá mær, og eg síggi onga orsøk til at broyta tað nú. Profilurin: Poul Michelsen Starvsfólkini lønt og lærd Tá orðaskiftið í Føroyum herfyri snúði seg um, hvussu best skuldi bera til at undirvísa útlendingum í føroyskum máli og øðrum, ið kundi hjálpa teimum at falla væl til her, gekk ikki long tíð, so kom undan kavi, at meðan politikararnir bert tosaðu um, hvat teir kundu hugsað sær at gjørt, var ein fyri­ tøka í landinum longu farin fleiri fet víðari og hevði longu tikið slík stig. Tað er PM Pluss, sum hevur regluliga undir­vísing fyri sínum útlendsku starvs­ fólk­um, ið koma úr so ymsum pørtum av heim­inum sum Polandi, Serbia, Makedonia, Rumenia, Russlandi, Ghana, Hvíta Russ­ landi, Tongo, Thailandi og so mongum sum kanska einum 25 londum tilsamans. – Tey, sum koma til okkum at arbeiða, eru ofta komin higar, tí tey hava fingið ein før­oyskan maka. Hesi fólk eru ofta væl lærd, men mangla málið og kunnu tí ikki so væl sam­skifta, eins og tey heldur ikki kenna so nógv til føroyska mentan og tann ger­andis­ dag, vit hava her, greiðir Poul Michelsen frá. – Vit settu so Biritu Mohr at geva teim­ um undirvísing í máli og mállæru, mentan, almennari vitan og líknandi, uttan at hetta skuldi kosta starvsfólkunum nakað. Síðani er Jørleif Kúrberg komin í hennara stað sum undirvísari, og koyrir tað eftir sama leisti, at vit skulu geva starvsfólkunum amboð og førleikar, so tey lættari kunnu samskifta – bæði til arbeiðis og í gerandisdegnum. Tað hjálpir teimum at verða betur og skjótari integrerað, og tað er ein støða, øll verða vinnarar av. Poul Michelsen sigur, at henda skipan hevur riggað øgiliga væl og gjørt tað nógv lættari hjá teimum útlendsku starvs­fólk­ unum at klára seg væl í arbeiðinum, men eisini í frítíðini og heima við hús. – Endamálið er sjálvandi eisini at hjálpa teimum at samskifta væl tvørtur um tjóð­ skap og alt møguligt annað, tí allir partar fáa gagn av, at tey skilja tey grund­leggj­andi tingini. Vit siga sum so, at tað er um­ráð­ andi, at arbeiðs­uppgávurnar verða loystar til fulnar, so eingin fer frá eini hálvari upp­gávu. Lat tað so heldur kosta eitt sindur meira, men ger tað ordiligt, sigur hann. – Upp á tann mátan er hetta meira ein integratiónsroynd, enn bara undirvísing, og tað hevur riggað øgiliga væl. Tey fáa tveir tímar um vikuna, sum vit rinda fyri, og tað er altso 100 tímar um árið og ikki 20 tímar, sum tosað verður um nú, at tað almenna skal geva útlendingum. Hjá okkum er í øllum førum talan um eina íløgu, vit fáa nógv burturúr og eru glað fyri, tí vit hava nakað at geva teimum, eins og tey hava nakað at geva okkum.