mánadagur 2. februar 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
nr. 1
I
2. februar 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
saltfiskavirkinum Vaðhorn á
Strondum fóru tey fyri fleiri
árum síðan undir at virka
saltfisk úr keyptum ísaðum
útlendskum og partvís
føroyskt veiddum fiski.
Frysti útlendski fiskurin
varð keyptur til tess at suppl
era føroyska botnfiskin, sum
í minkandi nøgdum hevur
fingist til keyps á uppboðssøluni.
Tað var longu í 2007, at Vaðhorn fekk
sítt tiðningarkar og tiðningarskipan, og hesi
árini síðan hevur Vaðhorn virkað eini 10.000
tons av frystum fiski tilsamans. Tað er serliga
toskur og longa, sum hevur verið keypt úr eitt
nú Noregi.
Eingin dupultfrysting
Í fjør virkaði Vaðhorn umleið 6.500 tons av
ráfiski, og av hesum vóru umleið 2.500 tons
frystur fiskur.
Jógvan Gregersen, stjóri í Vaðhorn, sigur,
at tað er ikki bara sum at siga tað at virka úr
frystum fiski. Tað er heldur ikki bara sum at
siga tað at sleppa inn á marknaðin við hesi
vøru, ið hjá summum framleiðarum verður
dupult fryst. Rávøran verður keypt fryst, og tá
hon er virkað, verður hon fryst aftur.
Men, soleiðis er ikki á Vaðhorn, har vøran
ikki verður fryst aftur, áðrenn hon verður
útflutt.
– At virka úr frystum fiski hevur kostað
okkum nógv stríð hesi árini, leggur hann
aftrat.
Í fjør byttu nøgdirnar av frystum fiski
hjá Vaðhorn seg soleiðis, at umleið 60% var
toskur – og eini 40% hýsa.
25 miljónir í lønum
Á Vaðhorn arbeiða umleið 80 fólk, og í fjør
lógu lønútgjaldingarnar um einar 25 miljónir
krónur, sum má sigast at vera nógv burtur úr
6.500 tonsum av ráfiski.
– Hesi árini hava vit meirvirkað innflutta
ráfiskin og hava við hesum skapt eitt netto
virði í føroyska samfelagnum á umleið 100
miljónir krónur, harav flutningur av fiskinum
hevur verið umleið 15 milónir krónur.
Stjórin vísir á, at tað er eingin flutnings
stuðul fyri útlendskan fisk, tí eftir kreppuna
fyrst í nítiárunum gjørdist studningur eitt
banniorð, tó at allar aðrar fiskivinnutjóðir
veita studningar.
– Tað hevði verið skjótt hjá føroyska
samfelagnum at vunnið pengarnar nógvar
ferðir aftur, um ávísur stuðul var til inn
flutning av eitt nú frystum fiski til virkingar í
Føroyum.
Meirvirking av rávøru
Jógvan Gregersen leggur aftrat, at hevði
landið latið tær 15 miljónir krónurnar, sum
flutningurin hevur kostað, í flutningsstuðli,
og vit við hesum tonsum skaptu eitt meirvirði
á 100 miljónir krónur, hevði hetta sam
felagsliga verið gagnligt og skapandi fyri
arbeiðsfólk.
– Vilja vit, at nógvir føroyingar skulu
búgva í Føroyum, mugu vit hava eina fram
leiðslu. Her verður ikki pláss fyri tí stóra
talinum av fólki, um vit framhaldandi skulu
dúva upp á at vera ein ráfiskaútflytari – og
restin av fólkinum skal liva av at klippa
hvørjum øðrum ella selja til hvønn annan.
Hann vísir á, at tað er ikki talið av
keyptum nýggjum bilum, sum er frægasta
barometrið um, hvussu støðan kring um í
landinum er.
– Alt gott um tey arbeiðspláss, sum
uppsjóvarvinnan skapar eitt nú í Kollafirði,
Tvøroyri og Fuglafirði og sum laksavinnan við
sínum kryvjivirkjum skapar. Men, í longdini
verður tað ikki nóg mikið hjá føroyska sam
felagnum – ei heldur hjá arbeiðsfólkinum – at
arbeiða einar seks mánaðir um árið kring um
á hesum virkjum, sum í stóran mun flyta rá
vøruna heila og óvirkaða av landinum.
Eisini føroysk frystiskip
Hóast botnfiskaveiðan undir Føroyum í fleiri
ár hevur verið vánalig, og útboðið av eitt nú
toski hevur verið hareftir, hevur eisini í ár
verið støðugt arbeiði á Vaðhorn.
– Eitt er, at botnfiskaveiðan hevur
verið svikalig seinnu árini, men tað hevur
faktiskt eisini verið illveður alla tíðina, síðan
desember mánaði byrjaði. Her hevur frysti
fiskurin verið góður at fylt upp við.
Jógvan Gregersen sigur, at umframt tær
ráfiskanøgdir, sum virkið keypir um upp
boðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya og tær
nøgdir av frystum fiski, sum virkið keypir úr
útlandinum, hevur Vaðhorn eisini keypt fitt
av frystum fiski frá føroyskum frystiskipum.
– Vit hava soleiðis keypt frysta fiskin hjá
Kambi og eitt sindur frá Klakki. Haraftrat
hava vit keypt fisk frá Akrabergi.
Tryggari við frysting
Stjórin á Vaðhorn sigur, at nú trý frystilínu
skip og eitt ísfiskalínuskip aftur eru á Flemish
Kap, hevur Vaðhorn keypt tvær bingjur á
tilsamans 55 tons av avhøvdaðum toski, sum
virkið tó ikki fær heim enn.
– Fiskurin, sum vit keyptu frá frystilínu
skipum, ið royndu á Flemish Kap í fjør, var
heilt góður, og lítið man vera at ivast í, at
fiskurin, sum vit nú hava keypt, er líka góður.
Spurdur, hvussu ísfiskurin, sum áður er
veiddur á Flemish Kap, hevur roynst, sigur
Jógvan, at tað hevur verið misjavnt.
– Tað er langur vegur bæði yvir og heim
aftur av Flemish Kap, og tí meti eg, at tað
tryggasta er at frysta fiskin á hesi fjarskotnu
Frystur
fiskur
tryggjar
støðugt
fiskaarbeiði
á
Á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum er støðugt fiskaarbeiði, hóast
lítil botnfiskaveiða hevur verið undir Føroyum í fleiri ár. Av eini samlaðari
ráfiskanøgd í fjør á 6.500 tons, vóru umleið 2.500 tons frystur fiskur.
Longu í 2007 fekk virkið útgerð til upptiðning og hevur síðan tá keypt og
virkað eini 10.000 tons av frystum fiski, serliga toski og longu
Tekst og myndir: Vilmund Jacobsen
– Vit framleiða bæði flaktan saltfisk og fløk, men gera einki við
tað, sum rópt verður lættsaltað. Okkara saltfiskaframleiðsla
er eitt handverk, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn