Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 6 l 2. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 6 vikutíðindi Forvitna turkadúgvan Tá Birgir Waag Høgnesen var ein túr hjá Magn Inni á Fjørð í Vestmanna í seinastu viku, setti henda turkadúgvan seg á bilin hjá honum. Hon var so mikið spøk, at Birgir hevði góðar stundir at taka hesar fittu myndirnar av henni. Frá Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy hava vit fingið at vita, at turkadúgvan sjáldan sæst uttan fyri Tórshavn, har eini 5–10 pør eiga. Jens-Kjeld Jensen heldur, at hendan, Birgir avmyndaði, helst er komin úr Skotlandi. Søgan sigur onki um, um turkadúgvuni dámar serliga væl Nissan bilar, men hon pyntar avgjørt á kølaramyndini. Hendan brandgásin helt til í Djúpa Gili í Hoyvík í fjør vár og út á summarið. Har svam og gekk hon so fitt millum dunnur og svanir. Vit hava fingið at vita frá Jens-Keld Jensen, at í dag eiga eini 25 pør eiga í Sandoynni. Brandgás Brandgásin (lat. Branta leucopsis (Bech.); da. Bramgås) er lík helsinga­gás í stødd og vakstrarlag. Á bringuni og hálsinum er hon svørt, og á skallan­ um við; annars er høvdið bleikt, at siga hvítt. Omaná er hon sprøklut, í neðra mest hvít; høvd og føtur eru svørt. Hon eigur í somu kulda­londum sum helsingagásin. Í seinnu tíð hevur hon bara hendinga ferðir sæst í Føroy­um. Kelda: snar.fo Einsamalla brandgásin Kelda: snar.fo