Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður í fiskivinnu­ mál­um, sigur, at ein stórur trupul­leiki við meirvirking av eitt nú makreli og sild – um vit hugsa um hesa rávøru í eitt nú dósir – er ES-tollurin á 25%. Hann sigur, at í føroysku uppsjóvarvinnuni verður í løtuni hugsað um, hvussu meira kann fáast burtur úr eitt nú makrel-og sildatil­ feing­inum. – Eg veit, at tað eru feløg, sum eiga uppsjóvarskip og eru partur av upp­sjóvar­ virkjum, sum hava ítøki­ ligar tankar og ætlanir um meir­virk­ing av hesum fiska­ sløgum. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at arbeitt verður nú við at fáa toll­forðingarnar, sum eru til bága fyri hesar fram­ leiðsl­ur, burtur. Stórt potentiali – Tað er eitt velduga stórt potentiali, sum liggur í upp­ sjóvartilfeinginum, og her eru aktørar, sum hava orku til at byggja upp eina nýggja vinnu, sum er rættiliga skap­ andi og hevði økt virðið á hes­um tilfeingi munandi. Jacob Vestergaard vísir á, at bæði í Gøtu og Klaks­ vík eru ætlanir um nýggjar fram­leiðslur úr upp­sjóvar­ fiski og spurdur, um talan er um nýggj skip – ella virkir á landi – sigur hann, at talan er um ymiskar kombinatiónir, sum hann tekur til. – Eitt er, at slíkar vinnur eru rættiliga arbeiðs­skap­ andi, men tær kundu sam­ stund­is økt virðið á hesum til­feingi einar tríggjar ella fýra ferðir, um alt gongur væl. Í fyrsta lagi heldur lands­ stýris­maðurin tað vera ógvuliga positivt, at Føroyar eiga rávørur til nýggjar fram­leiðslur innan fiski­vinn­ una, og í øðrum lagi held­ur hann, at vit øll eiga at fegn­ ast um, at Føroyar eiga sterk feløg, sum hava fíggjar­ligu orkuna og viljan til at fremja slíkar ætlanir og fram­brot í verki. Hetta eru fram­leiðslur, sum eru rættiliga kostnaðar­ miklar at reisa á føtur. – Tað eru slíkt frambrot og slíkar framleiðslur, sum saman við øðrum vinnulivi, sum vit hava í Føroyum í dag, ið kunnu tryggja okkara fram­tíð. Landsstýrismaðurin held­ur ikki, at tað verða til­ feingis­gjøld – í fyrsta liði – sum koma at tryggja okk­um fram­tíðina, tí tær upp­hædd­ ir­nar eru komandi og far­andi – alt eftir, hvussu gongdin er í við­kom­andi vinnu. Feløg við fíggjarorku – Eg fegnist um, at tann part­ urin av føroyskum vinnulívi, sum hevur neyðugu orkuna, vil taka nýggj tøk og soleiðis verða við til at skapa enn størri virðir, sum koma øllum sam­felagnum til góðar. Landsstýrismaðurin ásann­ar, at áðrenn lønsemi kann fáast í nýggjar vinn­ur, sum eitt nú byggja á makrel- og sildatilfeingi, verður neyð­ ugt at fáa tollforðingar­nar í ES burtur. – Eg vóni ikki, at alt ov long tíð gongur, til hetta málið verður loyst, sigur Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður í fiski­vinnu­ mál­um. vilmund@sosialurin.fo – Eg fegnist um, at tann parturin av føroyskum vinnulívi, sum hevur fíggjarliga orku, vil taka nýggj tøk og soleiðis verða við til at skapa enn størri virðir, sum koma øllum samfelagnum til góðar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Ætlanir eru um meirvirking av makreli og sild – Eg vóni ikki, at alt ov long tíð gongur, áðrenn málið um tollforðingarnar í ES verður loyst, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum nýggjar framleiðslur – Eg haldi, at vit eiga at fegnast um, at vit í Føroyum eiga sterk feløg, sum hava fíggjarliga orku og viljan til at reisa kostnaðarmiklar og arbeiðsskapandi framleiðslur á føtur, sigur Jacob Vestergaard