Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gullbrúdleyp Fríggjadagin 6. februar 2015 hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Skalanum klokkan 18.00. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinarliga bíðin um at siga frá áðrenn 31. januar á telefon 456047 ella 226047 Vinarliga heilsan Sólgerð & Jógvan Jacobsen, Klaksvík Gullbrúdleyp hjá Matheu og Finnbjørn Hansen, Leirvík 20. február hevur hetta fitta vakra parið verið gift í 50 ár. Í hesum sam­ bandi ætla vit at feira dagin í Bygdarhúsinum í Leirvík fríggja­dagin 20. februar kl 19. Um tit ynskja at gleðast saman við gull­brúðarparinum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf 603111, 222301, 222302 ella 227362 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Gullbrúdleyp Leygardagin 14. februar kunnu hjúnini Hansina og Magnus Pauli Johannesen Kollafjørð halda gullbrúdleyp, dagurin verður hildin í missiónshúsinum í Kollafirði frá kl. 17, øll er hjartaliga vælkomin Gullbrúdleyp hjá Fríðhild og Símun Abrahamsen, Fuglafjørđur Fríggjadagin 20. febru­ar hava vit, Frí­ð­hild og Símun, verið gift í 50 ár. Tað hevði glett okk­ um, um familja, vinir og kenn­ingar komu at feira gull­brúd­leyps­ dagin saman við okk­um. Dagurin verð­ur hildin í Skóta­hús­inum við Løkin í Runa­vik fríggja­dag­in 20. februar kl. 18.00. Um tit ynskja at halda dagin saman við okkum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf. 212252 ella 225577 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. Diamantbrúðleyp og 80 ára føðingardagur Hósdagin 29. januar hava Hansy og Franklin Michaelsen diamant­brúd­leyp, og 14. februar verður Hansy 80 ár. Dagarnir verða hátíðarhildnir í KFUM & K í Klaksvík, leygardagin 14. februar frá kl. 18 - 22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga sigi frá á tlf. 212557 ella 583317 áðrenn 7. februar. 70 ár Tað kennist løgið – men ikki illa - at eg í næstum man sjúti fylla. Aftur við borði slíkt ei kann fara, tí vænti eg frænda-, vina- og kenningaskara í VB-húsið við mær og mínum at minnast hin dagin – seint undir krígnum. Veitslan verður í VB-húsinum tann 21. februar klokkan 19. Tey, ið vilja gleðast við mær hendan dag, biðjast siga frá á tlf. 213415 ella 373415 í seinasta lagi tann 11. februar. Bestu nýggjársynskir. Niels Petur Nolsøe (NePtuN) Brúdleyp Leygardagin 14. februar giftast Katrin Simony Knudsen, Hoyvík og Terji Rosenmejer Mikkelsen, Argir. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl 16. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Argja Róðrarfelag kl 19. Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Annika Rúnadóttir Gjógvará, Tórs­ havn og Virgar Enghamar, Tórs­havn. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl 13. Veitslan verður hildin fyri inn­ bodnum í Dansifrøði kl 17. Brúðar­ hús verður 5. apríl í felagshúsinum í Stóragerði frá kl 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 18. apríl giftast Edith Marnersdóttir Egholm, Vestmanna, og Pætur Rein Jensen, Tórshavn. Vígslan verður í Vestmanna Kirkju kl. 14. Veitslan verður í Dansifrøi kl. 18.30. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, verða vinaliga biðin um at siga frá áðrenn 28. mars á tlf 264912 ella 222525. Ella umvegis t-post:  edith.marnersdottir@gmail.com ella patur.rein@gmail.com Konfirmatión 3. mai verður henda fitta gentan konfirmerað í Stokke kirkju í Nor­ egi. Dagurin verður hildin heima hjá henni. Adressan er Kanonersvingen 17, 3159 Melsomvik. Tey. ið vilja halda dagin saman við henni, mugu ringja á tlf: +004733338570 ella +004799129891 innan 3 mars. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 13. februar hava Lilljan og Janus Sørensen, Húsavík, Diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Havn 14. februar í húsinum hjá Kiwanis, Jøkulstræti 4. Familja, vinir og kenningar eru vælkomin frá kl. 15.00 merkisdagar