týsdagur 3. februar 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Gunnar Nielsen er ferdigur í
Motherwell. Tað tykist púra
vist, eftir at tað í gjár bleiv
arbeitt við at finna honum
eitt nýtt felag.
Í gjár var seinasti dagurin,
at flytingarvindeygað var
opið í flestu av stóru fót
bóltslondunum.
Gunnar
Nielsen, sum hevur sáttmála
við skotska Motherwell fram
til í summar og tí kann sam
ráðast við onnur feløg, hevur
ikki spælt nakað hetta kapp
ingarárið.
Í gjár heintaði Mother
well enska U21 landsliðs
málverjan, George Long, frá
Sheffield United. Hetta ger
ikki støðuna hjá Gunnari
Nielsen betri. Sum skilst,
so bleiv arbeitt við at finna
Gunnari eitt nýtt felag í
gjár, men onkustaðni mill
um Motherwell, Gunnar og
áhugaða felagið komu sam
ráðingarnar ikki á mál.
– Eg havi onga viðmerking
í løtuni til støðuna hjá mær,
sigur Gunnar Nielsen úr
Skotlandi.
Sáttmálin hjá Gunnari
gongur út í summar, men
framvegis
eru
flytingar
vindeyguni í millum annað
Noreg og Svøríki opin enn.
Tað ljóðar meiri sannlíkt enn
Japan, Avstralia og Brasil,
har
flytingarvindeyguni
somuleiðis eru opin.
Føroyski
landsliðsmál
verjin spældi annars yvir
tjúgu dystir farna kapp
ingarár, tá Motherwell end
aði á øðrum plássi í skotsku
Premier League. Í ár hev
ur gingið av skriðuni til, og
Motherwell liggur í botn
inum, men Gunnar Nielsen
hevur ongantíð fingið møgu
leikan. Heldur ikki tá venj
arin bleiv skiftur.
Alt bendir á, at Gunnar
Nielsen verður ikki partur
av Motherwell í framtíðini.
Spurningurin er bara um
hann skiftir í summar ella
áðrenn.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur
Arbeitt beiv í gjár við at finna nýtt felag til
Gunnar Nielsen, men hóast tað ikki eydnaðist,
so spælir føroyski landsliðsmálverjin helst
ikki í Motherwell leingi afturat
Sonni Ragnar
útleigaður
til Vejle
Gunnar helst ferdigur í Motherwell
Sonni
Ragnar
Nattestad
hevur skift frá FC Midt
jylland til Vejle. Talan er um
leigusátmála, sum merkir,
at Sonni Ragnar verður
liðfelagi við Jóan Símun
Edmundsson
og
Viljorm
Davidsen.
– Eg havi valt Vejle, tí eg
vil menna meg sum fótbólts
spælara. Hetta kann eg í
Vejle, og spæltíð er ein týdn
ingarmikil partur av skift
inum, sigur Sonni Ragnar við
heimasíðuna hjá Vejle.
Sonni Ragnar var út
leigaður til AC Horsens í
seinnu hálvu í fjør, men
leigusáttmálin bleiv strik
aður um ársskiftið.
– Eg havi spælt móti Vejle
tvær ferðir við AC Horsens.
Eg havi blandaðar royndir
frá teimum dystunum, tí
vit vunnu annan, og taptu
hin, sigur føroyski landsliðs
miðverjin.
Vejle, sum liggur nummar
níggju í næst bestu deildini,
hevur longu tveir føroyskar
landsliðsspælarar í hópinum.
Talan
er
um
Viljorm
Davidsen og Jóan Símun
Edmundsson.
Eisini spælarar sum Øssur
Hansen, Ian Højgaard og
Christian Høgni Jacobsen
hava spælt við besta liðnum
hjá Vejle.
trondur@sosialurin.fo
Kom við til
galladøgurða
- við fyrsta flokks undirhaldi
Fyri at savna pening til krabbameinsrakt børn, skipar
Team Rynkeby Føroyar saman við stuðlum fyri einum
galladøgurða á Hotel Føroyum 14. februar, har tú kanst
keypa tær pláss og á henda hátt stuðla tiltakinum.
Vit bjóða:
• Vælkomstdrykk
• Matskrá við fýra rættum og drykkivørum afturvið
• Fyrstaflokks tónleik frá okkara bestu tónleikarum
• Sera gott undirhald
Borðstjóri: Rudolf Joensen
Atgongumerki á 1.250,- kr. kunnu keypast á hotelforoyar.fo.
Allur peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til børn við krabbamein og familjur teirra.
Stuðlið børnum við krabba
á Hotel Føroyum, 14. februar kl. 19.00
Rudolf Joensen
Hallur og vinnmenn
Tórshavnar Manskór
Tróndur Enni & Lív Næs
Lena & Niclas
Bollarnir
Ernst Sondum Dalsgarð
Føroyar
Døgg Nónsgjógv
Flamma
Pipar & Salt