hósdagur 5. februar 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
35
Eldraøkið er yvirtikið av kommununum 1.
januar 2015, og tí leita vit eftir einum
leiðara við røttum førleikum, sum kann
standa fyri at byggja upp ein stovn og at
virka fyri og tryggja neyðuga tænastu til
tey eldru í Suðuroynni. Starvið verður at
seta skjótast gjørligt.
Talan er um ein nýggjan stovn, har allar
kommunalar eindir viðvíkjandi eldrarøkt
og tænastum í Suðuroy verða savnaðar í
ein stovn. Tveir tænastuleiðarar, verða
partur av leiðslutoyminum, sum tú kemur
at hava ábyrgd fyri, ein fyri norður- og ein
fyri suðurøkið. Tænastuleiðararnir hava
ábyrgdina fyri eldratænastuni, hvør á
sínum øki, hetta merkir allar tænastur, ið
eru knýttar at bústovnum, heimatænastu,
sjúkrarøkt o.s.fr.
Leiðarin hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni.
Leiðarin hevur ábyrgd av at seta og loysa
starvsfólk úr starvi og av starvsfólkarøkt.
Tað eru um 130 starvsfólk á økinum.
Leiðarin hevur yvirordnaða ábyrgd av
fíggjarstýring, lønar- og rakstrarbókhaldi,
við tilhoyrandi umsiting. Stovnurin kemur,
í tøttum samstarvi við Stýrið, at umsita
tænastur til tey eldru í Suðuroynni fyri
umleið 50 mió. kr. um árið.
Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum
avbjóðingum, har høvuðsdenturin liggur á
at skapa ein samanhangandi stovn,
motiveraði starvsfólk og nøgdar
móttakarar av tænastuni. Stýrið leggur
dent á góða fyriskipan og trygga
fíggjarstýring.
Leiðarin er skrivari fyri Stýrið fyri Bú- og
Heimatænastuna í Suðuroy.
Krøv til umsøkjara (royndir og førleikar)
• Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur
• Royndir innan leiðslu og fyrisiting av
starvsfólki
• Royndir at skapa trivna og menning
millum starvsfólk
• Miðallanga útbúgving innan búskap og
fyrisiting
• Viðkomandi royndir innan fíggjar stýring
• Góðan kunnleika til lønarumsiting og
journal og KT
• Tað kann verða fyrimunur, um um søkj-
arin hevur vitan ella royndir innan
almenna umsiting
• Tað kann verða fyrimunur at hava
royndir innan heilsuøkið og vitan ella
útbúgving innan tænastur knýttar at
eldraøkinum
• Tað er umráðandi, at umsøkjarin hevur
góðar samstarvseginleikar, er semju-
søkjandi og dugir at samskipa og
motivera starvsfólk og skapa jaligar
arbeiðsumstøður.
Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum KAF og avvarandi yrkisfelag.
Leiðarin hevur tilvísing til Stýrið fyri Bú og
Heimatænastuna í Suðuroy. Setanarøkið
fevnir um Suðuroynna, og tænastustaðurin
er í Vági.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum
viðkomandi skjølum skal sendast til:
Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna
í Suðuroy
Att.: Mikkjal Sørensen, stýrisformaður
Við á 8
950 Porkeri
ella til porkeri@porkeri.fo
Umsóknin við viðkomandi skjølum skal
verða okkum í hendi í seinasta lagi tann
17. februar 2015 kl. 12:00.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir
umsøkjarar til starvið, skilar Stýrið sær rætt
til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.
Um fleiri upplýsingar ynskjast, kann
ringjast til formannin fyri Stýrinum, Mikkjal
Sørensen, tlf. 254430.
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Eitt spennandi og fjølbroytt starv sum ovasti leiðari
fyri eldraøkið í Suðuroy er leyst at søkja.
Søkt verður eftir leiðara
til Bú- og Heimatænastuna
í Suðuroy
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Sorinskrivarin tann 04.02.2015 hevur
góðkent, at eftirstøður av kommunu- og landsskatti, meirvirðisgjaldi og
aðrari almennari skuld, ið verður innheintað av TAKS sambært reglum
um innheinting av skatti, og sum skuldu verða goldin áðrenn 01.02.2015,
verða innheintaðar við panting.
Farið verður undir pantingina tann 16.02.2015
TAKS
www.taks.fo
Sosialurin 341800
Panting
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo
Vísindastarv
í heilsuvísindum
á Fróðskaparsetri
Føroya
Eitt vísindastarv í heilsuvísindum er leyst at
søkja á Megindeildini fyri náttúruvísindi og
heilsuvísindi. Talan er um lektarastarv ella
adjunktstarv treytað av førleika umsøkjarans.
Starvið verður sett 1. apríl 2015 ella skjótast
gjørligt.
Starvsøkið
Starvsøkið fevnir um undirvísing og gransking
innan heilsuvísindi. Í granskingarpartinum
verður raðfest at granska í, hvussu umhvørvi
og kostur kunnu ávirka heilsuna hjá fólki.
Granskingin verður annars í stóran mun
tengd at serøki umsøkjarans. Undirvísingin
verður í evnum á útbúgvingum á megin
deildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi.
Útbúgvingarnar eru til bachelor í sjúkra
røktar frøði og í lívfrøði, og arbeitt verður við at
menna tvey ára masterútbúgving í heilsu
vísindum.
Starvslýsing
Sæst á www.setur.fo
Umsóknin
Umsóknir skulu skrivast á enskum og
sendast við telduposti til umsokn@setur.fo.
Freist
Umsóknarfreist er tann 9. februar 2015.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula
Joensen, hanspj(at)setur.fo, dekani á Megin
deildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi.
Upplýsingar um Fróðskapar setur Føroya eru
at finna á www.setur.fo.