mánadagur 9. februar 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
kvinnur hondbóltur
Lyklaspælarar
Neistin vann nógv umtalaðu
steypafinaluna móti Kyndli.
Nú stóð dysturin á vøllinum,
og við einum góðum liðavriki,
har Milica og Fríða skaraðu
framúr, vann bláa havnarfelagið
ein tryggan finalusigur
Jákup Mørk
Vit skulu helst leita leingi,
áðrenn vit finna eina so
mikið nógv umrødda upp
takt til eina steypafinalu,
sum
til
kvinnufinaluna
millum Neistan og Kyndil.
Hondbóltsføroyar hava verið
merktar av roki seinastu
tvær vikurnar, og ikki minst
var tað intenst í Neistanum
í miðvikuni, tá eitt mál um
aldursmarkið fyri eykamál
verjan sett dagsskránna.
Alt endaði við, at Neistin
kom í finluna, men tað varð
so uttan Biritu Wardum, sum
eftir reytt kort í grannaupp
gerðini eina viku undan
finaluni, fekk staðfest, at
leikbannið skuldi sitast av
frá fyrsta dystinum at rokna
– steypafinala ella ikki.
Milica og Fríða
Leygardagin var tað so á
vøllinum, at slagið skuldi
standa, og báðir partar vistu,
at her vóru eingi ráð at hugsa
um tað, sum fyriferst uttan
fyri vøllin. Grannauppgerðir
nar millum liðini hava verið
tættar í ár, og tí var trupult
at peika á nakran beinleiðis
favoritt. Var Neistin skert av
fráveruni hjá Biritu, so hevði
Kyndil eisini sítt at hugsa
um, tí bæði Jórun S. Ludvig
og Randi S. Wardum vóru
smáskaddar, tó at tær vóru
í hópinum.
Tær báðar hava stóran
týdning í spælinum – ikki
minst verjuspælinum – hjá
Kyndli, og júst verjan riggaði
ikki serliga væl leygardagin.
Eftir eina heldur varna byrj
an frá báðum pørtum, var tað
Neistin, sum fyrst fekk ferð
á sítt spæl. Ikki minst fingu
tær ferð eftir ferð spælt
Milicu Rankovic upp til skot,
og so var hon eirindaleys.
Grøna verjan fann sær eingi
ráð móti støðugu krossunum
frá Milicu, og longu fimm
minuttir undan steðginum
gjørdi bonkurin av, at mans
verja mundi verða frægasta
loysnin.
Hartil
hevði
Fríða
Petersen í Neista-málinum
ein av sínum heilt góðu døg
um. Tað riggaði kanska ikki
so væl hjá Kyndli at spæla
bláu verjuna sundur, men
nakrar ferðir komu tær tó
fram til møguleikar. Tað var
tó ikki mikið móti stórspæl
andi
Neista-málverjanum,
sum eisini tók sær av teimum
báðum brotskøstunum, sum
Kyndil hevði undan steðg
inum.
Runnu aftaná
Við mansverjuni eydnaðist
Kyndli at skerja Neista-
spælið nakað. Undan steðg