Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 7 l 9. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 6 Lýsing Kom við til galladøgurða - við fyrsta flokks undirhaldi Fyri at savna pening til krabbameinsrakt børn, skipar Team Rynkeby Føroyar saman við stuðlum fyri einum galladøgurða á Hotel Føroyum 14. februar, har tú kanst keypa tær pláss og á henda hátt stuðla tiltakinum. Vit bjóða: • Vælkomstdrykk • Matskrá við fýra rættum og drykkivørum afturvið • Fyrstaflokks tónleik frá okkara bestu tónleikarum • Sera gott undirhald Borðstjóri: Rudolf Joensen Atgongumerki á 1.250,- kr. kunnu keypast á hotelforoyar.fo. Allur peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til børn við krabbamein og familjur teirra. Stuðlið børnum við krabba á Hotel Føroyum, 14. februar kl. 19.00 Rudolf Joensen Hallur og vinnmenn Tórshavnar Manskór Tróndur Enni & Lív Næs Lena & Niclas Bollarnir Ernst Sondum Dalsgarð Føroyar Døgg Nónsgjógv Flamma Pipar & Salt Kvívíkar kommuna søkir vegna Dagstovnin Áarlon eftir 3 námsfrøðingum til vøggu­ stovuna og barna garðin. • 1 starv í vøggustovu 30 tímar • 1 starv í vøggustovu 40 tímar • 1 starv í barnagarðsstovu 40 tímar Størvini verða sett frá 1. mars 2015 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðirnar eru millum 07:15 og 17:00 Vit kunnu bjóða tær: • Ein væl útgjørdan stovn við óavmarkaðum møguleikum • Ein barnabólk, ið gevur tær avbjóðingar, gleði og virkis­ hug • Møguleikan at seta tín dám á dagligdagin Málsetningur okkara er at skapa tryggar, mennandi og lærandi umstøður fyri børn og vaksin. Lønar og setanartreytir: Løn og setanarviðurskifti er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Meira kann fáast at vita um størvini við at ringja til Siborg Arge, leiðara á telefon 292412, ella Unni Joensen, varaleiðara á telefon 292411. Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera kommununi í hendi áðrenn 20. februar 2015 kl. 12:00 Kvívíkar kommuna Víkarvegur 4 340 Kvívík Námsfrøðingar til vøggustovuna og barnagarðin í Kvívík Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 380,- um ársfjórðingin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Navn: Bústaður: Telefon: Teldupostur: