Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 7 l 9. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 8 vikutíðindi Lívstílsskeið á Húsar- ­haldsskúla Føroya Hvussu kanst tú eta heilsugott og samstundis lætna nøkur kilo? Tað veit Húsarhaldsskúli Føroya at siga tær, um tú teknar teg til lívsstílsskeið, sum skúlin fer at skipa fyri Vilmund Jacobsen Tann 17. mars byrja nýggj lívsstílsskeið á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík, har undirvísarar eru Joan M. Sivertsen og Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum eisini er skúlastjóri á húsarhaldsskúlanum. Á skeiðnum verður dentur lagdur á, hvussu lívsførslan kann ávirka heils­una, og tú fært møguleikan at ogna tær vitan um ymisk viðurskifti, sum ávirka eitt nú vekt, kolesteroltal, blóð­sukur og rørslu. Jóhanna á Tjaldrafløtti sigur, at á skeiðnum fært tú sum luttakari íblást­ur og uppskriftir til heilsugóðan mat, sum bæði er diabetes-og hjarta­ vinarligur, sum hon tekur til. – Tú møtir einaferð um vikuna og fært eina kostætlan, vektskema og mat­uppskriftir, eins og feittprosent verður mált triðju hvørja viku. Trý lyklaorð Skúlastjórin sigur, at smærri kost­ broytingar gera eisini mun, tá ræður um at broyta lívsstíl og tapa nøkur kilo í vekt. – Tey trý lyklaorðini, sum skeiðið byggir á, eru motivatión, inspiratión og informatión. Jóhanna á Tjaldrafløtti vísir á, at motivatiónin byrjar í høvdinum og skal gjarna føra til handling, og motiva­tiónin er tað berandi og er altav­gerandi, um broytingarnar skulu eydnast. ­– Inspiratiónin er mental stimu­ ler­ing, sum gjarna skal geva tað, vit rópa a-ha-upplivilsir, og informatión snýr seg um amboðið til at taka røttu avgerðina um heilsugóðan mat, leggur hon aftrat. Eingi forboð Jóhanna á Tjaldrafløtti sigur, at lívs­ stílsskeiðið snýr seg ikki um forboð oman á forð um hetta ella hitt. – Hetta skeiðið gongur ikki út upp á at seta fólki forboð oman á for­ boð, men leggur heldur upp til eina hugburðsbroyting um lívsstílin. Tað nyttar so lítið við slankikurum, um fólk gera tað sama, sum tey gjørdu framm­anundan, tá kururin er liðugur. Nógvir kurar leggja upp til, at tað er so nógv, tú ikki kanst eta, og viðhvørt stríða hesi ”forboð” eisini móti okkara serføroysku matmentan. Hon setir tí spurningin, hvussu leingi fólk kanska klára at lata vera við at eta ræstan fisk, seyðarhøvd ella annað sum er serføroyskt. – Tað eru 18 ár, síðan vit á Húsar­ halds­skúla Føroya byrjaðu við hesum lívsstílsskeiðum, og fólk hava verið væl nøgd við skeiðini. Eisini diabetikarar Sum tíðin gongur kann motivatiónin at halda seg røttu megin ”vektlinjuna” vikna, og tí er tað ikki so sjáldan, at fólk venda aftur til skeiðini. – Vit kunnu øll hava tørv á at vera mint á tann góða lívsstílin, og tí bjóða vit nú aftur til lívsstílsskeið á Húsarhaldsskúla Føroya, sigur Jó­ hanna á Tjladrafløtti, sum leggur aftrat, at skúlin eisini hevur skeið fyri diabetikarum. Tey, sum kundu hugsað sær at vit­ að meira um lívsstílsskeiðið, kunnu venda sær til Húsarhaldsskúla Føroya á tlf. 456974 - ella hyggja inn á husarhaldsskulin.fo – Vit kunnu øll hava tørv á at vera mint á tann góða lívsstílin, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya og undirvísari á lívsstílsskeiðnum