Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 7 l 9. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 10 Føroysk framleiðsla Vilmund Jacobsen Í meira enn 30 ár hevur ísvirkið Fóm Ísur framleitt fyrsta floks ís til før­ oyska brúkaran. Fólk hava tikið ísin til sín sum part av desertmentanini í Føroyum - og til føðingardagar, høgtíðir og veitslur er Fóm Ísur ein partur av matskránni í før­oyska húsarhaldinum. Vælsmakkandi ísur Tað var í 1981, at Óli Erlingsson og Hans Nielsen, saman við konum sín­ um, Onnu og Elinborg, stovnaðu ís­ virk­ið Fóm Ísur. Byrjað varð í leigaðum hølum, og tvey ár seinni varð flutt í nýggjan virkis­bygning í Smiðjugerði. Bygningurin er innrættaður til enda­málið og hevði tær maskinur, sum skulu til fyri at framleiða ísin. Hetta, saman við røttu rávørunum, ger, at virkið kann framleiða góðan og væl­smakkandi ís í størri mongdum. Eitt kvalitetsprodukt Fóm Ísur hevur heilt frá byrjan verið ein kvalitetsvøra, sum viðskiftafólk hava tikið væl ímóti. Virkið framleiðir ísar í kramarhúsi, íspinnar, íslagkøkur og desertísar av ymiskum slagi, og við jøvnum mill­um­ bilum koma eisini nýggir væl­smakk­ andi ísar á marknaðin. Tað er ikki at taka munnin ov full­an at siga, at fólk hava tikið ísin til Fóm ísín til sín sum ein part av desert­ ment­an­ini í Føroyum. Søla og tænasta Navnið Fóm kemur av orðinum fómur, ið er tað skúm, sum vit eitt nú síggja inni við strendurnar og undir fossum. Fóm hevur egnan ísbil, sum koyrir í fastari rutu til handlar kring alt land­ ið. Síðan 2001 hevur Fóm Ísur verið partur av heilsøluni Damfar, sum í dag umsitur sølu og avgreiðslu. Umframt at framleiða og selja ísar, selur og serviserar Fóm Ísur eisini ísmaskinur og ísboksir til kúluísar, eins og fyritøkan selur ísin til boksina. Tað er Damfar, sum syrgir fyri, at sølustøðini, ið selja Fóm ÍS, eisini hava ískeks og ymiskt drúss. Tá hon er søtast Í átakinum – Keypið føroyskt – verður sagt um Fóm Ís, at hetta er føroysk fram­leiðsla, tá hon er søtast. – Fóm Ísur er leskiligur og svalligur til okkara mungandi gómar. Føroyski ísurin stendur einki aftan fyri ísin úr grannalondunum, og einki er lekrari enn ein søt og saftig ísterta aftan á ein lekran sunnudagsdøgurða. Mint verður á, hvussu deiligt tað er at fáa ein bleytan og kaldan ís í hondina ein heitan summardag.

 – Fóm Ísur er tað søtasta, vit eiga, sum tikið verður til í Keypið Før­oyskt-átakinum. Fóm Ísur er tað søtasta vit eiga Fóm-ísur hevur heilt frá byrjan verið ein kvalitetsvøra, og fólk hava tikið væl ímóti ísinum, sum eisini er vorðin ein partur av desertmentanini í Føroyum Fóm Ísur framleiðir ísar í kramarhúsi, íspinnar, íslagkøkur og desertísar av ymiskum slagi Fólk hava tikið Fóm-ísin til sín sum ein part av desertmentanini í Føroyum