mánadagur 9. februar 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 7 l 9. februar 2015
Ókeypis lýsingarblað
12
Føroysk framleiðsla
Vilmund Jacobsen
Tað er Tóra Egilsdóttir, ið eigur og
rekur vevstovuna Mýrifípuna, sum
húsast í kjallarahæddini í Stoffalág
46 í Havn.
Fyritøkan hevur røtur langt afturi
í tíðini. Tað var omma Tóru, Olevina
Joensen, sála, sum fyri meira enn sjeyti
árum síðan byrjaði at veva. Tá Tóra
yvirtók í 1993 og skipaði fyritøkuna
sum smápartafelag, snúði virksemi
seg um at veva toy, sum seymað varð
til skjúrt og kotavadmall, gólvtóppir
og møbilstoff og tað, tey róptu plaid.
Binding og hosur, sum í dag standa
fyri umleið helminginum av umsetn
inginum hjá Mýrifípuni, kom ikki fyrr
enn væl eftir yvirtøkuna.
– Vit hava tveir maskinvevar, harav
annar er gamal, keyptur brúktur av
ommu míni tíðliga í sjeytiárunum.
Hesin vevurin av merkinum Schönherr
er frá miðskeiðis í tríatiárunum. Hann
er av tí gamla slagnum, velduga stórur
og við rullum at stýra skøftunum og
við stórum og tungum skjútlum.
Hon sigur, at tann nýggjari maskin
vevurin, sum er ein Dornier, er keyptur
brúktur úr Danmark í 1997. Hann er
meira nútímans og við holkortum at
stýra skøftum og litum við eins og við
tí, sum rópt verður »greifer« í staðin
fyri skjútlum.
Tóra sigur, at Mýrifípan eisini hevur
spolimaskinur at spola vanligar spolar
upp, umframt at gera spolar til skjútl
arnar við.
– Umframt maskinvevarnar, sum
báðir eru týskir, hava vit átta hosu
maskinur og aðrar maskinur, sum
knýttar eru at framleiðsluni.
Hon vísir á, at fýra av hosumaskin
unum og annað tilhoyr varð keypt frá
Tekstilvirkinum í Kaldbak á sumri í
2004. Tríggjar maskinur vórðu keyptar
úr Noregi á vári í 2006, og seinastu
hosumaskinuna keyptu vit úr Svøríki
í 2009.
– Allar hosumaskinurnar eru ensk
ar og av slagnum Bentley Komet. Her
eru tilsamans fimm maskinur, sum
binda ullintar hosur. Ein, sum kann
binda froté og tvær, sum kunnu binda
fínari hosur. Umframt sjálvar bindi
maskinurnar eru eisini aðrar maskinur,
sum eru við í framleiðsluni, sigur Tóra
Egilsdóttir.
Hevði vevkonur
Olevina Joensen hevði vevkonur, áðr
enn hon keypti stóra týska maskin
vevin, men tað var tungt fyri akslarnar
at veva skjúrt og annað.
– Omma tók tí avgerð um at keypa
henda stóra maskinvevin. Hon og abbi
– Amon Joensen – fóru eisini niður til
Danmarkar, har tey lærdu at brúka
vevin, sum hon hevði keypt. Nógv
mundu ivaleyst halda ommu vera óða
í høvdinum at keypa ein so stóran
maskinvev til føroyska marknaðin
sum tá var. Men, omma mín hevði eitt
ógvuliga stórt »gå på mod«, sum tikið
verður til, og eg síggi upp til hana.
Tóra sigur, at tann stóri og gamli
vevurin framvegis verður brúktur eitt
sindur.
– Tað eru fyrimunir og vansar við
øllum. Hin gamli vevurin er meira
fleksibul og kann brúkast til nógv
ymiskt, meðan hin nýggjari er meira
neyvur, skjótari, men er ikki so lættur
at stilla upp á. Gamli vevurin er góður
til kotavadmall, gardinur og til eitt
nú gólvteppir, meðan hin nýggi mest
verður brúktur til at veva skjúrtatoy
við.
Hon leggur aftrat, at hin gamli
hevur eitt størri spenni, er breiðari og
kann soleiðis veva breiðari stykkir.
Heili 16.000 hosupør
Aftrat sær í Mýrifípuni hevur Tóra
Egilsdóttir eina damu, sum hvønn dag
kemur at hjálpa henni í nakrar tímar,
serliga við framleiðslu av hosum.
Aftrat henni og nøkrum skúlagentum,
er tað serliga familjan, maður og børn,
sum taka eina hond í eftir tørvi.
– Tað er nógv arbeiði av hosunum,
tá tær koma úr maskinuni í einari
langari røð. Tá skulu hosurnar takast
sundur og seymast saman aftur. Tað
er nógv eftir at gera við hosurnar, eftir
at maskinurnar eru lidnar við sítt. Her
eru alskyns sløg av hosum, men vit
gera tó mest av hálvhosum. Vit gera
hosur bæði til børn og vaksin. Hetta
eru fínar hosur og hosur úr grovari og
bleytari ull og hosur úr bumull.
Tóra Egilsdóttir sigur, at nógv tann
størsti parturin av hosuframleiðsluni
hjá Mýrifípuni verður seld í Føroyum.
– Okkurt smávegis fer av landinum,
men vit hava nóg mikið at gera við at
levera til føroyska marknaðin.
Spurd, hvussu stórt talið av hosu
pørum um árið er, sigur hon, at talið
hevur ligið millum 14.000 og 16.000.
Árið í fjør er enn ikki uppgjørt í tali av
hosum, men Tóra sigur, at tað var væl
meira at gera í fjør enn árið fyri.
– So, talið av hosupørum í fjør hev
ur so í øllum førum ligið yvir 16.000,
leggur hon aftrat.
Hosurnar hjá Mýrifípuni verða
seldar kring um landið, eisini í ávísum
bygdarhandlum og í matvøruhandl
um.
– Tað eru hosur, sum eru bíligari
enn okkara, men tað eru eisini hosur,
sum eru dýrari enn okkara. Vit leggja
dent á dygdina, og eg haldi, at tað er
hetta, sum okkara viðskiftafólk fara
eftir, sigur Tóra Egilsdóttir.
Byrjaði sum smágenta–
– Eg tími hetta væl enn, hóast tað
nú eru mong ár, síðan eg plagdi at
vitja ommu og síggja konurnar sita
og veva – og langommuna við sínari
bindimaskinu.
Hon sigur, at tað var ikki, fyrr enn
hon var farin í barnaskúla, at hon
plagdi at hjálpa ommuni við ymiskum.
Abbin helt, at teir smáu fingrarnir
skuldu sleppa at gera tey smáu ting
ini, men tað var ikki soleiðis, at eg var
noydd at hjálpa til. Hetta var púrasta
sjálvboðið, men eg havi altíð havt hug
til hetta.
– Mamma mín, Jenny Simonsen,
hevur hinvegin ikki havt nakran ser
ligan hug til hesar maskinurnar. Hon
hevði tó ein vev heima. Mamma er
meira til hondarbeiði, serliga broder
ing. Sum smágenta, áðrenn eg kom í
skúlaaldur, plagdi eg at veva turrikløð
á vevinum hjá mammu, og so seldi eg
turrikløðini, sigur Tóra Egilsdóttir, sum
eigur og rekur Mýrifípuna.
Sum smágenta seldi
hon vovin turrikløð
– Nógv mundu ivaleyst halda ommu vera óða í høvdinum, tá hon keypti ein stóran, týskan
maskinvev tíðliga í sjeytiárunum. Men, omma hevði eitt ógvuliga stórt “gå på mod”, sum
tikið verður til, og eg síggi upp til hana, sigur eigarin av Mýrifípuni, Tóra Egilsdóttir
Mýrifípan framleiðir í dag eini 16.000 hosupør um árið – bæði til
børn og vaksin – og her verður dentur lagdur á dygd
Tóra Egilsdóttir yvirtók fyritøkuna Mýrifípuna eftir
ommu sína í 1993. Tá fekst Mýrifípan mest við at
veva toy, sum seymað varð til skjúrt, kotavadmall,
gólvteppir og møbilstoff. Seinni keypti Tóra fleiri
maskinur og hevur í dag stóra framleiðslu av hosum