mánadagur 9. februar 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 7 l 9. februar 2015
Ókeypis lýsingarblað
18
Positiv fólk gera
meg í góðum lag
Lýs teg sjálvan
við trimum orðum?
Virkin, rólig og b-menniskja,
tó ikki um morgunin.
Hvat merki er bilur tín?
Toyota Auris.
Hvat merki er telefon tín?
Sony.
Hvør er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Bulgaria við familjuni.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
»Hvar er taskan?«,
»...fartelefonin?«, »...mappan?«
Hvørjum hyggur tú
at hjá hinum kyninum?
Haldi faktiskt, at útsjóndin hevur rættiliga
lítið at siga. So, tá ið tað bráðvakra er
farið, lurti eg meira enn eg hyggi.
Hvat ger teg í góðum lag?
Positiv fólk.
Hvat stressar teg?
Teldutrupulleikar.
Hvør er tín yndisrættur?
Ræst kjøt og epli og røtur.
Hvat gleðir teg?
Náttúran og ikki at gloyma humo
ristiskt og positiv fólk .
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Tá ið eg fekk at vita, at eg var blivin frísk!
Hvar arbeiðir tú?
Fyri kunningartænastuna Halló
Norðurlond, sum heldur til hjá NORA.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Arbeiði mítt er at kunna um, hvussu tað
føroyska samfelagið virkar. Tá ið mær dámar
væl at samskifta við fólk og eg haldi meg
kenna væl tað føroyska samfelagið, so fekk
eg við starvinum tvær flugur í einum.
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Í millum alt álvarsemi er látur ofta at
hoyra á NORA. Men talan er um so
internar orsøkir, at eg velji onki at siga.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Um tey, sum spæla og syngja, duga væl at
spæla og syngja, so lurti eg. Dugi tó ikki
at taka nakað slag fram um eitt annað.
Hvat er besta upp
finningin og hví?
Tað eru alt ov fáar standmyndir reistar
av teimum, sum funnu uppá hvítvør
urnar. Men hvør av hesum er hin
besta uppfinningin, veit eg ikki.
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Heimið, útbúgvingin og ferðir
innan- og uttanlands.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Hjúkla um smálutirnar! Men
hang teg ikki í smátingini!
Hevur tú nakað húsdjór?
Nei, ikki nú.
Hvat hevði tú gjørt,
um tú vanst eina millión?
Fari at ferðast við familjuni.
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vanst tíggju milliónir?
Rinda skuldina, fari at ferðast og annars
stuðlað tí virksemi, sum er mær nær.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Tryggleikin hjá børnunum, sosialu familju- og
vinarbondini, stuttu avstandirnir og stuttu
køirnar og so ikki at gloyma veðurlagið. Vit
sleppa so snikkaleys í mun til onnur lond,
tá ið hugsað verður um hitabylgir, kulda,
ødnir, turk, vatnmangul, og hvat veit eg.
Jú, listin er langur! Men samanumtikið haldi
eg, at tað besta við at búgva í Føroyum,
er, at tað er so deiliga praktiskt!
Hvar ert tú um 10 ár?
Málið er at fáa flest føroyingar at draga
somu línu við rætta miðið. At lata
skipið liggja við kai gevur ikki nógv!
Navn: Annita á Fríðriksmørk
Seinasta
ynskið, eg fekk
uppfylt, var, tá
eg fekk at vita,
at eg var blivin
frísk