Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað eru fleiri tekin í politiskum skip­an­ini um, at val eru í hondum. Uttan at føroyskir politikarar skulu gera nakað sum helst, so verða í øllum førum tvey val í ár. Í seinasta lagið 15. september verður fólkatingsval, og í seinasta lagið 29. oktober verður løgtingsval. Í báðum førum er væntandi, at valið verður í ótíð. Val til danska fólkatingið hava verið hildin nøkulunda regluliga seinastu árini – kanska serliga seinastu 30 árini. Fyri ta tíð var tað vanligt, at fólkatingsval varð hildið annaðhvørt ár. Valskeiði í Danmark er eins og í Føroyum fýra ár. Men líka síðani grundlógina í 1849 hevur ikki eitt einasta valskeið til fólkatingið verið fýra ár upp á dagin. Men tað var vanligt til løgtingið Men tann siðvenjan er eisini farin av lagi. Kaj Leo Holm Johannesen hevur einaferð áður útskrivað val, og tað var í ótíð – tríggjar mánaðir fyri, at valið skuldi verið hildið. Vallyftini eru longu við at síggjast. Okkara kosnu menn eru av álvara farnir at tosa um, at tað skal vera ókeypis at koyra í gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Hetta verður gjørt av samgongumonnum, sum ikki ein gong taka sínar samgongufelagar upp á ráð – tíans heldur løgmann. Sama er við Strandferðsluni. Vinn­u­mál­a­ráð­harr­in hevur kanna, hvat tað fer at kosta, um tað skal vera ókeypis at sigla við strand­fara­ skip­unum. Í báðum førum eru talan um val­ lyfti. Men stóra politiska málið – ein nýggj fiskivinnuskipan, sum á­setir, hvussu vit skipa fiskiskapin í land­ inum næstu árini, sær út til at kám­ ast burtur fyri valið. Semjan, sum skuldi vera klár 1. februar er ikki kunn­gjørt enn. Menn siga seg vera sam­band um eina felags fatan – men eingin vil seta orð á, hvat tað hevur við eina semju at gera. Andstøðan setir hart ímóti hørð­ um – og tí eru møguleikarnir ikki stór­ir fyri breiðari semja. Men tað merkir ikki, atætlanin hjá Fóka­flokk­ i­num er koll­sigld. Flokk­urin skal bara hava semju við Sambandsflokkin um, at ein skipin, lík henni, ið er gald­ andi, heldur fram, so er sloppið. Fáa teir ta semjuna, so er klárt hjá Fólka­ flokk­i­num at fara til val. Tað eru fyrimunir hjá sam­gong­ uni at fáa eitt skjótt val í vár. Fíggj­ar­ karm­ar fyri næsta ár skulu leggjast í næst­um, og í september skal fíggj­ ar­lóg­ar­upp­skot­ið – sum umsíðir fær hall­ið á fíggj­ar­lógini burtur. Kanningin hjá Hans Gammeltoft- Han­sen verður kunngjørd í summar. Eis­ini hon kann hava ávirkna á, nær løg­tingsval verður útskrivað. Hesi við­urskifti kunnu hava ávirkan á, nær enda­spurt­ur­in verður, og tí er ikki so løgið, at fjáltur er á monn­ um. Gyltu vallyftini boða frá, at valfepur nærkast Fjáltur er á monnum Vit­ leys­ar set­hús­ asølur Katrin Joensen síða 19 Roykti eg var eg deyður í dag HeilsuSíða síða 8 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í síðstu viku legði Magni Laksa­foss fram eina frá­greið­ ing sum vísti, at føroyingar sum arbeiða uttanlands hava stór­an týdning fyri búskapin í Før­oy­um. Í dag, mikudag, leggur Magni Laksafoss aftur fram eina frágreiðing. Hes­a­ferð eru tað reiðarar, sum hava fing­ið fyrrverandi fíggj­ ar­mála­ráð­harran, Magna Laksa­foss, bú­skap­ar­frøð­ing, um at leggja sín boðskap fram. Føroya Reiðarafelag heitti í heyst á Magna Laks­a­foss, bú­skap­ar­frøð­ing, um at greina sam­fel­ags­bú­skap­ar­ liga týdningin av fiski­vinn­ uni. Frágreiðingin er liðug verður løgd fram fyri fjøl­ miðl­um á sam­komu í Inova á Hoy­víks­veg­ num í Havn. Á samkomu í Lions Tórshavn í leyg­ar­kvøldið handaði Niels Andr­eas Joensen, forseti í Li­ons, Heðini Mortensen, borg­a­r­stjóra, hægstu við­ur­ kenn­ing, ið til ber at fáa inn­ an Lions, »The Melvin Jones Fellowship Award«. Heið­ urs­løn­in verður veitt limum, sum eru ímynd av »lionismu«, og sum við teirra tænastu í Li­ons eru fyrimyndir í klubb­ a­num og í tí samfelagi, teir tæna. Í skjótt eina øld hevur Lions Club gjørt stórt vælgerandi ar­ beiði kring allan heim. Lions í Føroyum varð stovnað í 1966. Fel­ags­skapurin verður sostatt skjótt fimti ára gamal. Heðin Mort­en­sen, borgarstjóri, gjørd­ist limur í 1974. Borgarstjórin er sera glaður fyri at hava verið partur av Li­ ons hesi nú yvir 40 árini. -– Ikki bert er Lions ein sera kamm­erátsligur klubbi, men allir limir eru altíð samdir um end­a­málið, sum er at hjálpa, har sum tørvur er. Eg minnist ser­liga átøk sum, at Lions út­ vegaði sjónvarpstól til ellis-, røkt­ar- og hvíldarheim, og tá vit stuðlaðu uttanlands, eitt nú í Íslandi, tá vit stovnaðu Krabb­a­meinsfelagið og skip­ aðu átakið Nei til Narko. – Eingin ivi er um, at slíkt ar­beiði hevur stóran týdning fyri eitt og hvørt samfelag, og eis­ini her heima hjá okkum hev­ur Lions verið ímynd av einum stórum og góðum inn­ satsi, ið er til stórt gagn, sig­ ur borg­ar­stjór­in, sum eis­ini hevur sitið eina setu sum for­ seti Lions. Lot til andøvsgul av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin hvassur vindur av eystri og regn, seinnapartin minni vindur av suðri og yvirhøvur turt. Leygardagin strúkur í vindi av vestri og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið týsmorgunin: Eitt brúgvalag vestanfyri Føroyar fer spakuliga eystureftir. Veðrið mikunáttina: Brúgvalagið við Føroyar stendur mestsum í stað. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og regn eitt skifti. Hitin millum 6 og 9 stig. hósdagin týsdagin mikudagin 13-18 m/s 3-8 m/s 10-15 m/s 13-18 m/s 3-8 m/s 10-15 m/s Fyrrapartin hvassur vindur av útsynningi og regn, Seinnapartin minni vindur av útnyrðingi og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 8 stig – um kvøldið kaldari. Heðin hægstu viðurkenning Kanna týdning av fiskivnnu Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur