týsdagur 10. februar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. februar 2015 · Nr. 17
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Samtakið
Christian
í
Grótinum
hevur
keypt
góðskingarvirki í Týsklandi,
sum skal gera tað møguligt
hjá samtakinum at víðari
virka eitt nú makrel til ES
marknaðin uttan tolláset
ingar.
Fyritøkan Larsen Seafood
hevur seinnu árini havt hall
á rakstrinum, og fyri jól fór
felagið í gjaldssteðg. Arbeitt
var við at bjarga felagnum,
men samstundis lógu aðrar
fyritøkur fram við at keypa
Larsen Seafood.
Tað gjørdist Christian
í Grótinum, sum keypti
Larsen
Seafood,
og
sambært
heimasíðuni
Undercurrentnews.com var
tað í kapping við eitt felag úr
Lettlandi.
Larsen Seafood hevur
tvær
framleiðslueindir
í
Týsklandi. Virkið í Flensburg
framleiðir
serliga
makrel
í dósum, og har arbeiða
umleið 160 fólk. Virkið í
Bremenhaven virkar eitt nú
alaska pollock og upsa, og
har arbeiða 50 fólk.
Vørur til ES marknaðin
Reiðaríið Christian í Grót
inum varð stovnað í 1972,
og síðani 1992 hava Kristian
Martin Ramussen, sum var
ein av stovnarunum, og syn
irnir Jón, Eyðun og Bogi átt
og rikið felagið.
Samtakið hevur skipini
Christian í Grótinum, sum
varð bygdur í 1998, og Norð
borg, sum kom til landið í
2009 og var dýrasta fiskiskip
í flotanum.
Christian
í
Grótinum
hevur í eina tíð arbeitt við
hugskotinum um at víðari
virka fiskin hjá báðum skip
unum, og ætlanin hevur
verið at gera eitt góðskingar
virki í Klaksvík. Trupulleikin
við tí er, at verða vørurnar
virkaðar í Føroym, verður
tollur lagdur á vørurnar,
skulu tær á ES marknaðin.
Tí hevur samtakið keypt
virkið í Týsklandi. Verður
føroyski fiskurin víðarvirk
aður har, kann hann sleppa
á ES marknaðin uttan toll
ásetingar.
Ætlanin er framvegis at
gera eitt virki í Klaksvík, og
við íløguni í týsku virkini
roknar Christian í Grótinum
við at fáa vitan og royndir,
sum skulu verða grundar
lagið undir einum virki í
Føroyum.
Lønsemi
Bogi Rasmussen er settur
sum stjóri fyri virkseminum
í Týsklandi, og Jan Petersen
verður fíggjarleiðari. Claus
Christensen, sum seinastu
átta árini hevur starvast sum
framleiðsluleiðari hjá Larsen
Seafood, verður eisini partur
av nýggju leiðsluni.
Fyrsta
uppgávan
hjá
teimum verður at venda
gongdini hjá felagnum og
gera felagið lønsamt. Hetta
skal gerast við at trimma fel
agið fíggjarliga og eisini at
bøta um framleiðslu og sølu.
Høvuðsframleiðslan verð
ur framhaldandi makrelur í
dós, og skipini í samtakinum
hjá Christian í Grótinum
kunnu lata rávøru til virkini.
Larsen Seafood hevur
virkað umleið 4000 tons
av makreli, men ætlanin
er at vaksa hesa virking
upp í 8000 tons í 2016, veit
Undercurrentnews at siga.
Framleiðslukapasiteturin á
verksmiðjuni í Flensburg er
umleið 80 milliónir dósir um
árið, og ætlan er at økja fram
leiðsluna upp á hetta støði
næstu árini.
– Hóast fyritøkan hevur
givið undirskot seinastu tvey
árini, so trúgva vit upp á, at
hetta kann broytast, sigur
samtakið Christian í Grót
inum í einari fráboðan.
eydun@sosialurin.fo
Samtakið Christian í Grótinum hevur keypt virki í Týsklandi, sum skal
góðska eitt nú makrel til sølu á ES marknaðinum
Føroyskur makrelur
í dós í Týsklandi
makrelur
Fiskur hjá Christian í Grótinum og Norðborg skal frameftir víðarivirkast á virkjum í Týskandi, sum samtakið hevur keypt