Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 13. februar 2015 Tað skal sjálvandi ikki vera so lætt hjá vanligum starvsfókum á ymsum við­kom­andi stovnum at koma fram at viðkvomum persónlium upp­lýs­ ing­um hjá privatfólki Tað er ein sjálvfylga. Men tað er lættari, enn tað eigur at vera. Tað vísir tema í blaðnum í dag, har fyrr­ verandi starvsfólk hjá telefonfeløgum bein­ leiðis siga, at tey hava misnýtt viðkvæmar upp­lýsingar: – Hevur tú illgruna um, at daman gong­ur ó­trúgv, kanst tú púra ómakaleyst sláa upp, hvønn hon hevur samskift við. Skip­an­in kann og verður misbrúkt, siga tvey fyrr­ver­ andi starvsfólk hjá ávikavist Føroya Tele og Voda­fone. Tað ljóðar heilt ótrúligt, at hetta skal bera til. Men tað sum órógvar enn meira er, at politikkur hjá fleiri av hesum stovnum við týðandi persónupplýsingum um hendi er, at tey seta sítt álit á tagnarskyldur og reglur, uttan at føra stórvegis eftirlit við starvsfólkunum. Í til dømis telefeløgunum arbeiða til­sam­ an yvir 150 fólk. Flestu teirra hava at­gongd til, hvønn tú ringir til, hvør ringir til tín, og hvønn tú samskiftir við umvegis sms-boð. Tvey fyrrverandi starvsfólk vátta, at tað ber til at misnýta skipanina – og tey hava bæði gjørt tað. Spurningurin er, um okkara upplýsingar eru í tryggum hondum. Spurningurin er eis­ ini, um tagnarskyldur og reglur eru eff­ek­tiv­ ar, tá ið lítið og einki eftirlit er við, um tær nú vera yvirhildnar. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­ mál­um, undrast eisini. Hann sigur hetta vera nýtt fyri sær, men lovar, at um tað er so galið, at so at siga øll starvsfólk í telefyritøkunum hava atgongd til okkara persónligu tele­fon­ upp­lýs­ingar uttan nøktandi eftirlit, so má tað steðgast, og tað beinan vegin, Tað sigur seg sjálvt, at tagnarskyldur um slík viðkvom viðurskifti ikki kunnu byggja á álit. Tað ber bara ikki til, at hundraðtals starvsfólk í bankum, telefeløgum ella apoteksverki bara við áliti skulu tryggja, at tagnarskyldan verður hildin. Vit mugu hava greiðar skipanir, sum kunnu prógva, at viðkvæmar prvatar upplýsingar ikki verða misnýttar. Johan Dahl ger tað ikki fyri at fáa atkvøður, tí hann er tann einasti politikarin, sum hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur til næsta løgtingsval Johan Dahl tosaði við stór­um stavum í løg­ting­ inum hendan dagin, tá hann av tings­ins røð­ar­a­ palli kravdi, at prísurin bæði á interneti og tele­foni skuldi lækka. Jo­han Dahl er lands­stýr­is­mað­ur í vinn­u­ mál­um, og sum slíkur varð­ar hann av Føroya Tele. So hansara krav­boð viga nokso nógv – skuldi man hildið. So tá hann krevur av Kristiani Davidsen, at prísirnir skulu lækka, so lækka teir væl­ sakt­ans. Men Johan Dahl krevur eisini av Krist­iani Davinsen, at prísirnir skulu hækka, tí hann tók í fjør og fyrraárið tilsamans 60 milliónir krón­ur úr kassanum hjá Føroya Tele og koyrdi teir í landskassan – sum vinningsbýti úr al­menna partafelagnum. Johan Dahl kann saktans tosa við fleiri tung­um, tá hann kortini ikki stillar uppaftur. Seinasta fríggjadag bað Rodmundur Nielsen, tingmaður, um farloyvi frá tinginum. Tí vóru boð eftir Boga Andreasen at møta Men Bogi Andreasen møtti ikki í tinginum hendan dagin. Sambært gerðabókini hjá løgtinginum,, so var tingfundur settur klokkan 10. Og tá løgtingsformaðurin førir protokollina, so skrivar hann soleiðis: »Løgtingsmenninir Reimund Langgaard, Bogi Andreasen og Gunvør Balle og lands­stýr­ is­menn­inir Karsten Hansen, Johan Dahl og Ann­ika Olsen og ríkisum­boðsmaðurin vóru ikki á fundi«. Farloyvi: Skriv frá Rodmundi Niel­sen, dagfest 6. februar 2015, við umsókn um far­loyvi, og at næsti á lista Fólkafloksins tekur sæti á tingi. Næsti á lista Fólkafloksins, er Bogi Andr­e­a­sen, ið áður hevur havt sæti á tingi. Sam­tykt uttan a­tk­vø­ðu­ greiðslu, at Bogi And­ re­asen tek­ ur sæti.« Kann ikki vera so lætt at sneyta Vil hava í posa og sekk frá Føroya Tele – men fiskar ikki atkvøður Møtti ikki fyrsta dagin á tingi johan dahl: bogi varamaður: so segði hon... Les eisini blaðið á telefonini »Íleggjarar og ílegg­ing­ar­grunn­ ar tykjast hava høvd og hjarta fult av fiski, har løtu­vinn­ing­ ar­nir eru størstir« Dagar ella kvotur Síða 16 25 prosent frá loysingini Síða 28 Løgdu Vagn Fold­ bo orð í munnin Í Sosialinum mikudagin var nýggi skúla­stjór­in í Klaksvík, Vagn Foldbo, á for­síðuni við yvirskriftini »Eg veit eg eri tann rætti til starvið«. Sosialurin hevur spískað hesa yv­ir­ skrift. Tað, sum Vagn Foldbo segði við Sosialin var, at hann hevði ikki sæð grund­gev­ing­ar­nar fyri, hví hann var vald­ur til starv­ið, men hann ímyndaði sær, at or­søkin til at júst hann varð vald­ ur var, at hann hevur leiðsluførleikar, sum helst gera hann betri ílatnan til at røkja starvið. Visti tú? At vit hava havt 34 løgtingsval síðani 1906 – av teimum 7 ferðir val í ótíð? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Elin Heinesen tíðargrein á síðu 17